leygardagur 8. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2005
9
Viðvíkjandi ríkisfe-
lagsskapinum hevði
Anfinn Kallsberg ikki
so nógvar viðmerk-
ingar til røðuna hjá
Anders Fogh Rasmus-
sen. Hinvegin hevði
hann viðmerkingar
til tað politiska inni-
haldið sum heild
RÍKISFELAGSSKAPUR
Marjun Dalsgaard
Myndir: Símin Hansen
Hóast Fogh hevur gjørt sítt
besta fyri at standa fram
sum ein nútímans politikari
við eini áskoðan sum fáir
javnaðarmenn kunnu siga
honum ímóti, rósti Anfinn
Kallsberg røðuni hjá Fogh
fyri at innihalda nógv góð
borgarlig virði.
Tað var serliga partin um
familju- og skattapolitikk-
in, sum hann legði dent á,
og hann helt fyri, at hetta
vóru loysnir, sum hann ætl-
aði at kopiera í Føroyum.
Viðvíkjandi viðurskift-
unum millum Føroyar og
Danmark segði Anfinn
Kallsberg, at hann helt, at
tann diskussiónin skal tak-
ast í Føroyum.
Tá vit í Føroyum eru
komin ásamt um, hvat vit
vilja, kunnu vit siga donsku
stjórnini frá, segði hann.
Anfinn Kallsberg rósti
somuleiðis heilmildarlógini
og
yvirtøkulógini
sum
vórðu settar í gildi í summ-
ar og tóktist vera nøgdur
við leiðina í ríkisfelags-
skapinum.
Fogh: Ríkisfelags-
skapurin blómar
Lars-Emil Johansen hevði
talað at donsku stjórnini
fyri einki at gera í einum
máli um eina 18 ára grøn-
lenska kvinnu, ið er komin
í
eina
religiøsa
sekt.
Kuupik Kleist tosaði um
plutoniumdálkað umhvørvi
í Grønlandi takkað verið
dønum, og Høgni Hoydal
fanst at tí manglandi sam-
huganum undir kreppuni í
1992.
Norðuratlantsbólkurin
sum heild legði dentin á eitt
undirtrykkjandi Danmark,
meðan Anfinn Kallsberg
legði upp til eina felagsleið
innan fleiri politisk økir,
eins og hann segði, at tað
var røtt leið, sum var stung-
in út í kortið við heimildar-
og yvirtøkulógunum.
Hóast at tey trý av fýra
kjakinnleggum
frá
norðuratlantiska partinum
av ríkinum vóru sera nega-
tiv, endurtók Anders Fogh
Rasmussen, at ríkisfelags-
skapurin blómar og menn-
ist í hvørjum til ein meira
nútímans felagsskap mill-
um javnsett lond.
- Vit arbeiða støðugt fyri,
at Føroyar og Grønland
skulu fáa meira ábyrgd,
segði hann.
Tað er danska sjálvs-
myndin, sum stendur
í vegin fyri, at vit
kunnu fáa eitt gott og
uppbyggjandi kjak
um meira sjálvræði til
føroyingar, segði
Høgni Hoydal undir
viðgerðini av frá-
greiðingini hjá for-
sætismálaráðharran-
um
RÍKISFELAGSSKAPUR
Marjun Dalsgaard
Myndir: Símin Hansen
Danir fortreingja teirra
samleika sum gamalt hjá-
landaveldi og tola snøgt
sagt ikki, at tað verður prik-
að til teirra sjálvsmynd sum
eitt fitt og friðarligt fólk,
sum bert vil øðrum tað
besta.
Tá ið føroyingar og grøn-
lendingar tosa um sjálvstýri
og fullveldi, verður tað av
dønum uppfatað sum eitt
álop á hesa sjálvsmynd, og
tí er tað ógjørligt at hava
eitt fruktagott kjak um
sambandið millum Dan-
mark, Grønland og Føroyar.
Tað er ógjørligt at fáa ein
dialog í lag - alt verður bara
skúgvað til viks. Ein tílík
fortreinging er ósunn, og
danskir politikarir eiga at
seta eina umfatandi sjálvs-
rannsakan í verk, har hugt
verður eftir, hvussu danir
síggja seg sjálvar, og
hvussu veruleikin er, segði
Høgni Hoydal í viðgerðini
av frágreiðingini hjá Fogh.
