fríggjadagur 7. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 191 - 7. oktober 2005
Heðin á Lakjuni hev-
ur fyri tað mesta ver-
ið skiftisspælari á
landsliðnum, men
hesa ferð tykist tað
vera rúm fyri KÍ-lið-
formanninum mill-
um teir fyrstu ellivu.
Og sjálvur ivast hann
ikki í, at hann er til
reiðar at taka av
møguleikanum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Tel Aviv, Ísrael: Hóast
hann undir landsliðsleiðsl-
uni hjá Henrik Larsen hev-
ur verið bæði inni og úti, so
er Heðin á Lakjuni kortini
ein av spælarunum, sum
við tíðini má sigast at hava
fingið hampuliga drúgvar
royndir í landsliðshópinum.
Ikki minst tóktist hann í
fjør bíta seg alt meira fastan
í landsliðshópin Men hóast
hann í fleiri umførum stóð
seg rættiliga væl, so var tað
bert ta einu ferðina - á
heimavølli móti Írlandi, at
kviki klaksvíkingurin hevði
pláss millum teir fyrstu
ellivu í undankappingar-
dysti.
Tøvur á kantum
Hesa ferð verður tó gitt frá
fleiri síðum, at tað verður
rúm fyri Heðini í byrjunar-
uppstillingini. Skaðin hjá
Jákupi á Borg viðførir í
øllum førum, at ein nýggjur
kantur skal inn á liðið, og
roknast kann við, at valið
hesa ferð fellur á Heðin,
meðan Claus Bech Jørgen-
sen so verður fluttur yvir á
høgra borð.
- Sjálvur vóni eg í øllum
førum, at valið kann fella á
meg hesaferð, og eg haldi
eisini, at møguleikin skuldi
verið har.
Tú hevur annars verið eitt
sidnur on og off hesi seinnu
árini. Hevur tað verið ein
strævin leiklutur at hava.
- Tað hevur kanska ikki
verið heilt soleiðis, sum eg
sjálvur hevði vónað. Men
eg havi støðugt verið ein
partur av hópinum, kortini.
Og seinastu dystirnar eri eg
ofta skiftur inn, so tað hev-
ur gingið rætta vegin. Og
sleppi eg at byrja inni
hesaferð, so vildi tað verið
ógvuliga stuttligt, heldur
hann.
Ein av avgjørdu styrkjun-
um hjá Heðini hevur altíð
verið skjótleikin. Í øllum
førum, tá spælt hevur verið
í heimligu kappingini. Móti
útlendskum spælarum er tó
ikki altíð, at tann fyrimun-
urin er so stórur, men júst í
dystinum móti Ísrael tókt-
ust føroyingarnir møta ein-
um liði, sum ikki hevði
heilt so stórar fyrimunir á
hesum økinum. Og júst
hetta kann uttan iva vera
ein av fremstu orsøkunum
til at seta Heðin á vøllin frá
fyrsta bríksli.
- Nú fekk eg so stutta tíð
á vøllinum seinast, so tað
var avmarkað, hvat eg fekk
roynt. Men eg haldi avgjørt,
at teir vóru til at tosa við,
og teir vóru ikki heilt so
kvikir, sum fleiri av hinum
mótstøðuliðunum
hava
verið. So fái eg kjansin, so
rokni eg við, at eg klári at
koma ígjøgnum í borðinum
onkrar ferðir.
Sjálvsálitið er intakt
Sum ein av týdningarmestu
monnunum á KÍ-liðnum í
ár
kann
spurnartekin
kanska setast við, hvørt
Heðin í løtuni er í nóg góð-
ari javnvág sjálvur. Hetta
skilt soleiðis, at tað mangan
er nakað væl strævnari at
spæla við einum liði, sum
er partur av botnstríðnum,
heldur enn at fáa tað sálar-
liga yvirskotið, sum ofta
fylgir við einum plássi í
oddinum.
Tað kann í øllum førum
fáa spælarar at ivast í egnu
dygdum sínum, men hetta
er tó als ikki nakað, sum
Heðin tykist vera samdur í.
- Sjálvandi hava vit havt
tað øgiliga tungt í Klaksvík
í ár, og sjálvur havi ongan
tíð áður roynt at verið í
beinleiðis niðurflytingar-
stríði. Men fyri tað kenni
eg meg at vera væl fyri.
Uppleggið til dystirnar hjá
okkum eru kanska øðrvísi
nú, enn tey vildu verið, um
vit vóru frammi í oddinum,
men tað er so bara nakað,
sum tú mást læra at liva
við.
