fríggjadagur 7. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 191 - 7. oktober 2005
Í dag, fríggjadagin 7. ok-
tober, verður Tórbjørn Ja-
cobsen, løgtingsmaður, 50
ár. Tórbjørn er uppvaksin í
Syðrugøtu og á Glyvrum.
Hann kennir seg sum part
av báðum bygdunum, og
hann hevur seinnu árini
verið eyðsýndur á politiska
pallinum.
Foreldrini eru Arnbjørg
og Joen Jacob F. Jacobsen.
Hon er úr Syðrugøtu -
dóttur Suffíu og Joen Elias
Gregersen - og hann er av
Glyvrum - sonur Suffíu og
Napoleon á Glyvrum. Arn-
bjørg og Joen Jacob búgva
á Glyvrum. Tórbjørn er
elstur av fýra systkjum.
Hini eru Valgerð í Klaks-
vík, Brandur í Gøtu og
Birna, sum býr í Havnini.
Uppvøksturin var í sjó-
mannaheimi og í umhvørvi,
sum var eyðkent av sjólívi,
reiðaravirksemi, handils-
skapi og tí, sum hongur
uppií. Pápin stríddist á sjó-
num, og tað var ikki sørt, at
abbin, Glyvra Poli, við sín-
um virksemi og verumáta
setti dám á umhvørvið á
Glyvrum og á abbasonin.
Mynstringarnar í danska
handilsflotanum vóru lang-
ar. Tí kom tað ofta fyri, at
konur og børn vóru við um-
borð. Soleiðis var tað eisini
hjá Arnbjørg og Joen
Jacobi, og hetta var orsøkin
til, at Torbjørn tíðliga ferð-
aðist á heimshøvunum og
kring mest sum allan knøtt-
in. Á landi nam Tórbjørn
sær innlit í farmavinnuna,
tá ið hann eitt nú lossaði
sement til timburhandilin
hjá abbanum.
Tvey tey fyrstu árini
gekk hann í skúla við
Gøtugjógv, so á Glyvrum
og 1972-75 gekk Tórbjørn í
Hoydølum, har hann lærdi
at kenna og gjørdist kendur
við javnaldrar kring alt
landið. Fleiri av sambond-
unum hevur hann støðugt
hildið við líka. Næturnar í
kollektivinum í Varðagøtu,
tá ið politisku íðurnar vóru
uppi
í
orðaskiftinum,
mundu
kennast
meiri
áhugaverdar og gevandi
enn skúlagongdin. Á ein
ella annan hátt tykiskt tað
tó, sum onkrir spírar, ið
seinni sprettu, vórðu gróð-
ursettir í Dalinum Fagra.
Á sumri 1975 fór Tór-
bjørn til sjós, og hann var
sjómaður næstan í eina
fjórðings øld. Hann rakk
trý ára siglingstíðini sum
dekkari umborð á Norðvík-
ingi, sum abbin og pápin
áttu saman við øðrum, og
sum pápin førdi, og eitt
stutt skifti, áðrenn hann í
januar 1979 fór á naviga-
tiónsskúlan, var hann fiski-
maður. Fyrst var hann nak-
rar snellutúrar við Vørðu-
kletti úr Leirvík, sum Ólav-
ur Olsen førdi, og síðani
við
Kjølbro-trolaranum
Sjúrðarbergi, sum Bjørn
Justinussen, sáli, á Glyvr-
um førdi.
Tá ið Tórbjørn undan jól-
um í 1981 leyk skipsførara-
prógv, var tað við besta
próvnum í tí flokkinum.
Longu á jólum og á sumri í
80 og 81 hevði hann verið á
brúnni umborð á ávikavist
Norðlandiu og Norðvík-
ingi, og hann var við Norð-
víkingi fyri tað mesta inntil
83-84. Tá fór hann at føra
Vestlandiu,
sum
sama
reiðaríið átti. Um sumrar-
nar var rutan norður við
vesturstrondini á Grøn-
landi. Tað valdaðist um
ísviðurskiftini, men sum
oftast eydnaðist tað eina
ella tvær ferðir at røkka
norður til Thule og smáu
bygdirnar har á leið. Um
vetrarnar sigldu teir fyri tað
mesta millum Grønland og
Danmark, og so varð kósin
viðhvørt sett suðureftir, eitt
nú í fruktsigling millum
marokkansku býirnar Casa-
blanca og Agadir og euro-
peiska meginlandið - ser-
liga Frakland. Úr Florida til
Angola og umvegis Durban
norður til Saudi Arabia og
haðani inn á europeiska
meginlandið aftur.
Í 1988 fór Tórbjørn á
egnan kjøl. Tá keypti hann
saman við pápanum He-
lenu, sum teir nevndu
Halgafelli.
