leygardagur 8. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 192 - 8. oktober 2005
Tá ið nýggi Smyril
stevnir inn á Tvøroyri
leygardagin 15. ok-
tober, fer hann at fáa
eina hjartaligari
móttøku enn nakar
kongligur hevur
fingið í Suðuroy
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið nýggi Smyril stevnir
inn á Tvøroyri leygardagin
15. oktober, fer hann at fáa
eina móttøku, sum aldrin er
sædd fyrr um okkara leiðir
- í hvussu so er í Suðuroy.
Í løtuni situr ein arbeiðs-
bólkur og fyrireika eina
móttøku, sum fer at fáa
allar kongligar móttøkur at
blikna og sum fer annars at
siga spaðar frúgv til til øll
onnur tiltøk av hesum slagi
í Suðuroy.
Hendan móttøka kemur
so afturat teirri formligu
móttøkuni, sum Strand-
ferðslan skipar fyri á
Tvøroyri.
- Nýggi Smyril er størsta
framstig í Suðuroyarsøgu í
eitt mannaminni og tí haldi
vit eisini, at hann hevur
uppiborðið eina heilt ser-
liga móttøku, sigur Søren
Lünell Bruhn, sum er við til
at samskipað móttøkuna.
Fólksins móttøka
Tann móttøka, sum ar-
beiðsbólkurin
fyrireikar,
verður av sonnum ein fólk-
sins móttøka.
- Móttøkan verður eitt fe-
lags-projekt
fyri
alla
Suðuroynna, úr norði í
suður, úr vestri í eystur,
samstundis
sum
at
ítróttarfeløg, musikkskúlin
og mong onnur kýta seg
fyri
at
hetta
til
ein
veitsludag uttan saman-
bering í Suðuroy, leggur
hann afturat.
Tilsamans fer móttøkan
at kosta einar 300.000
krónur og fyri at fíggja til-
takið, hava bæði vinnulív
og kommunurnar í Suðuroy
stuðlatiltakinum. Tilsamans
lata kommunurnar 150.000
krónurí stuðuli til tiltakið
og tað er 30 krónum fyri
hvørt fólk í kommununum.
Samstundis
hevur
Strandferðslan
játtað
50.000 krónur til fýrverk,
sum ætlanin er at skjóta um
kvøldið.
Tilsamans vænta fyri-
reikararnir, at eini 3000
fólk fara at verða við til at
bjóða nýggja Smyrli væl-
komnum.
Eftir tí, sum nú liggur í
kortunum, stevnir Smyril
inn á Tvøroyri leygardagin
15. oktober klokkan 13.
Samstundis kemur Smyr-
il 1 úr Havnini og teir báðir
skulu so fylgjast inn eftir
fjørðinum.
Bæði úti og inni
Annars er ætlanin, at bæði
gamla sluppin Johanna,
grindabátarnir
í
Vági,
kappróðrarbátar og ivaleyst
eisini aðrir bátar við, skulu
út á fjørðin at fylgja Smyrli
at bryggju.
À gomlu samferðslu-
havnini á Drelnesi er ætl-
anin at savna ítróttarfeløg,
bindiklubbar og alskyns
feløg
og
felagsskapir
klokkan 12.30, sum síðani
skulu ganga í skrúðgongu
út í nýggju samferðslu-
havnina, har Smyril leggur
at.
- Vit vóna at tey fara í
eyðkennisbúnar og annars
vilja gera eitt sindur burtur-
úr, fyri at fáa eina litfagra
og sermerkta skrúðgongu.
À nýggju samferðslu-
havnini er so ætlanin at
hornorkestur skal spæla.
Har er eisini ætlanin at
syngja ein nýggjan felags-
sang, sum NePtuN hevur
yrkt til nýggja Smyril.
Har verður annars tann
formliga
móttøkan
hjá
Strandferðsluni við røðum
og tí, sum annars hartil
hoyrir.
Aftaná er ætlanin at fara
inn í ítróttarhøllini í Trong-
isvági.
- Har er ætlanin at savna
dastið av tónleikarum í
Suðuroy at framføra. Til
børnini er ætlanin at hava
hoppiborg og annars ym-
iskt annað undirhald. Sam-
stundis bjóða fyrireikarar-
nir pylsur og sodavatn. Før-
oyskur dansur og felags-
sangur er eisini á skránni.
Har er eisini ætlanin at
hava ein lítlan røðarapall
(Speakers Corner), har ein
og kann fáa høvi til at siga
sína hugsan um Smyril.
Um kvøldið er so ætlanin
at hava stórdans í høllini í
Trongisvági.
Søren Lünell Bruhn sig-
ur, at alt tiltakið er ókeypis.
Hann
leggur
kortini
afturat, at enn er ikki alt
endaliga fastlagt, so broyt-
ingar kunnu verða gjørdar.
Nýggi Smyril fær
tey kongligu at blikna
PRIVATISERING
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Ætlanin er at privatisera
partar av fleiri almennum
fyritøkum í 2006. Polit-
iska viðgerðin í lands-
stýrinum av privatiser-
ingini byrjar í næstum.
Tá fara samgonguflokk-
arnir sum tað fyrsta mál-
ið í privatiseringstil-
gongdini at viðgera At-
lantsflog. Hetta upplýsti
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í tinginum
fríggjamorgunin. Ætlan-
in er at lýsa part av flog-
felagnum til sølu í næsta
ársfjórðingi í 2006. Eis-
ini politiska viðgerðin av
tryggingarfelagnum Lív
verður tikin upp í næst-
um, helst um aldarskiftið
segði
landsstýrismað-
urin. Her er ætlanin at
selja 50%.
Triðja almenna felagið,
sum verður privatiserað,
er Føroya Tele. Næstu
vikurnar fer landsstýrið
at fáa uppskot um, hvørja
leið man fer at velja á
hesum økinum. Politiska
viðgerðin av Føroya Tele
verður eftir ársskiftið.
Ætlanin er, at politiska
viðgerðin í samgonguni
av hesum trimum al-
mennu stovnum skal vera
liðug, soleiðis at málini
kunnu leggjast fyri tingið
áðrenn seinasta fram-
løgudag 5. mars.
Um Føroya Tele segði
landsstýrismaðurin ann-
ars, at landsstýrið hevur
enn ikki tikið endaliga
støðu, hvussu privatiser-
ingin skal fara fram og
her verður so serliga
hugsað um netið. Hann
vísti tó á, at ætlanin er at
privatisera raksturin av
Føroya Tele tvs. at selja
allan tann partin av fyri-
tøkuni, sum landsstýrið
ætlar sær at sleppa av við
í einum. – Letur tað al-
menna netið frá sær, so
kann tað koma hartil, at
tað uppá sikt verður
neyðugt hjá landinum at
fáa sær egið net aftur.
Um privatiseringarnar
sum heild segði Bjarni
Djurholm, at almennu
fyritøkurnar verða antin
seldar lutvíst ella samlað.
LIST
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Mánadagin letur Øssur
Johannesen upp fram-
sýning í Gallarí Fríðriks-
vág í Vágsbotni og sama
dag gevur út sína 5.
fløgu.
Mánadagin letur lista-
maðurin Øssur Johanne-
sen upp framsýning í
Gallarí
Fríðriksvág
í
Vágsbotni í Havn. Talan
er um málningar, sum vit
kenna teir frá honum.
Daprar
expressionist-
iskar menniskjalýsingar.
Fleiri stórir málningar
eru á sýningini. Fram-
sýningin er opin frá
mánadegnum 10. oktober
til 30. oktober og opið er
frá klokkan 16 til 17:30.
Fløga
Sama dag gevur Øssur út
sína 5. fløgu. Hann spæl-
ir sjálvur øll ljóðførini;
bass, akk. guitar, trumm-
ur og el-guitar. Har er
okkurt
við
indiskum
íblástri, men annars bæði
stilt og vilt. Fløguna hev-
ur Kartni Fornagarð tikið
upp uppá 3 tímar inni hjá
Øssuri og Jón McBirnie
hevur ljóðblandað.
Kristian Davidsen, strandferðslustjóri, vindur føroyska flaggið á stong á nýggja Smyrli á fyrsta sinni, eftir at skipið varð yvirtikið.
Móttøka verður á Drelnesi næsta leygardag
Privatiseringarnar:
Fyrst Atlantsflog
– síðani Lív
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska oljufelagið At-
lants
Kolvetni
hevur
seinastu tríggjar vikurnar
verið við í eini oljubor-
ing í Írska havinum sam-
an við fleiri øðrum olju-
feløgum. Talan er um ein
avmarkingarbrunn á olju-
feltinum West Lennox,
sum liggur í eystara part-
inum av írska havinum.
Sett varð á at bora 18.
september og er boringin
júst endað. Hon er gjørd
upp sum eitt "tight hole"
tvs. at enn verða upplýs-
ingar ikki latnir út til al-
menningin. Atlants Kol-
vetni, sum herfyri keypti
seg inn í West Lennox,
eigur 25% av loyvinum.
Boringin verður gjørd
fyri at finna fram til,
hvussu stór ein komandi
framleiðsla kann blíva.
Tað er Challenger Mine-
rals, sum er fyristøðu-
felag. Ætlanin er nú at
kanna eitt annað spenn-
andi øki í grannalagnum,
sum verður kallað Cros-
by verður upplýst í skrivi
frá Atlants Kolvetni.
Atlants Kolvetni liðugt at bora
Øssur í Fríðriksvág