fríggjadagur 7. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 • fríggjadagur • 7. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrsta venjinginhjá
fótbóltslandsliðnum í
Ísrael var á skránni
mikudagin, har tað
einamest ráddi um at
venja spælararnar við
nógvu hitastigini
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
Tel Aviv, Ísrael: Fyrireik-
ingarnar til seinasta lands-
dystin í hesi undankapping-
ini er farnar ígongd.
Og hóskandi kundi verð-
ið lagt afturat, at talan er
um seinasta landsdystin við
Henrik Larsen á odda fyri
føroyska liðnum.
Mikudagin seinnapartin
hevði liðið sínar fyrstu
venjingar, og fyrst og
fremst mundi endamálið í
hesum vera, at fáa gongd í
vøddarnar eftir drúgva týs-
dagin, sum mest sum út í
eitt varð nýttur til ferðing.
Soleiðis fingu spælararnir
loyvi at sova til klokkan 13,
soleiðis at ringasta møðin
varð beind burtur.
Áhugin fyri føroysku
venjingini var tó stórur, og
fleiri ísraels tíðindalið frá
bæði loftmiðlum og teim-
um skrivaðu fylgdu við,
meðan Henrik og Jógvan
Martin koyrdu á spælarar-
nar.
- Hatta er júst tær somu
venjingarnar, sum Richard
Møller Nielsen plagdi at
hava við okkara monnum,
helt onkur av tíðindamonn-
unum, sum tó kortini ikki
undraðist á hetta. Tí teir
vóru eisini vitandi um ,at
stóri Henrik var ein av
týdningarmestu brikkun-
um, tá Danmark við Møller
vann EM-heitið í 1992.
Um hetta varð ment rætta
ella skeiva vegin, er ilt at
meta um, men undir øllum
umstøðum, so gjørdist talan
ikki um ta drúgvu venjing-
ina mikudagin. Spælararnir
skulu eisini venja seg við
tey 30 hitastigini, sum eru
um dagin, og tó at tað
sjálvsagt gjørdist nakað
svalligari, tá sólin setti um
hálvgum sjey tíðina, so
vóru hitastigini framveigs
fleiri og tjúgu í tali.
Úr einum føroyskum
sjónarhorni var tó hugaligt
at staðfesta, at allir spæl-
arar tóktust vera væl fyri.
Eingir skaðar tykjast gera
um seg, og sum heild er
lagið í hópinum eisini gott.
Til søguliga staðin
Ikki minst tykjast fleiri av
spælarunum eisini at vera
sera spentir til hósdagin,
har eisini annað enn venj-
ing er á skránni. Seinna-
partin verður soleiðis farið
við bussi til Jerusalem, sum
søguliga man teljast millum
mest áhugaverdu býirnar
yvirhøvur.
Men hóast stóru uppliv-
ingina, sum soleiðis liggur
og bíðar, so er tó eingin ivi
um, hvat fremsta málið við
ferðini er. Enn ein av stóru
landsliðsuppgávunum
stendur fyri framman. Og
sum seinasta uppgávan hjá
venjaranum tykist hendan
eisini at vera serlig fyri
spælararnar. Teir vilja í øll-
um førum gera sítt til, at
talan gerst um eitt vakurt
farvæl, og so er spurning-
urin, hvørt teir megna hetta
móti ísraelsku yvirmaktini,
sum leygardagin fer á
vøllin her í Tel Aviv.
Bergur Midjord sigur
seg ikki hava tær
stóru vónirnar um
eitt pláss á vøllinum
hesaferð. Men skuldi
møguleikin komið, so
er hann til reiðar at
taka av
DEBUTANTUR
Jákup Mørk
Tel Aviv, Ísrael: Nýggjasti
maðurin í landsliðsleguni
tóktist stórtrívast, nú hann
slapp at royna seg saman
við toppinum av føroyskum
fótbólti.
Í øllum førum helt Berg-
ur Midjord, at talan var um
eina heilt øðrvísi uppgávu
enn tí vanligu, nú hann
vandi við A-landsliðnum.
- Tað er so heilt sikkurt.
Tú kemur at kenna fleiri
nýggjar spælarar, og sum
heild má eg eisini siga, at
støðið er nakað hægri á
venjingunum.
Ferðin
í
venjingunum verður jú
betri, betri spælararnir eru,
og í so máta er hetta eisini
ein avbjóðing. Og sum
heild er upplivingin jú heilt
øðrvísi, helt hann.
Ikki minst helt Bergur, at
tað kravdi nakað av til-
venjing, tá spælast skal í so
nógvum hita.
- Tað ræður um at drekka
nógv, og fáa nógva hvíld
alla tíðina. Skulu vit vera
væl fyri, so mugu vit eisini
fyrireika okkum á best
møguligan hátt, og tað fáa
vit eisini loyvi til.
Hevur ikki lisið uppá
Bara tað at sleppa við á
fyrstu landsliðsferð sína, er
sjálvandi stór uppliving hjá
Bergi. Men hann tóktist so
heldur ikki hava nakað
ímóti, at leiðin á hesari
skuldi ganga til Ísrael.
- Tað er deiligt. Veðrið er
jú framúr her niðri, og sum
uppliving er tað eisini stórt,
so hetta var bara heilt super.
Og í morgin (hósdagin,
blðm.) er so ein sight-
seeing ferð til Jerusalem.
Hevur tú lisið uppá, hvat
tað er, sum tit tá skulu
hyggja eftir?
- Nei, als ikki. Men tað
verður sjálvandi eisini ein
spennandi ferð, helt hann.
Tá tosið fall inn á sjálvan
dystin, helt Bergur, at hann
sum so ikki hevur gjørt sær
teir stóru tankarnar um,
hvørt hann sleppur inn á
vøllin ella ikki.
- Hetta er jú fyrsta ferðin,
at eg eri við, so í fyrstu
atløgu taki eg hetta bara
sum eina góða uppliving.
Eg havi sum so ikki gjørt
mær tær stóru vónirnar um
at sleppa inn á vøllin, men
tað vildi sjálvandi verið
stuttligt, um so varð, segði
hann at enda.
Tekur ferðina sum uppliving
Vandu seg
við hitan
Feskasti føroyski
landsliðsspælarin tóktist
trívast væl saman við restini
av hópinum, tá venjing var á
skránni
±
Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen undir fyr stu venjingini í Tel Aviv