Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 191 - 7. oktober 2005 Fríggjakvøldið varð so lagt til brots við fyrstu bridge- kappingini hjá Føroya Bridge Samband kappingarárið 2005/06. Kappingin, ið tey síðstu árini hevur tann fyrsta á skránni er FM Fyri Feløg og hevur hon síðstu árini verið leikt í Bridgehúsinum í Vági. Sigast kann ikki annað, enn at vágbingar hava verið framúr góðir til at skipa fyri og kappingin í ár var einki undantak. Kappingin er soleiðis skipa, at hvørt felag, ið er limur í FBS, hevur rætt at senda eitt lið at umboða felagið. Feløgini, ið vóru umboða til kappingina vóru: Brídgedeild Kaggans, Nýggja Bridgefelag, Havnar Bridgefelag, Eysturoyar Bridgefelag,Vágs Bridgefelag og Tvøroyra Bridgefelag. Júst henda kapping hevur ofta verið sera spennandi og er vinnarin ofta ikki funnin fyrr enn síðsta stikk er spælt. Soleiðis var aftur í ár. Tað hava serliga verið tvey feløg, sum hava kappast um at vinna kappingina, tey eru Bridgedeild Kaggans og Eysturoyar Bridgefelag. Í ár komu eysturoyingar ongantíð rættuliga í gongd við at taka stikk, ístaðin var tað Nýggja Bridgefelag, sum gav Bridgedeild Kaggans kamp til strikuna. Tað var so heppið, at júst hesi lið møttust í síðsta umfarinum. Við einum teprum sigrið eydnaðist tað aftur Bridgedeild Kaggans at vinna kappingina. Á liðnum vóru Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen og Allan Dal- Christian- sen - Robert Langaard Støðan 1 Bridgedeild Kaggans 96 2 Nýggja Bridgefelag 92 3 Eysturoyar Bridgefelag 71 4 Vágs Bridgefelag 70 5 Havnar Bridgefelag 69 6 Tvøroyrar Bridgefelag 45 Parakapping Leygarkvøldið varð skipað fyri einari parakapping, har øll høvdu møguleika at luttaka. 12 pør boðaðu frá luttóku í hesari sera hunaligu kapp- ing, sum varð vunnin av Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen. Samlaða støðan í parakappingini 1 Jóannes-Heðin 67.58 2 Oddmar-Einar 60.00 3 Henrietta-Ingibjørg 58.48 4 Robert-Allan 57.27 5 Símin-Eyðun 53.33 6 Jens-Skaarup 52.42 7 Danny-Jens Pauli 49.70 8 Dia-Hans 46.36 9 Dia J.-Jógvan 46.06 10 Birgir-Hans Jacob 44.85 11 Hjalmar-Jórun 34.55 12 Egill-Petur 29.39 U 19 landsliðið taptu mikudagin 7-1, og nógv bendir á, at avbjóðingin í dag verður eins stór, tá ið Føroyar skulu spæla móti Ungarn U 19 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen U19 fótbóltslandsliðið legði mikudagin rygg til 7- 1 tap, tá ið Føroyar spældi fyrsta av trimum undan- kappingardystum, sum eru á skránni í hesi vikuni. Í dag klokkan 13 er Ungarn mótstøðuliðið, og sunnu- dagin er Svøríki á skránni. Mikukvøldið vann Svøríki 3-1 á Ungarn, sum í steðg- inum var á odda 1-0. - Vit sóu Svøríki og Ungarn. Belgia hevði fínt lið, og hini bæði stóðu einki aftanfyri, staðfestir Karl Vidtfeldt, sum er ferðaleið- ari í Svøríki. Allir teir føroysku dreingirnir uttan ein eru føddir í 1988. Á belgiska liðnum vóru allir frá 1987. - Undan dystarbyrjan vórðu vit spurdir, um dóm- araseðilin var rætt skriv- aður. Teir undraðust á, at vit nýttu yngra og ikki eldra árgangin. Vit søgdu teimum so, hvat grundarlagið í Føroyum er sammett við tað hjá mótstøðulondunum. Okkara venjarar hava valt at dúva upp á liðið, sum í fjør stóð seg so væl í U 17 kappingini. Vónandi er hetta góð íløga, men tað sást á spælarunum, at okk- ara eru yngri enn hinir, sigur Karl Vidtfeldt. Gamla søgan um at mis- tøkini kosta nógv í altjóða høpi varð enn eina ferð rudduliga staðfest. Belgia fekk fyrsta hornasparkið, tá ið eitt korter var farið, og tað bar mál við sær. Tríggj- ar minuttir seinni bar mis- tak í vinstru mál við sær, og ein minutt undan steðgin- um endaði bólttap frammi á vøllinum við belgiskum skjótálopi og 3-0 málinum. Belgia økti til 4-0 í 57. minutti. Høgt innlegg varð stútað í málið. Í 61. minutti svaraðu Føroyar aftur. Levi Hanssen var fyrri á innleggi frá Kristoffur Jacobsen, eftir at Ólavur í Ólavsstovu hevði lagt í høgra borð. Trý tey síðstu málini vórðu skorað í 64., 75. og 85. minutti. Føroyar høvdu tvær aðrar góðar royndir umframt málið. Innskifti Andreas Lava Olsen brast eftir gjøg- numbrot saman við mál- verjanum, meðan bólturin dansaði í málteiginum, og Einar Hansen hevði gott fríspark. Føroyar-Belgia 1-7 (0-3) 1-4: Levi Hanssen 61. Føroyar: Trúgvi Askham, FSV04 - Pætur Jørgensen, OB, Einar Hansen, NSÍ, Jó- han Troest Davidsen, Ever- ton, Niclas Eysturoy, HB (Poul Thomas Dam, HB, 70.) - Kristoffur Jacobsen, KÍ, Bogi Løkin, NSÍ (Andreas Lava Olsen, 53.), Ólavur í Ólavstovu, FSV04 (Gunnar H. Haraldsen, Fram, 70.), Jóhan V. Gunn- arsson, B36 - Christian R. Mouritsen, Manchester City - Levi Hanssen, B36 Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rógvi Ryggs- hamar, LÍF, Sam Jacobsen, GÍ, Frank Poulsen, ÍF og Per Heinason, SÍ. Venjarar eru Bill Jacobsen og Heðin Askham. Thom Jacobsen er liðleiðari, Brian Jensen fysioterapeutur og Karl Vidtfeldt er ferðaleiðari. FM fyri feløg verið í Vági Belgia var alt ov stórur biti Tað sum hendir í Suð- uroy í løtuni eru politiskir rossahandl- ar, sum hava til enda- máls at tvinga Tvør- oyrar Býráð at verða við til at byggja ellis- og røktarheim í Vági BARNAVERND Í SUÐUROY Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ikki eitt krav. Hetta er bara eitt tilboð. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri, vísir staðiliga aftur, at ætlanin er at kroysta hinar kommun- urnar í Suðuroy at leggja seg undir eina sosiala deild á Tvøroyri. Bygdaráðslimir í Porkeri eru sera misnøgdir við framferðina hjá Tvøroyrar Kommunu í barnaverndar- málinum. Teir eru misnøgdir við, at Tvøroyrar Kommuna stovnar sosiala deild av sínum eintingum fyri síðani at bjóða hinum kommun- unum at brúka hana í sam- band við barnaverndina. Porkenningar halda, at hetta er ótrúliga arrogant og vísir manglandi virðing fyri hinum kommununum. Bygdaráðslimir halda, at meinar Tvøroyrar Býráð nakað við samstarv í Suð- uroy, skuldu teir havt tikið allar kommunurnar við frá fyrsta degi og ikki komið til teirra við einum lidnari ætlan. Teir vilja nú hava at vita, um Tvøroyrar Býráð er sinnað at samstarva um ætlaða ellis og røktarheimi í Vági, tí teir halda, at talan kann ikki bara vera um samstarv um tað, sum hóvar tvørafólki og higartil hevur Tvøroyrar Býráð verið trekt at boða frá sínari støðu til eitt ellis- og røktarheim í Vági. Politiskir rossahandil Og tað er júst her, at borg- arstjórin á Tvøroyri heldur, at hundurin liggur grivin. – Alt botnar í hasum holinum í Vági, sum varð grivið út til miðnámssula, men har ætlanin nú er at byggja ellis- og røktarheim, eftir at miðnámsskúlin er fluttur til Hovs. – Tað, sum hendir í løtuni er onki annað enn politiskir rossahandlar ímillum kreft- ir í landsstýrinum og kreftir í kommunum í Suðuroy fyri at noyða Tvøroyrar Býráð at vera við í einum ellis- og røktarheimi í Vági. Kristin Michelsen vísir staðiliga aftur, at Tvøroyrar Kommuna tvingar hinar kommunurnar at verða við til at vera við í eini barna- vernd undir eini sosialari deild á Tvøroyri. Annars hevur Tvøroyrar Býráð tik- ið fult undir við einari fe- lags Barnavernd, men vit vilja fegin bøta um tænast- una til borgaran við eini sosialari deild, men allar hinar kommunurnar eru vælkomnar at vera við í tí. Annars skulu 1500 fólk vera í hvørjum barnavernd- arøki, so skal tað vera, kann Tvøroyri skipa barnavernd einsamøll- men vit vilja helst hava eina og tað hava vit ongantíð dult. – Barnaverndarøkið verður lagt undir kommun- urnar 1. januar og tí mugu kommunurnar fyrireikað seg. Tað hevur Tvøroyrar Býráð gjørt við at fyrireika stovnanina av eini sosialari deild. Vit hava síðani bjóða hinum kommununum at vera við, tí vit halda fram- vegis, at tað er rætt at hava eina felags barnavernd. Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at hetta er akkurát sami leistur, sum aðrar kommunur í Føroyum hava gjørt. – Annars hava fundir verið ímillum borgarstjór- arnar, so heilt ókend er ætl- anin hjá Tvøroyrar Býráð ikki, leggur hann afturat. Somuleiðis heldur hann, at tað hevði verið meiri hóskandi um hinar komm- unurnar, gjørdi heilt greitt, hvussu tær halda, at Suð- uroy skal skipast í framtíð- ini og um, hvussu nógvar kommunur skulu vera og so fara til arbeiðis av álvara til frama fyri tí. Álvarsmál Annars staðfestir Kristin Michelsen, at tað verður hvørki Porkeris Kommuna ella landsstýrið, sum setir dagsskránna hjá Tvøroyrar Kommunu og tað vera sostatt ikki tey, sum koma at gera av, nær Tvøroyrar Býráð fer at viðgerða røkt- arheimsspurningin. Annars veit hann ikki, nær Tvøroyrar Býráð fer at viðgerða røktarheims- spurningin. Og tá tað verður, fer bý- ráðið ikki at viðgerða røktarheimsbygging í Vági, men alla eldrarøktina í Suðuroy sum heild, tí vit síggja Suðuroy sum eina eind. – Men hetta er eitt sera stórt og umfatandi mál, sum krevur gjølla viðgerð, serliga nú landsstýrismað- urin kunngerð, at eldraøkið skal leggjast undir komm- unurnar, sigur Kristin Michelsen. Annars sóknar hann framvegis eftir, at hinar kommunurnar viljavera við til at taka verulig stig til eina kommunusamanlegg- ing. – Sum støðan er nú, er heilsuskúlin fluttur av Tvøroyri og nú er eisini ætlanin at byggja røktar- heim í Vági. Vit kunnu ikki longur leggja rygg til at onki skal vera á Tvøroyri, sigur borgarstjórin. Alt botnar í einum holi í Vági Vit ætla ikki at tvinga hinar kommunurnar til nakað sum helst. Vit hava givið teimum eitt tilboð sum tær so kunnu taka støðu til, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri