Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 7. oktober 2005 19 Nú stormarnir leika í og regnið skolar út yvir landið, rakna billardspælarar kring oyggjarnar aftur úr dvalanum. Eftir ein steðg í gott og væl eitt hálvt ár verður dustið turkað av køunum og lív kemur í aftur kúlurnar TÍÐINDASKRIV Billardsamband Føroya 27. árið á rað helt Billard- samband Føroya sín árliga aðalfund sunnudagin, hesa- ferð í snotuligu og væl- egnaðu billardhølunum í landsins elsta klubba, Havnar Klubba. Umboð fyri fleiri av feløgunum kring landið vóru møtt til fundin. Hóast undirsjóvar- tunnilin millum Norð- oyggjar og meginøkið enn ikki er latin upp møttu tvey umboð fyri Klaksvíkar Billardfelag á fundinum í høvuðsstaðnum. Suðuroy- ingar valdu at brúka tele- fonina hesaferð, nú meðan bíðað verður eftir nýggja og stásiliga Smyrli. Haldor Holm Cup Fyrsta kappingin í billard- árinum er Haldor Holm Cup. Hetta er kapping mill- um landsins frægastu spæl- arar. Tvs. teir seks bestu spælararnir frá seinastu FM-kapping eru við í kappingini, sum hevur verið spæld í Klaksvíkar Klubba síðani 1989. Kapp- ingin verður vikuskiftið 14. og 15. oktober. Spælar- arnir, sum hava kvalifiser- að seg til Haldor Holm Cup., eru Bjarni Skaalum, Krisjan Sune Høgnesen, Sonhard Johannesen, Jan Müller, Henrik Pedersen og Niels Nielsen. Jubileumskapping Aðalfundurin gekk sum smurt. Áðrenn farið var undir at leggja sjálva FM- kappingina tilrættis varð 25. ára jubileumskappingin á skránni. Billardsamband Føroya varð sett á stovn í 1977. Jubileumskappingin skuldi verið hildin fyri tveimum árum síðani. Betri seint enn ongantíð. Nú verður hon so hildin í Havn 12. november. Talan er um handicapkapping eftir cupskipanini. Fyrst verður spælt innanhýsis í feløgunum, og fýra teir bestu spælararnir úr hvørj- um felag fara víðari til finaluumfarið, har spælt verður í tveimum bólkum. Endað verður við finalu og dysti um 3. plássið. FM-kappingin Tann var tann tíð, tá tað vóru at vóru heili 8 feløg við í FM-kappingini. Tann tíðin er farin. Okkurt felag er farið yvir til at spæla Poolbillard, meðan upp- aftur onnur hava latið aftur. Í ár er talan um tilsamans fimm feløg. Fýra feløg eru við í 1. deild við hvør sín- um liði. Tey eru Havnar Klubbi, Kaggin, Klaksvík- ar Billardfelag og Tvøroyar Billardfelag. Í 2. deild eru somu feløg umframt Vágs Billardfelag. Her eru tó íalt 6 lið. Øll feløgini hava hvør sítt lið, tó hevur Klaksvíkar Billardfelag tvey lið. Steinbjørn formaður Aðalfundurin í Billard- sambandinum gjørdi eisini av at velja nýggja nevnd. Í henni sita Steinbjørn í Dali, formaður, Krisjan Suni Høgnesen kappingarleiðari og Høgni Højgaard, kassa- meistari. Steinbjørn í Dali er fegin um góðu uppmøtingina, hóast nýggi Smyril gjørdist ov stuttur (les ov seinur) til at kunna flyta suðuroyar- umboðini til Havnar. Hann sær fram til, at Norðoya- tunnilin gerst veruleiki, og at nýtt skip verður sett í rut- una millum Suðuroynna og meginøkið. – Tað fer heilt givið at koma føroyskum ítrótti væl við. Tunnilin og skipið fara at byggja nýggj- ar brýr millum meginøkið og so tvey útjaðarøki sum Norðoyggjar og Suðuroy. Ikki minst kann eitt nýtt strandfaraskip vera við til at menna aftur ymsu ítrótt- argreinarnar í Suðuroynni, harímillum billardspælið. Formaðurin í Billardsam- bandinum er eisini glaður um, at tað hevur eydnast at fáa suðuroyingar at manna eitt 1. deildarlið aftur, nú teir ikki hava verið við seinastu árini. Tað er altíð gott at hava suðuroyingar- nar við, tí teir eru við til at seta sín serstaka dám á spælið og eisini tann sosi- ala partin. Steinbjørn í Dali sigur, at tað er eitt ynski hjá Bill- ardsambandinum, nú tað er farið frá 25. ára stovningina og gongur fram móti 30 ára føðingardegnum, at áhugin fyri billardspælinum sum heild kann mennast. Hann heitir á øll billardáhugað um at vera við so ella so. Kappingin byrjar nú Fyribils kappingarskráin sær soleiðis út: FM-kappingin byrjar longu hetta vikuskiftið. Tá verður lagt út í 2. deild, har Klaksvíkar Billardfelag 1 møtir Klaksvíkar Billard- felag 2, har Havnar Klubbi møtir Kagganum, og Tvør- oyrar Billardfelag fær vitj- an av Vágs Billardfelag. Nærri verður lýst við kom- andi kappingunum í 2. deild. Kappingin í 1. deild byrj- ar 29. oktober. Tá fær Klaksvíkar Billardfelag vitjan av Suðuroyarliðnum, og Kaggin tekur ímóti Havnar Klubba. Restin á spæliskránni í 1. deild sær soleiðis út: 26.11.05 Suðuroyarliðið - Kaggin Havnar Klubbi - Klaksvíkar Billardfelag 14.01.06 Klaksvíkar Billardfelag - Kaggin Havnar Klubbi - Suðuroyarliðið 28.01.06 Suðuroyarliðið - Klaksvíkar Billardfelag Havnar Klubbi - Kaggin 11.02.06 Kaggin - Suðuroyarliðið Klaksvíkar Billardfelag - Havnar Klubbi 25.02.06 Kaggin - Klaksvíkar Billardfelag Suðuroyarliðið - Havnar Klubbi Báðar deildirnar spæla dupult kapping. 2. deild spælir annað hvørt viku- skifti frá komandi viku- skifti. Nærri verður lýst við dystunum í 2. deild. 1. deild spælir 2 umfør áðrenn jól. Seinna umfarið fyri jól verður 26.11.05. At liðið hjá suðuroying- um í leikskránni hevur fingið navnið Suðuroyar- liðið kemst av, at møguliga verður talan um eitt lið samansett av spælarum av Tvøroyri og Vági. Enn er ikki heilt greitt, hvørjir persónar manna tey ymsu liðini í 1. deild, men odda- maðurin á liðnum hjá suð- uroyingum verður so Max Rasmussen, ein av gomlu billardveteranunum í Før- oyum. So tað skuldi borga fyri dygd. Billardspælarar úr dvalanum Nýggja nevndin í Billard- sambandi Føroya. Høgni Højgaard, Steinbjørn í Dali og Krisjan Sune Høgnesen