Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 191 - 7. oktober 2005 Samstarv er lykilin til bestu loysnirnar, eitt nú tá útlendsk feløg gera íløgur í Føroyum til tess at leita eftir og troyta náttúrutilfeingi. Fyri tey fremmandu og fyri okkum. Fyri felags besta. Taka vit tilgongdina í oljuleiting við Føroyar seinastu 10 árini, so hevur samstarv nettupp verið eitt av amboðunum. Hetta er GEM-umhvørvisarbeiðið eitt gott prógv um. Hetta var ein framúr góð verkætlan, ið ikki átti sín líka nakra aðrastaðni í heiminum. Har øll oljufeløgini saman við føroyskum myndugleikum settu út í kortið eina umhvørvisverkætlan, ið hevur til endamál at tryggja eitt reint umhvørvi í kjalarvørrinum á oljuboringum og seinni framleiðslu. Herfyri kom út bóklingur, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt í samstarvi við Innlendismálaráðið og Føroya OljuÍdnaðar Bólk (FoíB) um umhvørvi og olju- leiting: "Umhvørvi og oljuleiting, umhvørvislig krøv og kanningar á føroyskum øki". Eitt frálíkt tiltak. Hóast olju- søgan enn er ung, er greitt, at oljuvinna kann gerast ein týð- andi partur av gerandislívinum hjá komandi ættarliðum. Og tí eigur slíkt tilfar at vera ein náttúrligur partur av undirvís- ingini í skúlunum. Endamálið við bóklinginum er at lýsa, hvussu fyrilit fyri umhvørvisvernd hava verið tryggjað gjøgnum alla gongd- ina, frá tí at eitt oljufelag fer undir at gera ætlanir fyri leiti- virksemi, og til eftirkanningar rundanum sjálvt boriholið eru gjørdar. Bóklingurin gevur innlit í, hvussu oljuleiting fer fram, og hvørji umhvørvislig krøv oljufeløgini skulu lúka, áðrenn loyvi fæst til at seta borin í føroysku undir- grundina. Bóklingurin gevur eisini eitt yvirlit yvir tær umhvørviskanningar, ið gjørdar vórðu, áðrenn og aftaná at fyrsta leitiumfar fór av bakkastokki. Endamálið við um- hvørviskanningunum er at geva myndugleikum og olju- feløgum eitt støði at meta um, hvørji árin leitiboringarnar hava á føroyska umhvørvið, og fyri at staðfesta møguliga dálking. Kanningarnar eru í flestu førum gjørdar av før- oyskum myndugleikum, stovnum og granskarum, við fíggj- arligum stuðli frá oljufeløgunum verður greitt frá í skrivi frá stigtakarunum. Bóklingurin er ætlaður øllum, ið hava áhuga fyri umhvørvi og oljuleiting, og hevur ætlanin verið at gjørt eina lættlesiliga frágreiðing við nógvum myndum og talvum. Allir teir hægru og miðnáms skúlarnir fáa eitt flokssett av bóklinginum sendandi. Á oljutinginum mikukvøldið var bóklingurin umrøddur og gjørdi ein rithøvundunum greitt, at oljufeløgini, ið leita eftir olju við Føroyar, er tey, sum eru mest miljøbevíst. Hetta er gott skoðsmál at fáa og sigur eisini, hvussu týdningarmikið samstarvið millum føroyskar myndugleikar og feløgini er. Hetta samstarv byrjaði við GEM og síggja vit nú fruktirnar av tí. Sama oljuting umrøddi eitt annað samstarv, SINDRI, har oljufeløg og myndugleikar í felag seta út í kortið lang- tíðar kanningarætlanir, ið skulu gagna framtíðar menning- ini her á landi. Sjálvandi ræður um at arbeiða miðvíst og skjótt til tess at finna oljuna, men harafturat ræður eisini um at hugsa longur fram, og her er samstarvið í Sindri av stór- um týdningi, eitt nú fyri at skilja, hvussu øll okkara undir- grund sær út og hvat hon kann goyma. Latið okkum menna slíkt samstarv fyri harvið eisini sjálvi at gerast betri før at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Og latið okkum gera tað sum framhald av tí slóðbrótandi arbeiði, ið okkara frægi jarðfrøðingur, Jóannesi Rasmussen, sáli stóð fyri. Latið okkum fullføra hansara verk. DAGSINS MEINING Sosialurin Oljuleiting og samstarv - frá GEM til SINDRI VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Nú líta vit fram - við takksemi Fyrst og fremst: Stóra tøkk til Føroyar fyri blíðskap, áhuga og stuðul, sum tit vístu okkum í sambandi við ráðstevnuna um sam- kynd, sum Bogin her- fyri helt fyri ANSO: Norðurlendska sam- takið av feløgum fyri lesandi og ung, ið eru samkynd Manijeh Elsa Modi Forkvinna í Bogan, - felagið fyri samkynd lesandi og ung Tøkk til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum Hans Paula Strøm, løg- tingsmenn fyri Tjóðveldis- og Javnaðarflokkin: Finnur Helmsdal og John Johann- essen, tøkk til tænastu- veitarar og pressuna. Stóra tøkk til framúr tónleikarar: Jens Marna, Hanus, og Havnarkórið við Ólavi Hátún á odda. Tit gleddu okkum, og gjørdu okkum løtuna í mið- býnum so hugnaligan. Fyri fyrstu ferð kendist tað hjá nógvum samkyndum sum um, at vit høvdu eitt pláss í samfelagnum her heima á klettunum. Tøkk til tykk- um, sum við lesarabrøvum og øðrum, gjørdu vart við okkara støðu, og tykkara stuðul til ábøtur tess. Tøkk til Amnesty, sum ger vart við mannarættindini hjá okkum, sum hjá øllum øðrum. Tað rørdi hjarta- streingir, og gleðir mangt eitt sárt hjarta. Nú síggja vit aftur ljós fyri framman: Kanska ber tað allíkavæl til, at seta lóg- gávu í verk í Føroyum, sum verjir um tey samkyndu á sama hátt sum hinir minni- lutar: Smá trúarsamfeløg, fólk við øðrum húðaliti /uppruna osv. T.d. munnu flest halda, at øll skulu hava somu løn fyri sama arbeiði - eisini tey samkyndu. Tað kann lógin um "Forboð móti mismuni á arbeiðs- marknaðin" tryggja teim- um samkyndu, á sama hátt sum tað verjir aðrar minni- lutabólkanir í samfelagn- um. Vit vilja tí mæla til eitt uppskot, sum er soljóðandi (haldi mær til góðar við donsku orðingarnir): A) Lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. [lov nr 289 af 9. juni 1971 med ændringer af lov nr. 357 af 3. juni 1987] § 1. Den, som inden for erhvervsmæssig eller al- mennyttig virksomhed på grund af en persons race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering nægt- er at betjene den pågæld- ende på samme vilkår som andre, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 6 måneder. Stk. 2. På samme måde straffes den, som af nogen af de i stk. 1 nævnte grunde nægter at give en person adgang på samme vilkår som andre til sted, forestill- ing, udstilling, sammen- komst eller lignende, der er åben for almenheden. § 2. Loven omfatter ikke uagtsomt forhold. § 3. Er en af de i § 1 nævnte overtrædelser begå- et af et aktieselskab, and- elsselskab eller lignende, kan der pålægges selskabet som sådant bødeansvar. § 4. Sager om overtræd- else af denne lov behandles som politisager. (Ein nógv meira um- fatandi arbeiðsmarknaðar- lóg er nú komin í gildi í Danmark - sum tó tikist ov umfatandi, at taka til við- gerðar í Føroyum.) Aftrat arbeiðsmarknaðin- um finnast tær báðar para- graffirnar í revsilógina - eitt sum umfatar princippir fyri døming av brotsverk- um, og eitt fyri niðrandi al- menn úttalilsi: B) § 81. Det skal ved straffens fastsættelse i al- mindelighed indgå som skærpende omstændighed, 1) at gerningsmanden tidligere er straffet af be- tydning for sagen, 2) at gerningen er udført af flere i forening, 3) at gerningen er særligt planlagt eller led i om- fattende kriminalitet, 4) at gerningsmanden til- sigtede, at gerningen skulle have betydeligt alvorligere følger, end den fik, 5) at gerningsmanden har udvist særlig hensynsløs- hed, 6) at gerningen har bag- grund i andres etniske op- rindelse, tro, seksuelle ori- entering eller lignende, 7) at gerningen er begået i udførelsen af offentlig tjeneste eller hverv eller under misbrug af stilling eller særligt tillidsforhold i øvrigt, […] C) Lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939: Straffeloven, som senest ændret ved anordning nr. 134 af 2. marts 2004. § 266 b. 34) Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af per- soner trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, seksuelle orientering, nationale eller etniske oprindelse eller tro, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år. Hesar paragraffir gera ikki annað enn, at geva samkyndum somu rættindi, sum eitt nú smá trúarsam- feløg í Føroyum fáa til tess at tryggja teirra mannarætt- indi. Soleiðis kunnu øll virka og liva í frið við vernd frá lógávuvaldinum. Vit vóna, at ráðstevnan og orðaskiftið var við til at varpa ljós um korini hjá teimum samkyndu, og tær ábøtur í lóggávuni, sum høvdu bøtt um lógarrinnar vernd av teirra mannarætt- indi, á jøvnum føti við hinum minnilutunum: Trúgv, etniskan og nation- alan uppruna, húðalit osv. Øll hava vit loyvi at vera her á - síð um síð. Sum Eygló Aradóttir úr Íslandi segði: Minst 55 % av før- oyingum eru í familju við, ella kenna onkran sam- Framhald á síðu 11