Tosa um kenslur
Forkvinnan hjá Radikala
Vinstraflokkinum,
Mar-
ianne Jelveld hevði millum
annað eina viðmerking.
Hon takkaði fyri analysuna
og segði:
- Mín sjálvsmynd er til
dømis, at Føroyar og Grøn-
land eru ein partur av Dan-
mark, og vit hava ein fe-
lagsskap, sum er bygdur
upp yvir nógv ár. Eg kundi
hugsað mær at vita, um
føroyska sjálvsmyndin er,
at danska fólkið uppfatar
Føroyar sum eitt stað við
stórum ríkidømi, sum vit
treyðugt vilja sleppa, segði
hon. Haraftrat segði hon
seg halda, at tað er løgi at
vilja oyðileggja eitt sam-
band, sum er ment ígjøg-
num so nógv ár.
- Hesar kenslur eru júst
viðurskifti, vit mugu læra
okkum at tosa um. Vit vilja
vera líkastillaðir felagar,
sum kunnu blóma í altjóða
urtagarðinum, men tað
merkir ikki, at vit ikki
skulu
samstarva,
segði
Høgni Hoydal
Hann segði seg somu-
leiðis ynskja, at danska
stjórnin ikki bert stuðlar
politiskum kreftum, ið vilja
varðveita ríkisfelagsskapin,
sum hann er, men eisini
teimum, sum arbeiða fyri
meira sjálvstýri.
Vilja broyta
grundlógina
Grønlendska fólkatingsum-
boðið Lars-Emil Johansen
segði í viðgerðini av setan-
arrøðuni hjá Anders Fogh
Rasmussen hóskvøldið, at
Norðuratlantsbólkurin
vegna grønlendsku limirnar
umhugsar at skjóta upp
grundlógarbroyting,
nú
Radikali Vinstraflokkurin,
Danski Javnaðarflokkurin
og Sosialistiski Fólkaflokk-
urin kortini hava skotið upp
at broyta grundlógina í
sambandi við, at Mary er
við barn.
- Um gongd verður sett á
eitt arbeiðið at broyta
donsku grundlógina, kunnu
vit tað sama gera fleiri
broytingar. Eg kundi hugs-
að mær, at tað til dømis
varð lagt aftrat, at grund-
lógin ikki er galdandi fyri
Føroyar og Grønland, men
at viðurskiftini millum
londini verða ásett leypandi
við hjálp av sáttmálum,
sigur Lars-Emil Johansen
við Sosialin.
Grundlógin setir
forðingar
Trupulleikin er millum
annað, at teir ferð eftir ferð
renna seg inn í forðingar í
grundlógini í sambandið
við arbeiði í grønlendsku
sjálvstýriskomissiónini,
sum danska stjórnin hevur
sett niður at gera eina
nýggja
heimastýrisloysn
fyri Grønland. Um broyt-
ingin skal umfata Føroyar
eisini, er sjálvsagt bert um
føroyingar eru áhugaðir í
hesum.
- Hetta er ikki av illvilja
móti dønum, vit vilja bara
hava eina smidligari skip-
an, sum vit kunnu arbeiða
betur undir - ein grundlóg
er skrivað av og til eitt fólk,
og grønlendingar eiga ikki
ein
bókstav
í
donsku
grundlógini. Hon er ikki
ein mynd av mentanini hjá
grønlendska fólkinum, og
vit hava aldri viðtikið hana,
sigur Lars-Emil Johansen
og leggur aftrat, at grøn-
lendingar hava helst enn
sterkari bond til Danmark
kensluliga og biologiskt
enn føroyingar, men bandið
millum londini má nútím-
ansgerast, og tað helst við
einum sambnadi sum »free
association«, ið er ein polit-
isk loysn, sum gevur meira
sjálvstýri, men ikki ikki
loysing, sigur Lars-Emil.
Høgni: Danir mugu taka í egnan barm
Anfinn vil kopiera
politikkin hjá Fogh
Høgni Hoydal tosaði um kenslur í viðgerðini av røðuni hjá
Anders Fogh, og helt at danir treingja til eina sjálvrannsøkn
Hóast at tey trý av fýra kjakinnleggum frá norðuratlantiska
partinum av ríkinum vóru sera negativ, endurtók Anders Fogh
Rasmussen, at ríkisfelagsskapurin blómar.
Anfinn Kallsberg rósti røðuni
hjá Anders Fogh Rasmussen
og legði dent á, at kjakið um
loysing skal førast í Føroyum