Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2005 5 Tórshavnar Komm- una hevur samtykt at broyta byggisam- tyktina fyri Kolla- fjørð, soleiðis at økið nú verður havnarøki heldur enn vinnuøki. Eisini verður bryggju- kantur gjørdur TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á býráðsfundi í Havn hós- kvøldið samtykti Tórshavn- ar Býráð at gera broytingar í byggisamtyktini fyri Kollafjørð – fyri vinnuøkið á Signabø. Talan er um stóra økið, sum varð fylt upp við tilfarinum frá undirsjóvartunlinum um Vestmannasund. Í verandi byggisamtykt er økið lagt sum vinnuøki, meðan Tórs- havnar Býráð nú hevur samtykt at økið skal verða havnarøki. – Hetta økið hevur ligið í órøkt seinastu árini. Vit ælta nú at planera og asfaltera økið og gera ein bryggjukant, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Ætlanin er eisini, at hallir skulu kunna byggjast á økinum. Borgarar í Kollafirði hava mótmælt ætlanini, m. a. tí, at hetta hevur óhepin árin á umhvørvið, og at tað ger liviumstøðurnar hjá íbúgvunum á Signabø verri. Eisini halda tey, at larmur o. a. í sambandi við bygging av bingjuhavn í økinum fer at hava mink- andi sethúsavirði við sær. Í samtyktini hjá býráðn- um frá hóskvøldinum sten- dur, at ítøkiliga avgerðin, sum kommunan hevur tikið støðu til, kann lýsast við, at kommunan fær eina týð- andi havnarútbygging fyri minst møguligan kostnað og við minst møguligum inntrivum í náttúruna og helst ongum eyka ampa samanborið við umstøð- urnar í dag fyri borgararn- ar kring havnina. Tey, sum hava kært, mæla til at leggja havnina úti á Spermi, men hesum tekur býráðið so ikki undir við. Fyri málinum atkvøddu: Heðin Mortensen, Kári Árting (sum hevur sæti fyri Jógvan Arge), Leivur Han- sen, Hildur Eyðunsdóttir, Marin Katrina Frýdal, Inga Dahl (sum hevur sæti fyri Anniku Olsen), Sjúrður Olsen, Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen. Í móti málinum atkvøddi: Beate L. Samuelsen, með- an Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindenskov ikki greiddu atkvøðu. Gera havnarlag á Signabø Fyri at betra viður- skiftini á bryggjuni á Langasandi í Kollafirði, verða bryggjurnar báðar bundar saman. Arbeiðið kostar 22 mió kr TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyri samanleggingina mill- um Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar kommunu í 2000 varð farið undir at gera ein 100 m langa bryggju á Langasandi í Kollafirði. Hendan bryggj- an varð gjørd í sambadi við, at ein stór frystigoymsla varð bygd á havnaøkinum. Fyri at kunna nøkta tann tá akutta tørvin, varð bryggj- an bygd 60 m eystan fyri tað verandi bryggjuna, framman fyri virkinum hjá Vestsalmon. Í 2002 var farið undir at gera eina nýggja bryggju 100 m eystan fyri bryggj- una framman fyri frysti- goymsluna. Meðan hendan bryggjan var í gerð, varð uppisjóvarvirkið hjá Kolla- fjørð Pelagic bygt. Aftan á eina heldur stirvna byrjan, er rættulig gongd komin á virksemið á havnarøkinum. Í 2003 vóru inntøkurnar fyri havnina í kollafirði umleið 1,3 mió kr. Í 2005 eru inntøkurnar fyri havnina í Kollafirði mettar til 3,7 mió kr. – Við verandi umstøðum er bert møguligt at avgreiða tvey skip samstundis. Hetta ger, at tað ofta er trupulet at avgreiða skipini, sum mugu bíða ella fara aðrastaðni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Fyri at betra um um- støðurnar á havnarøkinum í Kollafirði verða bryggj- urnar báðar bundnar sam- an. Hetta arbeiðið er mett at kosta 22 milliónir krónur, og var tað samtykt á bý- ráðsfundinum hóskvøldið uttan atkvøðugreiðslu. Bryggjurnar á Langasandi skulu bindast saman Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jens Marius Poulsen, býráðsstjóri greiða frá ætlanum hjá Tórshavnar býráð Mynd: Jens Kristian Vang Stórt vinnuøki, bryggjukantur og atløgurampi til Norrønu verða gjørd á nýggja havnarlagnum á Signabø TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Virksemið á bryggjuni í Kollafirði er økt nógv seinastu árini. Virksemið hjá Kloosterboer Pelagic er vaksið so mikið nógv, at í framtíðini er ætlanin bert at hava virksemi, sum hevur við uppsjóv- arfisk at gera. – Tað er tí, at vit eru noydd at víðkað havnar- økið í Kollafirði, sigur Heðin Mortensen, sum vísir á ætlanina at broyta vinnuøkið Signabømegin til havnarøki. Ætlanin er eisini at víðka vinnuøkið oman fyri vegin niðan móti landsvegnum. – Í framtíðini eru eisini aðrar ætlanir á økinum. Tosað verður um at gera ein veg av Signabø niðan í landsvegin frá Kolla- fjarðartunlinum, soleiðis at tunga ferðslan frá havnarøkinum og vinnu- økinum kann fara beint út á landsvegin, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir eisini á, at tosað verður um at gera eina brúgv frá bryggjuni á Langasandi yvir um til bryggjuna á Signabø, har ætlnin eisini er at gera ein rampa til Norrønu. – Hetta verður gjørt, soleiðis at vit altíð kunnu taka ímóti Norrønu, eis- ini tá tað ikki viðrar í Havn, sigur Heðin Mor- tensen. Stórar ætlanir við vinnuøki í Kollafirði Hetta økið á Signabø skal nú verða havnarøki í framtíðini, um tað stendur til Tórshavnar Býráð. Men fyrst skal málið góðkennast í Innlendismálaráðnum