Feðgarnir
stovnaðu Kongshavnar Út-
gerðarfelag, sum teir fram-
vegis eiga.
Teir munnu vera fáir, sum
seinastu nógvu árini hava
havt so stórt innlit í sigling
við farmaskipi í Grønlandi,
sum Tórbjørn hevur havt
tað. Tørnini á brúnni vóru
ofta ógvuliga long, og tað
var ikki tespuligt at liggja
og brótast í ísinum. Serliga
minnisrík var ferðin í 1982,
tá ið Tórbjørn 4. juni og í
himmalsins
ódnarveðri
kendi seg noyddan at seta
Norðvíking á land norðan
fyri Borgshavn. Orsakað av
ísi var skipið farið at leka.
Hvussu tað gekk fyri seg, tá
ið teir sjálvir fingu skipið
tætt aftur, er væl greitt frá í
14. bindi av Siglingarsøg-
uni. Har hevur Tórbjørn
eisini
meistarliga
lýst
eftirspælið. Tað endaði við
handtøku og rættarsókn í
Nuuk, áðrenn myndug-
leikin gjørdi av, at danska
sjóverjan og serliga danska
løgregluvaldið, hevði leik-
að ov nógv í. Talan var um
storm í vatnglasi, sum
endaði við lítlari bót heldur
enn við frádøming av
pappírunum, sum ákæru-
valdið hevði kravt. Tór-
bjørn hevði mist tolið við
danska skipssýninum, og á
náttartíð var hann rýmdur
úr høvuðsstøðini hjá Grøn-
lands
Kommando
í
Grønnedal við skipinum,
sum varð eftirlýst og støð-
ugt umrøtt í Grønlandi,
Føroyum og Danmark tey
trý samdøgrini, sum tað tók
teimum at sigla norður til
Nuuk!
Í 1992 kravdi danski
Skibskreditfonden tving-
silssølu av Halgafelli. Skip-
ið varð selt í fútarættinum í
Skagen, har tað eydnaðist
feðgunum at keypa tað aft-
ur. Tórbjørn var heilt nógv
umborð, inntil skipið fórst í
ódnarveðri norðanfyri Lo-
foten 11. januar í 2000.
Síðani tá hevur Kongs-
havnar Útgerðarfelag átt
rækjutrolaran
Napoléon
(fyrr Ocean Castle).
Tórbjørn hevur altíð ver-
ið politiskt áhugaður. Blað-
ungur var hann upptikin av
frælsishetjunum
kring
knøttin, sum høvdu ofrað
seg sjálvar fyri tjóðarfrælsi,
og tað man ikki vera ókent,
at hann framvegis er nógv
upptikin av fleiri teirra.
Tíðliga í tíðini varð hann
organiseraður í Tjóðveldis-
flokkinum, og undan løg-
tingsvalinum í 1984 varð
heitt á hann um at stilla
upp. Ta ferðina endaði hann
aftanfyri Signar á Brúnni
og Petur Reinert, sála, sum
hann helt ógvuliga nógv av.
Tórbjørn er sum tikin úr
leikum sum greinskrivari
og røðari. Ferðirnar kring
knøttin hava brent nógvar
upplivingar í sinnið, og
frívaktirnar bóru høvi við
sær at lesa eina rúgvu. Tór-
bjørn hevur ikki bara lisið.
Hann hevur arbeitt við
bókum og greinum, og tað
ger hann framvegis við ør-
grynnuni av bókum, tíðar-
ritum og bløðum, sum hann
lesur. Tað hoyrist og sæst,
tá ið hann tosar og skrivar,
at har er nógv at oysa av.
Tað osar av einum for-
vitnum lyndi.
Á fólkatingsvalinum á
vári í 1998 gjørdist glyvrar-
maðurin triðjur á listanum,
og á løgtingsvalinum 30.
apríl hetta sama árið gjørd-
ist hann varamaður fyri
Signar á Brúnni. Tá ið
hesin fór í landsstýrið,
gjørdist Tórbjørn tingmað-
ur. Seinni býttu teir um, og
síðani 2002 hevur Tórbjørn
verið tingmaður fyri Tjóð-
veldisflokkin í Eysturoy. Á
valinum í januar í fjør varð
hann valdur við væl fleiri
persónligum
atkvøðum,
enn nakar tjóðveldismaður
áður hevur fingið í Eystur-
oy. Tórbjørn hevur seinastu
árini verið avloysari í
fólkatinginum, har hann
hevur sitið í hálvt triðja ár.
Tað hevur verið sagt um
abban, Glyvra Pola, at hann
skuldi vera gløggur, karis-
matiskur, harður og treyta-
leysur tjóðskaparmaður, og
at hann ikki ræddist fyri at
siga sína meinging líka
mikið hvør, ið annars stóð
fyri. Hjá teimum, sum hava
fylgt politisku telvingini -
bæði innanfloks í Tjóð-
veldisflokkinum og uttan-
floks - seinastu árini, er
skjótt at staðfesta, at løg-
tingsmaðurin av Langanesi
er ikki ólíkur abbanum!
Hann er kanska politikarin,
sum Óli Petersen oftast
broderar yvir. Tað líkar
løgtingsmanninum. Hann
kundi ikki droymt um at
verið fornermaður. Heldur
tekur hann eygleiðingarnar
hjá Óla P sum herðaklapp
og stóra list! Akkurát sum
ein av størstu politisku
fyrimyndunum, Finnbogi
Ísakson, sáli, gjørdi tað.
Politikkurin fyllir nógv,
analytisku evnini eru góð,
og tætta sambandið við
mongd av fólki úr øllum
samfelagsstættum og kring
alt landið ber við sær, at
fingurin er væl á samfe-
lagspulsinum, og hetta er
ivaleyst keldan til mongu -
summi vilja vera við ov
mongu - og ofta spísku
fyrispurningarnar,
sum
andstøðutingmaðurin ber
landsstýrismonnunum.
Saman við Luffu Purk-
hús úr Kunoy eigur hann
fýra børn: Arnbjørg, sum
býr á Skála, og Kristiannu
og tvíburðarnar Jóan Jákup
og Hjørdis.
Áhugamálini og frítíðar-
ítrivini eru mong og fjøl-
broytt. Tórbjørn fylgir væl
við í, hvussu tað á øllum
økjum gongst kring landið.
Hann hevur sungið í kóri og
einsamallur, spælir guitar
til húsbrúk og dámar væl
rocktónleik og fólkatónleik
og nógvan annan tónleik.
Hann er lesihestur, dámar
væl at sita yvir einum talvi,
og so er hann ógvuliga
áhugaður í ítrótti. Meðan
hann gekk í Hoydølum, var
hann við til at vinna FM við
Neistaunglingunum í hond-
bólti. Hann er svorðin GÍ
viðhaldsmaður í fótbólti,
og í manshondbólti er hann
STíF-fjeppari, og í leik-
skránni hjá strandingum
skrivaði hann seinasta vetur
eina røð av skemtiligum
karikaturum um origianlar
hinumegin fjørðin. Kanska
stendur kappróðurin hon-
um nærri enn nøkur onnur
ítrótt. Einaferð var hann so
generøsur, at hann gav
kappróðrarfelagnum NSÍ
eitt spildurnýtt 5-mannafar,
Tjaldrið, og tá ið Eystur-
oyingur skal spenna í, er
tað ikki lukkuligt at for-
stýra 50 ára føðingardags-
barnið.
Umstøðurnar
skapa
mannin. Eftir at hava livað í
stórum turbolensi í hálvt-
hundrað ár, er tað kanska
einki undarligt, at tað ofta
hevur staðið og stendur um
húsbrot um mannin, sum á
fyrsta sinni sá dagsins ljós á
sjúkrahúsinum í Ærøskøb-
ing fyri 50 árum síðani.
Hann tykist stórtrívast í
ódnarveðri, og tá ið íðurnar
eru uppi. Illveðrið tykiskt
ikki at skala hann. Sjálvur
plagar hann at siga, at tað er
ókenda javnvágin við Skap-
aran og seg sjálvan, sum
ber øllum uppi, tá ið saman
um kemur, og tá ið tað
stendur ringast til.
Kristina Háfoss
á ting
Mikudagin 5 oktobur
tók Kristina Háfoss sæti
á tingi fyri Høgna Hoy-
dal, sum hevur biðið um
farloyvi frá 5. til 17.
oktober.
Kristina Háfoss er
cand.polit í búskapar-
frøði, og cand.jur í løg-
frøði, hon starvast í
Landsbanka
Føroya.
Hon var tann sætti valdi
á lista Tjóðveldisflok-
sins í Suðurstreymi til
løgtingsvalið 2004.
Kristina Háfoss var
vald á tíng í 2002 og sat
til løgtingsvalið í 2004
Dagurin
7. oktober.Amalia. Teir
vita um onga halgi-
kvinnu
við
hesum
navni, men navnið er
einaferð komi í álma-
nakkan í staðin fyri
Birgitta, ið helst er Bir-
gitta úr Vadstena í
Svøríki (1302-1373).
Ein halgisøga sigur, at
Pippingur (abbi Karla-
magnus)
vildi
hava
Amaliu til hjákonu, men
hon vildi ikki játtast
honum og gav seg í
kleystur, har hon doyði í
772.
Navnið er kanska got-
iskt, og merkir íðin.
Tórbjørn Jacobsen
50 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lesið
-tað
loysir
seg