fríggjadagur 7. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 7. oktober 2005
11
VIÐMERKINGAR
Danska ávirkanin - Grønland/Føroyar - kairos-hugleiðingar
Gordon Ejdesgaard
Danska ávirkanin hevur
sett síni merki bæði her
heima og í Grønlandi. Tað
at lýsa donsku ávirkanina
kann sjálvandi gerast við at
hyggja at føroyskum viður-
skiftum. Men her endar
søgan ikki. Kanska kann
søga okkara og lýsingin
gerast nakað frægari, um
myndin úr Grønlandi verð-
ur tikin við. Ikki minst nú
Eidesgaard og Hoydal eru í
hornatøkum.
Hetta er ikki teori, eg
skrivi um, men praksis og
veruleikan.
Øll tøl, eg nevni, havi eg
frá grønlendsku hagstovuni.
Tøl sum eru viðurskend av
m. ø. OECD og grønlendska
heimastýrinum. Havi nakrar
royndir úr Grønlandi, har eg
havi arbeitt saman við
donskum embætismonnum í
6 ár. Nú er tað soleiðis, at
søga okkara er sera ólík tí
grønlendsku. Grønlendingar
hava fleiri túsund ár á baki.
Eru annars komnir úr Mong-
olínum um Alaskaísin og
hava breitt seg um alt Grøn-
land.
Spaniólar og aðrir bland-
aðu seg við grønlending-
um. Og tískil er fólkið ikki
upprunaligt, sum vit kenna
hugtakið
»upprunaligt«.
Ein skal kanska heilt norð-
ur til Thuleøki ella Eystur-
Grønland Tasiilaq fyri at
finna upprunafólk.
Okkara mentanir eru sera
ólíkar. Tískil kann vera trup-
ult at samanlíkna. Og henda
greinin eigur ikki at vera
lisin sum ein samanlíkning
av tjóðunum. Søguliga til-
vildin vildi, at vit hóast alt
juridisk hoyra saman.
Eru danir
kolonialistar?
Hans Jákup Debes, profess-
ari, sáli, spurdi meg: »Hev-
ur tú nakrantíð hoyrt um
ein parasitt sum frívilliga
fer av vertinum?« Svar mítt
var sjálvsagt. Hvat hann
hugsaði var sjálvsagt.
Veiðumentanin, sum var í
Grønlandi hvarv í trýssun-
um. Ikki eftir ynski grøn-
lendinga. Men tí grøn-
lendingar vórðu fluttir _ við
48 tíma ávaring. Hetta til
býirnar. Bert tankin um at
fáa 48 tímar at flyta úr heimi
sínum og flyta 1.000 km til
eina blokkíbúð í t. d. Nuuk
er ræðandi. Nútíðarsøgan er
besta dømi um eina koloni-
magt, sum hevur borið seg
ódemokratisk, óhóskandi og
ósømuliga at. Men henda
søga stendur ikki at lesa í
nakrari bók. Eingin søga/-
dokumentation verður skriv-
að, fyrr enn síðsta síða er
»skrivað« í søgu teirra
(dana) í hesum sambandi.
Her er mín metan, at danskir
politikkarir, í ávísan mun,
eru skúgvaðir til viks av
embætismonnunum.
Og
kanska er kjarnin her. Polit-
iski viljin hevur verið til-
staðar, men paragraffirnar
hava ikki altíð riggað.
Og um nú alt er gjørt í
besta vilja, so er talan hóast
alt um manglandi virðing.
Undanførsla hevur einki
pláss í hesum sambandi.
Frægasti mátin at kenna
grønlendskan hugburð og
mentan og fáa beinleiðis at-
gongd til dagligdagin kann
vera at vera á staðnum og
arbeiða saman við dønum
og grønlendingum. Nú skal
hetta, eg skrivi, ikki takast
sum ein kritikkur av tí ein-
saka dananum. Hampa-
menn so gott sum allir.
Men eisini søgan um
Grønland kann bert lýsast
við at taka tann, sum hevur
maktina við í uppgerðina.
Og júst her er bróðurpartur-
in av søguni. Teir sum hava
lagt alt til rættis í Grønlandi
eru danir. Hetta saman við
amerikumonnum.
Danir
vóru settir til viks undir
krígnum.
Amerikumenn
tóku leiðsluna.
Men óreinir eru teir so
ikki, heldur vælmeinandi
»betrivitandi« kolonialistar.
At gera eina tjóð bundna av
peningi er tó ikki heilt
vælmeinandi politikkur.
Danski faðirin (Monrad)
at fríu donsku stjørnskipan-
ini segið á sinni: »Færinger
skulle have den vilje at føle
sig som danske!«. Og hvar
er munurin millum hetta tá
og nú í praksis? Sjálvur
síggi eg ikki stóran mun á.
Um vit ikki góðtaka dan-
ir sum tað teir eru, koma vit
ikki
víðari.
Hava
vit
gloymt, at í 1615 kravdu
danir, at okkara tingbøkur
skuldu skrivast á donskum,
í 1800-talinum fingu vit ein
danskan »varakong« sum
formann fyri løgtingið, at
danir í 1845 brotsliggjørdu
føroyska málið sum skúla-
mál og innførdu danskt, at
vit fingu loyvi at tala før-
oyskt innan kirkjugátt í
1939? Kreppan í 92 átti at
lært okkum okkurt um hesi
viðurskifti. M. a. fyrrver-
andi tjóðbankastjórin (R. B.
Mikkelsen: »færinger lider
af mangel på hjernekapac-
itet«)
setti
okkum
so
dyggiliga uppá pláss.
Eitt sindur um um-
sitingina í Grønlandi
Umsitingin í Grønlandi er
donsk. Málið er danskt og
tulkar eru til allar upp-
gávur. T. d. virkar sjúkra-
húsverkið ikki uttan eitt
ótal av tulkum. Allar størri
frágreiðingar skulu skrivast
á tveimum málum. Bert í
Nuuk eru umleið 70 dansk-
ir búskapar- og løgfrøðing-
ar. Sjálvandi við tulkum
undir liðini. Og umleið
6.800 danir starvast í Grøn-
landi sum »tilkaldt arbejds-
kraft«. Grønland er so gott
sum givið at útbúgva m a.
sjúkrasystrar. Grønlendska
studentsprógvið kann ikki
brúkast til endamálið. Virð-
ið er ov vánaligt.
Hetta er ikki míni orð,
men
frágreiðingin
frá
OECD. Hóast báðar grøn-
lendsku avísirnar eru skriv-
aðar á donskum og so um-
settar aftur til grønlendsk,
hava so gott sum allir yngri
grønlendingar tikið danska
málið til sín – og lesa á don-
skum! Altso velja egið mál
frá. Forboð er fyri at undir-
vísa á grønlendskum málið,
har eg havi undirvíst. Hettar
er fyrst og fremst hand-
ilsskúlin og hægri støði.
Tað er tankavekjandi, at
fleiri hundrað grønlendingar
ikki duga grøndendska mál-
ið. Hetta er harmiligt og sera
tupult er at vera paria ella
útskot í egnum landi. At
hetta so eisini er orsøk til
happing er ikki til at liva við.
Flest allir danir eru
serfrøðingar innan teirra
øki. Meðaltíðin ein dani er í
Grønlandi liggur um 2 ár.
Heimastýrið betalir fyri
transport fyri øll starvfólk
við familiu úr Danmark.
Ikki bara tað, men eisini
fyri at flyta alt innbúgv
teirra aftur og fram við
skipi. Prísurin er umleið kr.
200.000 per embætismann.
So
tosaða
málið
er
danskt, »intellegensian« er
donsk, rætturin er í praksis
danskur og flakafólkið,
pedellarnir og tulkarnir er
grønlendingar.
Mær vitandi eru grøn-
lendingar ikki spurdir, um
teir ynskja samfelagið, sum
tað er nú. Tað er diktat av m.
ø. G60 hugsanini, sum hev-
ur danskar arkitektar. Altso
at flyta fólk til stórbýin uttan
at spyrja um loyvi. Qaan-
aaq/Thule, Qullissat og -
you name it _ eru jú góð
dømi um hetta.
Meira um OECD-
frágreiðingina
Seinasta
kanningin
hjá
OECD (bíløgd av Heima-
stýrinum) sigur m. a. at
grønlendski produktivitetur-
in er 1/3 av tí danska. Men
livistøði minnir nakað um
tað danska. Hetta hongur
sjálvandi saman við, at eitt
vanligt grønlendsk húski
fær umleið kr. 250.000 í
blokki (umroknað hagtøl).
Og her hava vit júst tað,
Martin Paldam professari
kallar »det økonomiske gab
i Grønland«. Ella tað ein
kanska kann kalla búskapar-
felluna.
Grønlendingar
kunnu ikki vera peningin
fyri uttan. Tað kostar Dan-
mark umleið 3,5 milliardir í
blokkstudningi at verða í
Grønlandi. Og Grønland er
so sanniliga eitt prestigipro-
jekt. Bert støddin -næstan 2
milliónir kilofermetrar- er
nakað danir hava brúk fyri.
Uttan Grønland hevur Dan-
mark enn minni týdning í
EU. Undir øllum umstøðum
verður Danmark munandi
skert. Og danska gransking-
in verður tynri uttan Grøn-
land.
Spurningurin kann so
vera: hvør hevur brúk fyri
hvørjum?
Grønlendingar
hava brúk fyri krónum ella
til dømis dollarum. Og lat
okkum so kalla ein spaka
fyri ein spaka. Danir eru
millum teir fáu kolonialist-
arnir, sum eru eftir. Og grøn-
lendingar hava ikki møgu-
leika at sleppa takinum.
Heilt einfalt hava teir ikki
ráð. Men tankin er ikki
ókendur í Nuuk at skifta
"makan".
Amerikumenn eru ikki
ókendir, kanska ikki væl-
lýddir, men hóast alt kapp-
ingarneytar hjá dønum Og
grønlendingar tevja dollarar.
Danski
blokkurin
til
okkum er stórur nokk til at
vit hanga saman juridiskt.
Og trumfurin er á donskum
hondum. Nevniliga blokk-
urin. Tá gávan - sum hetta
veruliga er - er burtur, hava
vit sjálvandi fullveldi.
So grønlendski trupul-
leikin við dønum er sami
sum okkara. Teirra er bert
astronomiskur í mun til
okkara.
Føroyskur og grøn-
lendskur realpolitikkur
Vit fáa bert ein brøkpart av
tí grønlendingar fáa í gávu,
so sjálvandi eru vit fyrstir
til sjálvstýri. Mítt boð er, at
grønlendingar - hóast grøn-
lendingar hava tankar um
sjálvstýri - ikki hava sjálv-
stýri fyrr enn í fyrsta lagi
um 50 ár. Nú kann so spyrj-
ast, um hesi viðurskifti eru
tilvild ella ei. Mín besta
sannføring sigur mær, at
her er als ikki talan um til-
vild. Donsku embætis-
menninir koma so gott sum
allir úr sama skúla. Úr em-
bætisverkinum í Innanríkis-
málaráðnum og grannum
teirra. Og teir eru eir-
indarleysir. Danmark hevur
100% tak á Grønlandi.
Sjálvur havi eg ongantíð
sæð eitt roknistykki, sum
lýsir hvat Ongland, Týsk-
land ella t.d Danmark hava
forvunnið uppá koloniirnar.
Men
vit
gera
okkara
roknistykki trúliga upp
hvørt ár. Nevniliga gávuna
sum steðgar allari ætlan um
sjálvstýri.
At danir nú aftur hava sett
fingramerkið á føroyska
lóggávu, ger ikki teirra
støðu betri. Og her hava vit
væl klassikaran: føroyingar
eru ørkymlaðir og á gosi
(Eidesgaard og Hoydal).
Og hetta er væl saktans
søgan um kolonialistin,
sum er við at missa
fótafesti. Hvør er munurin
á hampuligari kolonialismu
og tyrrani? Her kunnu vit
takka
donskum
politikkarum
og
embætitsmonnum fyri, at
vit hava fingið eyguni upp.
Løgið nokk.
Líka lítið kunnu danir eiga
Grønland
ella
Føroyar.
Kendi høvundurin Jørgen-
Frantz Jacobsen segði á
sinni:
»Føroyar
hava
ongantíð verið danskar, vit
eru ikki danir, og vit verða
óiva
ongantíð
danir«
(Føroyar liggja jú ikki í
Danmark.
Her
er
logikkurin-
Min
viðmerking og umseting).
Er tað nakað vit hava brúk
fyri er tað realpolitikki og
at kalla ein spaka fyri ein
spaka og dana fyri ein dana.
Vit mugu gevast við at
gloyma realpolitikkin og
bert trúgva, at danir eru her
fyri okkara skuld.
Kritikkur av dønum gevur
tó onga meining. Uppgávan
»Loysing«
verður
bert
avgjørd her á landi. Og væl
at merkja uttan at spyrja
Ríkisumboð/Landshøvding
dana á borgini her á
klettunum eftir. Og danski
forsætismálaráðharrin eitur
Anders Fogh Rasmussen og
ikki Anders Fogh - Robin
Hood - Rasmussen.
kyndan heilt væl. Lati
okkum vera við til, at skapa
góð og livilig kor hjá teim-
um her á klettunum, so-
leiðis at eisini samkynd á
jøvnum føti við øðrum
kunna kenna seg væl-
komnan heima hjá okkum,
og vera búgvandi her.
Til allar síðst tvey serstøk
tøkk aftrat: Ein serlig heils-
an til Vigdís Finnbogadótt-
ir, sum hóast tað, at hon
ikki kundi luttaka, sendi:
"tær bestu heilsanir, og
ynski um eina góða og
fruktbæra ráðstevnu, um
dýrabæru menniskjarætt-
indi í samfelagnum". Tað
var gott at vera ynkst góðan
byr, av so royndum og
kendum heimspolitikara.
Ein serstøk tøkk til
Magnus Madsen sála, sum
andaðist herfyri 86 ára
gamal. Áðrenn hann doyði
15.
september,
náddi
Magnus at vísa sín stuðul
til tey samkyndu. Magnus
mundi sostatt vera elsti
luttakarin í hátíðarhaldin-
um fyri tey samkyndu á
Vaglinum 27. august í
Havn. Tøkk til Magnus, við
familju. Títt kvika, livandi
sinni verður saknað.
Framhald av síðu 10
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið