leygardagur 8. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 192 - 8. oktober 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Stríðast um floksnavn
Yvirhúsið í kekkiska tjóðartinginum hevur gjørt av, at
landsins kommunistaflokkur má fáa sær eitt annað navn.
Í teimum flestu londunum í Eysturevropa fingu
kommunistaflokkarnir sær nýtt navn, tá Jarntjaldið fall,
men í Kekkia varðveitti flokkurin navnið. Men tað
gongur ikki longur, tí samtyktin hjá yvirhúsinum sigur,
at kommunistaflokkar og nazistaflokkar hava ikki loyvi
at virka í Kekkia. Men lógaruppskotið verður uttan iva
felt í undirhúsinum, tí har hava kommunistarnir og
sosialdemokratarnir meiriluta. Talsmenn hjá kommun-
istaflokkinum vilja vera við, at samtyktin í yvirhúsin-
um er í stríð við kekkisku grundlógina.
Kommunistarnir vórðu riknir frá valdinum í Kekkia í
november í 1989, tá rithøvundurin Vaclav Havel stóð á
odda fyri einari kollvelting ímóti stýrinum. Men flokk-
urin fær framvegis lutfalsliga stóra undirtøku ímillum
veljararnar.
Leita eftir milliardum
Russisku myndugleikarnir eru farnir at leita eftir nógv-
um milliardum krónum, sum skulu vera horvnar úr tí
stóra oljufelagnum Yukos.
Myndugleikarnir siga, at talan er um einar 40
milliardir krónur, og at pengarnir eru sendir ólógliga av
landinum í árunum frá 2000 til 2003. Mikudagin rann-
sakaði løgreglan skrivstovurnar hjá Yukos í Moskva, og
samstundis var niðurlendska løgreglan inni á skrivstov-
unum hjá Yukos í Amsterdam og leitaði eftir skjølum.
Fyrrverandi stjórin í Yuikos, Mikhail Khodorkovskij,
sum eisini átti ein stóran part av fyritøkuni, fekk í
summar átta ára fongsul fyri skattasvik og fíggjarund-
andrátt.
Men løgreglan í Moskva leggur dent á, at leiðslan í
fyritøkuni var ikki einsamøll um at flyta pengarnar av
landinum. Eitt nú eru fleiri russiskir bankar undir ill-
gruna fyri at hava flutt pengar ólógliga úr Russlandi, og
løgreglan hevur eisini illgruna um, at úrlendskir bankar
og útlendskar fyritøkur vóru uppií, skrivar AP. Tí um-
fataði húsarannsóknin mikudagin ikki einans skriv-
stovurnar hjá Yukos, men eisini fleiri fyritøkur, sum
hava samstarvað við Yukos.
Kann enda í fongsli
Danski rithøvundurin, filmsmaðurin og ítróttarviðmerkj-
arin Jørgen Leth er av álvara komin í andglettin, síðani
hann gav út sína ævisøgu fyri nøkrum døgum síðani.
Í bókini, sum hevur heitið "Det Uperfekte Menn-
eske", skrivar Jørgen Leth millum annað, at hann hevur
havt kynsliga samveru við tveimum 17 ára gomlum
gentum í Haiti. Tað er serstakliga óheppið, tí Jørgen
Leth er danskur konsul í Haiti, og uttanríkisráðið í
Keypmannahavn hevur eisini sagt, hevði ráðið vitað av
hesum, hevði hann ikki fingið starvið sum konsul.
Frásøgnin í bókini hevur eisini vakt ans í Haiti. Ein
løgfrøðingur í løgmálaráðnum har sigur við BT, at
Jørgen Leth kann fáa upp í tíggju ára fongsul, kemur
hann til Haiti. Sambært haitiskari lóg er tað bannað at
hava kynsliga samveru við fólki, sum eru yngri enn 18
ár, og sjálvt um tilburðirnir vóru fyri ávikavist tíggju
og sjey árum síðani, er málið ikki fyrnað, sigur haitiska
løgmálaráðið.
Prestur hevði barnaporno
Ein 72 ára gamal amerikanskur prestur rindaði við
bankakortinum, tá hann keypti barnapornografiskt tilfar
á alnótini, og tað gjørdi, at løgreglan kundi taka hann.
Tá løgreglan fór at kanna telduna hjá prestinum,
funnu løgreglumenninir 150 barnapornografiskar
myndir í telduni. Presturin hevur viðgingið, at hann
hevur brotið lógina, og hann hevur samstundis gjørt av
at fara frá eftir at hava arbeitt 44 ár sum prestur, skrivar
AP. Nú kann hann fáa upp í fimm ára fongsul.
Presturin bleiv avdúkaður saman við umleið 1.200
øðrum, tá amerikonsku myndugleikarnir fór at kanna,
hvør hevði keypt barnapornografiskt tilfar frá einari
fyritøku í Hvítarusslandi. Tað vísti seg, at fleiri høvdu
rindað við bankakorti, og so var lætt hjá løgregluni at
avdúka tey.
-Guð bað meg fara í
kríggj í Afghanistan
og Irak. Tað skal am-
erikanski forsetin
hava sagt palestinska
forsætisráðharranum,
Mahmoud Abbas
BUSH
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er kortini ikki Mah-
moud Abbas, sum avdúkar
hendan partin av samrøðuni
teirra millum í juni í 2003,
men Nabil Shaath. Hann er
palestinskur
kunningar-
málaráðharri og var hjá-
staddur undir tingingunum.
- Bush segði við okkum:
"Eg havi fingið eitt kall frá
Guði. Guð hevði sagt: "Ge-
orge, tú skalt berja yvir-
gangsmenninar í Afghan-
istan niður". Tað gjørdi eg.
So
hevði
Guð
sagt:
"George, tú skalt gera av
við harðræðisstýrið í Irak".
Og tað gjørdi eg. Nú kenni
eg aftur á mær, at Guð
hevur kallað meg og sagt:
"George, tú skal geva pal-
estinunum teirra egna ríki,
geva ísraelsmonnum trygd
og Miðeystri frið". Og Guð
veit, eg skal gera tað, sigur
Nabil Shaath í samrøðu við
BBC.
Mahmoud Abbas váttar
fyri BBC, at kunningar-
málaráðharri hansara sigur
satt.
- Bush segði okkum eis-
ini, at hann hevði eina mor-
alska
og
átrúnaðarliga
skyldu, og at hann tí skuldi
tryggja palestinum egið
ríki, sigur Abbas.
Sendingin kom í BBC,
júst sum amerikanski for-
setin roynir at doyva amer-
ikonsku
atfinningarnar
ímóti krígnum í Irak. Hann
vil vera við, at víðgongdar
islamskar kreftir vilja hava
eitt islamistiskt ríki frá
Spania til Indonesia, men
sigur, at USA fer at forða
fyri hesum.
- Tað finst bara ein háttur
at verja seg ímóti slíkum. Vit
fara ongantíð at slaka, vit
fara ongantíð at gevast, og
vit góðtaka einki uttan ein
fullkomnan sigur, segði am-
erikanski forsetin fyrradag-
in. Samstundis vísa mein-
ingakanningar, at alt færri
og færri amerikanarar taka
undir við krígnum í Irak,
sum higartil hevur kostað
1.940 amerikonskum her-
monnum lívið, skrivar AP.
Granskarar stúra fyri,
at fuglakrímið kann
breiða seg sum
spanska sjúka í 1918.
Hon kravdi ímillum
20 og 50 milliónir
mannalív
SJÚKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Granskararnir vita ikki, um
fuglakrímið kann fara at
breiða seg sum ein heims-
umfatandi sótt, og teir vita
heldur ikki, nær tað so kann
henda. Men teir eru á einum
máli um, at tey seinastu
kanningarúrslitini vísa, at
tað er neyðugt at taka
vandan í álvara.
Tey seinastu tíggju árini
hava amerikanskir gransk-
arar at kanna virusið, sum
breiddi seg um heimin í
1918, og sum kostaði mill-
um 20 og 50 milliónir
mannalív. Úrslitið vísir, at
virusið,
sum
elvdi
til
sponsku sjúku, kom bein-
leiðis frá fugli. Spanska
sjúka var eitt slag av fugla-
krími, hvørs arvaeginleikar
broyttust spakuliga, til sjúk-
an gjørdist lívshættislig hjá
fólki. Nú royna granskarar-
nir so at bera hetta gamla
virusið saman við virusð í
fuglakríminum, sum hevur
kravt fleiri mannalív tey
seinastu árini.
- Fuglakrímið, sum vit
kenna nú, og virusið í
sponsku sjúku hava longu
fleiri felags eyðkenni, og tí
eiga vit at taka støðuna við
størri álvarssemi enn higar-
til, sigur Lars R. Haaheim,
professari á lærda háskúlan-
um í Bergen, við Dags-
avisen.
Uppgávan hjá granskar-
unum er nú et gera eitt yvir-
lit yvir, hvussu virusið í
fuglakríminum skal broyta
seg, fyri at sjúkan kann
enda sum eitt sótt, ið kann
krevja
fleiri
milliónir
mannalív. Úrslitini higartil
benda á, at fuglakrímið
kann vera í ferð við at ger-
ast ein nýggj spanska sjúka.
Jeffery K. Taubenberger,
sum hevur staðið á odda
fyri teimum amerikonsku
kanningunum, sigur við
Washington Post, at gransk-
ararnir vóna at kunna gera
eitt yvirlit yvir, hvussu vir-
usið í fuglakríminum broyt-
ist, og hvussu vandin fyri
einari sótt økist, so hvørt
sum virusið broytist.
Guð bað Bush leypa á
Afghanistan og Irak
Fuglakrímið kann gerast
ein heimsumfatandi sótt
Fuglakrímið kom upprunaliga frá høsnum í Landssynningsasia, og har hevur sjúkan kravt fleiri
mannalív.