- Og eg haldi eisini, at
sjálvsálitið er í lagi. Eg
kenni meg í øllum førum at
vera eins væl fyri í ár, sum
eg var tað í fjør, men um-
støðurnar at spæla eru
sjálvandi øðrvísi. Liðið,
sum eg spæli á í ár, er
kanska ikki heilt so sterkt,
og tí fái eg sjálvur kanska
ikki heilt so nógv burturúr.
Men eg haldi ikki, at tað
skal tulkast tann vegin, at
eg eri ein verri spælari nú,
enn eg var í fjør. Og í ávís-
an mun er talan kanska um
tað øvugta. Higartil í ár
havi eg í øllum førum
skotið níggju mál, meðan
tað í fjør bara varð til sjey,
so heilt galið hevur tað ikki
verið hóast alt. Tá spældi
eg enntá í álopinum fyri tað
nógva, meðan eg í ár havi
spælt á miðvøllinum. Og
verður tú úttikin til hópin,
so er tað væl eisini so, at
venjararnir rokna við, at tú
kanst gera nakað gott, stað-
festi Heðin at enda.
Ísraelsku tíðindafólkini
til føroysku venjingina
mundu ikki trúð sínum
egnu oyrum..
Spurningurin, sum júst
hevði verið settir før-
oysku umboðunum, var,
hvør hasin maðurin var,
sum støðugt rann um-
gang fyri umgang venj-
ingarvøllin hjá føroyska
liðnum.
Tá svarið so var, at tal-
an var um næstformann-
in í FSF, høvdu teir hug
at flenna.
- Hevði okkara næst-
formaður runnið soleiðis
kring vøllin til venjingar,
so høvdu fleiri sjónvarps-
støðir helst sent beinleið-
is.
Somikið stóra hildu
teir hendingina vera, og
so nyttaði lítið at siga, at
Niklas er fyrrverandi
dómari, og at honum
snøgt sagt dámar at vera í
góðari venjing.
Um teir ikki trúðu hesi
frágreiðing, ella um teir
hildu
føroyingarnir
lúgva, er ikki víst, men í
øllum førum mátti Niklas
sjálvir yvir at greiða frá
fyri tíðindafólkunum, at
soleiðis hekk tað nú
einaferð saman. Og so
høvdu ísraelsku støðirnar
nakað óvanligt at senda
til hyggjarar og lurtarar
sínar.
- mørk
Klárur at taka
møguleikan
Hóast botnstríðið í Klaksvík, so heldur Heðin á Lakjuni á ongan hátt, at hann er verri fyri í ár, enn hann var tað í fjør
Væta, væta og
aftur væta
Í nógva hitanum er tað
sjálvsagt, at nógv væta
skal til, skulu føroysku
spælararnir
verða
til
reiðar at tuska á vøllinum
í samfullar 90 minuttir.
Tí hava teir eisini frá
fyrsta degi fingið at vita,
at tað ræður um at drekka
vatn. Nógv vatn. Ikki
minst er tað týdningar-
mikið,
at
kroppurin
skjótast gjørligt verður
vandur til at taka ímóti so
nógvari vætu, sum tað
yvir høvur er gjørligt, tí
eisini hetta er nakað, sum
tekur tíð, tá dagliga inn-
tøkan av vætu brádliga
skal tvífaldast.
Roknað verður við, at
hvør spælari skal drekka
einar seks litrar av vætu
um dagin, um javnvágin í
kroppinum skal haldast
viðlíka, og roynt verður
eisini at akta boðini.
Heilt uttan trupulleikar
var hetta tó ikki, og í ein-
um
tveimum
førum
noyddust spælarar snøgt
at steðga venjingini eina
løtu, tí persónlig ørindi
skuldu avgreiðast.
-mørk
Vilja vinna stórt
Kravið til ísraelska liðið
er greitt undan dystinum
leygardagin. Teir skulu
vinna, og helst skulu teir
vinna stórt.
Í løtuni er støðan nevn-
liga tann, at Ísrael og
Sveis liggja lið um lið á
øðrum plássinum, men
takkað verið stórsigrin-
um á Føroyum í Basel
hevur Sveis ein málmun,
sum er seks mál betri. Tí
skulu ísraelsmenn vinna
dystin móti Føroyum við
seks málum, um Sveis
megnar at spæla javnt
móti Fraklandi, og sum
skilst á miðlunum, so
verður tað eisini hetta,
sum farið verður eftir á
vøllinum.
Hinvegin er ein tepur
1-0 sigur nóg mikið,
skuldi tað víst seg, at
Frakland megnar at vinna
á Sveis, men ísraelsmenn
vilja helst, at avgerðin í
mest møguligan mun
verður í egnum hondum.
-mørk
Ótrúligur næstformaður
Eftir loknan rennitúr mátti pøsti næstformaðurin greiða
bilsnu miðlunum frá, at honum snøgt sagt dámdi at vera
í góðari venjing