leygardagur 8. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2005
7
Tjóðveldisflokkurin
almannakunngjørdi
fríggjamorgunin
alternativu fíggjar-
lógina hjá flokkinum.
Flokkurin heldur, at
fíggjarlógin hjá sam-
gonguni, ið er til við-
gerðar í tinginum í
løtuni, fjalir veru-
leikan
ALTERNATIV
FÍGGJARLÓG
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum kunnugt vísir fíggjar-
lógin fyri 2006, sum lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um, Bárður Nielsen, hevur
lagt fyri tingið eitt hall upp
á 219 milliónir krónur.
Sambært Tjóðveldisflokk-
inum er veruliga hallið tó
væl hægri.
Útreiðslur uttan fyri
fíggjarlógina
Í hesum sambandi vísir
flokkurin á, at til dømis er
ein útreiðsla upp á 50
milliónir til Hovstunnilin
lagdar uttan fyri fíggjar-
lógina í eitt partafelag,
hóast talan er um eina al-
menna útreiðslu.
Somuleiðis sigur Tjóð-
veldisflokkurin, at tær út-
reiðslur, ið standa av vega-
gerð í Leirvík í sambandi
við Norðoyatunnilin, held-
ur ikki eru tiknar við í
fíggjarlógini, og tí vísir
fíggjarlógaruppskotið hjá
samgonguni ikki tað veru-
liga roknistykkið fyri sam-
felagið Føroyar 2006.
Tjóðveldisflokkurin
heldur, at uppskotið hjá
samgonguni
hevur
eitt
óneyðuga stórt hall, og
soleiðis hevur tað verið øll
árini undir sitandi sam-
gongu.
Uppskotið hjá Tjóð-
veldisflokkinum vísir
minni hall
Alternativa fíggjarlógar-
uppskotið hjá størsta and-
støðuflokkinum hevur tó
eins og uppskotið hjá sam-
gonguni eitt hall, men upp-
skotið hjá Tjóðveldisflokk-
inum hevur eitt hall, sum er
66,5 milliónir minni enn
tað, sum nú verður viðgjørt
í tinginum.
Millum størstu sparingar,
ið Tjóðveldisflokkurin hev-
ur í sínum uppskoti, eru eitt
nú tær 20 milliónirnar, sum
skulu nýtast til seinastu
umbyggingarnar av ting-
húsinum komandi ár. Eis-
ini heldur flokkurin, at tær
2,5 milliónirnar, ið skulu
nýtast til eitt løgmanssæti í
Hoyvík eiga at verða strik-
aðar.
Skattalættin rakar
tey skeivu
Nógv umrøddi skattalættin
upp á 60 milliónir krónur,
ið samgongan hevur tikið
við í sínari fíggjarlóg, ger
bara gjónna millum rík og
fátøk í Føroyum størri,
heldur Tjóðveldisflokkurin.
- Okkara útrókningar
vísa, at tey, sum hava eina
inntøku upp á umleið
500.000 krónur árliga, fáa
ein skattalætta upp á slakar
40.000 krónur. Hinvegin
fær arbeiðarin við eini inn-
tøku upp á einar 200.000
krónur árliga bert eini
4.000 krónur í skattalætta.
Við teimum øktu avgjøld-
unum merkir hetta, at ar-
beiðarin í veruleikanum
fær øktar útreiðslur, meðan
tey við høgu inntøkunum
fáa meiri pening millum
hendurnar.
Hetta
ger
gjónna millum rík og fátøk
í Føroyum bara enn størri,
og tað hevur ein tendensur
undir sitandi samgongu,
heldur flokkurin.
Raðfestingin líkist tí
hjá samgonguni
Tað er tó ikki á øllum økj-
um, at Tjóðveldisflokkurin
er so ósamdur við sitandi
samgongu. Tá ið hugt verð-
ur at hvørji mál, ið flokk-
urin raðfestir hægst, so eru
hesi ógvuliga meinlík tey
mál, ið samgongan hevur
raðfest.
Sum dømi um hetta kann
nevnast, at bæði samgong-
an og Tjóðveldisflokkurin
eru samd um at raðfesta
útbúgving, gransking og
mentan høgt, og tað sama
er galdandi við størri
ábyrgd til kommunurnar.
Spurd, hví flokkurin ikki
kemur við eini alternativari
fíggjarlóg, ið vísir eitt yvir-
skot, sigur Tjóðveldisflokk-
urin:
- Um vit høvdu havt tí
almennu umsitingina og
alla skipanina í rygginum,
høvdu vit ivaleyst kunnað
farið meiri gjølla inn á
summi øki og spart nakað
væl afturat, men tað fáa vit
ikki gjørt í verandi støðu,
sigur flokkurin.
Í sambandi við tíðinda-
fundin á gamla Apotek
fríggjamorgunin,
tá
ið
Tjóðveldisflokkurin legði
fram sína alternativu fíggj-
arlóg, byrjaðu tinglimir
flokksins fundin við at
syngja føðingardagssang
fyri Torbjørn Jacobsen,
løgtingsmanni. Tobbi fylti
50 ár fríggjadagin, men tað
forðaði ikki honum í at taka
lut í politiska arbeiðinum á
føðingardegnum.
tn
Tað fellur ikki í góða
jørð í Tjóðveldis-
flokkinum, at sam-
gongan inntøkuførir
milliónaupphæddir,
sum koma í sambandi
við væntaðar ein-
skiljingar og almenn-
ar sølur
FÍGGJARLÓGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í fíggjarlógaruppskotinum,
sum í hesum døgum verður
viðgjørt í tinginum, hevur
samgongan roknað við
inntøkum frá einskiljingum
og almennum sølum, og tað
heldur Tjóðveldisflokkurin
verða burturvið.
Skuldi heldur
farið í grunn
- Tær einskiljingar, sum
liggja í kortunum, eru púr-
asta ófyrireikaðar, og tað er
burturvið at seta inntøkur
frá teimum á fíggjarlógina,
tí eingin veit við vissu, um
tær verða veruleiki í kom-
andi ári. Um so var, at tær
vóru komnar so langt, at
tað bert manglaði politiska
góðkenningin, so var tað
eftir okkara tykki kanska í
lagi at inntøkuføra tær,
heldur Páll á Reynatúgvu,
framsøgumaður flokksins í
fíggjarmálum.
Páll á Reynatúgvu vísti tó
á, at flokkurin heldur tað
verða skeivt at inntøkur frá
møguligum sølum av al-
mennum ognum verða nýtt-
ar til raksturin á fíggjar-
lógini. Tjóðveldisflokkurin
er av teirri fatan, at rættast
hevði verið at sett inntøk-
urnar frá slíkum sølum í ein
búskapargrunn, sum flokk-
urin hevur lagt uppskot
fram um.
Sungu fyri Tobba
Ófyrireikaðar einskiljingar
Í fíggjarlógarupp-
skotinum hjá sam-
gonguni eru fleiri
ting, ið Tjóðveldis-
flokkurin sigur seg
kenna aftur frá tíð-
ina, tá ið flokkurin
sat í samgongu
saman við Fólka-
flokkinum, Mið-
flokkinum og
Sjálvsstýrisflokkin-
um, og sum tá varð
stungið út í kortið.
Hetta fegnast flokk-
urin um
FÍGGJARLÓG
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum dømi um hetta
nevnir flokkurin upp-
skotið um at leggja bar-
silsskipanina út til ar-
beiðsmarknaðin, og eis-
ini at kommunurnar fáa
størri og størri ábyrgd á
eldraøkinum.
- Vit høvdu uppskotið
um at leggja barsilsskip-
anina út til arbeiðsmark-
naðin fyri fleiri árum
síðani, og vit fegnast um,
at samgongan nú hevur
tikið tað til sín, sigur
flokkurin.
Eisini hevur samgong-
an ætlanir um at um-
fíggja landskassaskuld-
ina, og tað sigur Tjóð-
veldisflokkurin
eisini
verða eitt av sínum
børnum, sum sitandi
samgonga hevur ættleitt,
sum tikið verður til.
- Vit kunnu hóast alt
staðfesta, at hetta eru
nógv av okkara børnum,
ið nú eru farin til gongu,
og tí herja vit ikki so
øgiligt á í kjakinum um
fíggjarlógina, sigur Tjóð-
veldisflokkurin og vísir
á, at nógv tær flestu íløg-
urnar hjá samgonguni
eru frá raðfestingini hjá
flokkinum í 1999.
Kenna nógv aftur
Páll á Reynatúgvu helt vegna
Tjóðveldisflokkin, at tað er
skeivt av landsstýrismann-
inum í fíggjarmálum, Bárði
Nielsen, at inntøkuføra
milliónaupphæddir frá
møguligum einskiljingum og
almennum sølum í fíggjar-
lógaruppskotið, tí tær eru
ikki nóg væl fyrireikaðar enn.
Mynd: Jens Kr. Vang
Fíggjarlógin fjalir veruleikan
Undirskotið á alternativu fíggjarlógarini hjá Tjóðveldisflokkinum er 66,5 milliónir minni enn tað hjá samgonguni.
Mynd: Jens Kr. Vang