Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 192 - 8. oktober 2005 Vit eru í einum búskaparligum stígi. Tað ásanna øll í vinnuni - fíggjarheimurin, búskaprfrøðingar, løntak- arar og vinnulívsfólk - og tað sæst eisini aftur í upp- skotinum til fíggjarlóg fyri 2006. Landsstýrið hevur tí skotið upp at seta meiri pening av til løgur fyri at hava fólk í arbeiði. Harafurat hevur landsstýrið borið so í bandi, at hesar løgur verða kring alt landið, soleiðis at flest møgulig fáa inntøku frá hesum arbeiðum. Serliga legur landsstýrið dent á, at Suðuroyggin er tað økið, sum næsta ár fær mesta ágóðan av íløgunum. Fyrst og fremst tí, at oyggin hevur verið rakt av fleiri búskaparligum hóttaføllum. Bæði í tí stóru kreppuni og eisini í seinri árum. Virki í bæði Vági og í Hvalba hava verið latin aftur í longri og stytri tíðarskeið. Harafturat var alivinnan, sum gav nógvum fólkum arbeiði, fyri einum álvarsomum bakkasti. Løgurnar í Suðuroynni eru fyrst og fremst í undirstøðu- kervið - Hovstunnilin, men eisini í nýggjan miðnáms- skúla. Tað er í fínasta lagi, at landsstýrið skýtur upp at økja løgurnar í komandi fíggjarlóg. Hesin politikkur er í samljóð við ástøðið hjá búsaparfrøðingnum, Keynes, um at tað almenna skal brúka pening, tá einskilda vinn- an heldur aftur. Og øvugt. Hesar nevndu íløgurnar koma sjálvandi fólkinum og vinnuni, sum býr í Suðuroynni til góða, tí tunnilin bøtir um undirstøðukervið og skúlin bøtir sum frálíður um førleikan hjá fólkinum, her býr. Tað, vit afturímóti kanska sakna í uppskotinum til fíggj- arlóg, eru tankar um og uppskot um, hvussu vit meiri miðvíst økja inntøkuna hjá føroyska samfelagnum. Skulu vit hava ein sterkan og sum frálíður ein sjálvber- andi búskap mugu vit hava fleiri vinnuvegir, sum kasta meira pening av sær. Eitt er "ígongdsetarastuðul" - stuðul at fara undir virk- semi - kanska alternativt virksemi til fiskivinnuna, og eitt annað er gransking. Nógv er sagt og skrivað um gransking seinastu tíðina, men tað skerst ikki burtur, at vit eru eftirbátur, tá tað kemur til gransking - serliga einskilda vinnulívið, sum liggur aftarliga, um vit samanbera okkum við onnur norðurlond. Ein av undangongumonnunum í føroyska nútíðarsam- felagnum, Atli Dam, plagdi onkuntíð at siga, at vit skulu "framleiða" okkum úr kreppum. Vit eru ikki í eini kreppu, men hava ein búskaparligan stíg. Tí eigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at leggja størri dent á tað, hann segði á síðsta valfundinum undan seinasta valið. Og tað var at leggja orku í at økja vinnumøguleikarnar og inntøkuna hjá føroyska samfelagnum, so Føroyar gerast eitt enn betri stað at búgva í. DAGSINS MEINING Sosialurin Meiri til gransking og nýggjar vinnumøguleikar! VIÐMERKINGAR - samtykt av Tórs- havnar Býráð uttan viðmæli frá Kollfjarð- arnevndini eftir hoyringsfreist Ben Arabo Oyrareingir Býráðið samtykti í apríl at broyta ídnaðarøkið inni á Oyrareingjum til havnaøki, og samstundis var ein havnaútbygging samtykt, har "byggingin er partur av eini heildarætlan". Vit vóru nøkur sum bóðu um innlit í málið og hugdu at hesi góðu heildarætlan. Henda heild- arætlan um eina risastóra bingjuhavn er ein ørvitis- ætlan, sum oyðileggur Kollafjørð fyri komandi ætt- arlið, og kemur við tíðini at niðurleggja sunnara arm av fjørðinum sum búpláss. All- ur tann innari parturin av Kollafirði verður ein kei- kantur og einki annað, og um borgarar í Kollafirði og í kommununi annars sóu nakrar av niðurstøðunum í tilfarinum, sum liggur til grund fyri bingjuhavnsætl- an býráðsins, so høvdu teir øtast. Hesar niðurstøður vóru ikki lagdar fram á so- nevnda kunningarfundinum hjá Tórshavnar kommunu í mars mánað í ár. Leggjast kann afturat, at friðingar- myndugleikarnir ikki hava viðgjørt hesa heildarætlan. Borgarar í Kollafirði skrivaðu so eina kæru, með- an broytingin var til hoyr- ingar. Henda kæra er so viðgjørd og havnameistarin vil, ikki óvæntað, halda fast um ætlanina, og havna- nevndin og byggi- og býar- skipanarnevndin hava sam- tykt at taka undir við til- mælinum. Nú átti Kollfjarðanevnd- in sjálvsagt, sum hinar nevndinar, at tikið støðu til um tey framvegis vilja við- mæla ella frámæla ætlanini eftir at hoyringssvarini eru komin inn. Men nei, her hevur man so snilt frá bý- ráðsins síðu syrgt fyri ein- ari "kunning" uttan niður- støðu. Úrslitið er, at fyrsta stig í størsta inntriv nakran- tíð í Kollafirði var samtykt á býráðsfundi 6 oktobur, uttan viðmæli frá Kollfjarð- arnevndini, eftir at kærur- nar vóru tiknar við í málið. Tað er við einari ávísari skepsis, at eg lesi litfaldaran um eina grønari Tórshavnar Kommunu, tá míni børn kunnu síggja fram til ein Kollafjørð undir asfalti og betong við bingjum til útsikt. Hetta verður úrslitið, tá man nú setur skjøtil á eina havnabygging, ið, sum bý- ráðið so fínt sigur tað, "er ein partur av eini heildarætlan". Vónandi er síðsta orðið ikki sagt í hesum máli. Livst so spyrst. Størsta inntriv nakrantíð í Kollafirði Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur. http://heima.olivant.fo/~ey dgunn Nú um dagarnar sigur landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at hann fer at royna at fáa semju í samgonguni um at leggja eldraøkið út til kommunun- nar. Sæð frá okkara sjónar- horni úti í kommununum eru hetta góð tíðindi. At fáa tey økir út ið beinleiðis við- víkja okkara borgarum, hava vit longi ynskt og ar- beitt fyri. Hans Pauli Strøm vísir á, at royndirnar við barnans- ingini hava víst, at komm- unan kennir betur tørvin hjá sínum borgarum og er skjótari at byggja út fyri at nøkta henda tørv, enn landið er - hetta kann ein ikki annað enn vera samdur í. Eldraøkið er ikki so ein- falt at umsita sum barnaans- ingin. Hetta kann tó gerast við at landið setir krøv til størri eindir og samstarv millum kommunur, sum gjørt er við barnaforsorgar- lógini. Eisini mugu ásetast minstu krøv til tænastuna til tey eldru. Verður hetta gjørt, so ivist eg onga løtu í, at eldraøkið ferð at verða líka væl umsitið úti í kommun- unum sum barnaansingin er tað. Tjakast verður um, hvør best kennir tørvin ella er nærri borgaranum landið ella kommunan. Tey ið ikki vilja, at økið verður lagt út, føra fram, at landið er so lít- ið, og at ein umsiting er nokk. Hetta kann ljóða gott og einfalt. Mínar royndir í 8 ár innan kommunala økið vísa, at einstaka kommunan kennir nógv betur tørvin hjá borgaranu, og er før fyri at nøkta hann ofta, uttan at hetta viðførir meira umsiting. Í dag hava vit heimarøkt- ina, røktarheim, vistarheim og sambýlir. Hesi tilboð eru ikki skipað sum ein eind. Verður økið kommunalt, kann tað skipast við einari leiðslu, einum stað at skriva seg upp til røkt og einari upptøkunevnd, ið kann visitera umsøkjarar inn á tann stovn ið júst passar til hansara tørv. Henda skipan vil viðføra, at tørvurin í kommununi verður lýstur og viðgjørdur á einum stað. Umsitingin kann gerast ein- faldari og tað verður lættari at geva teimum eldru tilboð, ið samsvara við teirra tørv. Fíggingin av teimum økj- um, ið vera løgd út hevur stóran týdning. Royndirnar við barnaansingini eru, at kommununnar bert fingu ein lítlan part av tí peningi ið økinum tørvaði frá land- inum, tá ið ansingin var løgd út. Henda sannroynd hevur viðvirkað til, at kommununar ynskja at øk- ini skulu fíggjast við at landsskatturin skal lækka og kommunuskatturin hækka samsvarandi. Møguliga er hetta ein góð skipan. Tað sum eigur at hava týdning fyri Javnaðarflokkin er, hvat vit gera við tað sannroynd, at kommunuskattaskipanin vendir tunga endan niður- eftir? sum skipanin er í dag, so fara tær lágu inntøkurnar at bera ein lutvíst størri part av kostnaðinum av økjum, ið verða løgd út til komm- ununar, um kommunuskatt- askipanin ikki verður broytt. Hetta kann ikki vera Javn- aðarpolitikkur, og tí er tað mín vón, at flokkurin ferð at royna at finna eina haldgóða loysn fyri henda partin eisini. Góð tíðindi - eldraøki út til kommunnunar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.