Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Annika Olsen Visíón 2015 hevur fingið blandaða móttøku millum almenningin. Mong halda hesa visón nærmast vera eina hvørvisjón, meðan onnur halda visiónina vera frálíka, tí hon vísir, at henda samgonga veruliga vil nakað fyri Føroyar. Fyri mítt viðkomandi er tað altíð gott at hava visiónir, tí uttan hesar gerast Føroyar eitt stirvið samfelag í al- heimsgerðini. Tó skal sig- ast, at tað týdningarmesta fyri eina visión er, at tað er eitt samsvar ímillum visi- ónina og tann politikkin, ið verður førdur í praksis. Hetta síggja vit tíverri ikki, hvat viðvíkur visón 2015 og tann førda miðnáms- skúlapolitikkin í løtuni. Lat meg her taka nøkur dømi úr visión 2015, har tað millum annað stendur um mið- námsskúlarnar: »Vit hava sett okkum fyri at endurskoða miðnáms- skúlaútbúgvingarnar. Ætl- anin er at gera nýggja mið- námsútbúgvingarskipan og neyðugar íløgur verða gjørdar í skúlabygging.« Tað er fínt við endur- skoðanum, men tað nyttar ikki at fara undir at byggja bygningar, her hugsi eg um miðnámsskúladepilin á Marknagili, áðrenn man hevur gjørt eina endurskoð- an, eina endurskoðan sum møguliga kann viðføra ein miðnámsskúlareform, sum hugsjónarliga líkist mið- námsskúlapolitikkinum í øðrum Norðanlondum. Eitt nú í Svøríki og í Íslandi eru miðnámsskúlarnir lagdir saman, har næmingarnir ístaðin velja breytir innan eitt ávíst øki, eitt nú innan tað handilsliga, tað tekn- iska ella humanistiska. Tað hevur verið frammi, at tekniski skúli og Handils- skúlin skulu liggja fyri seg á Marknagili, meðan Stud- entaskúlin framvegis skal húsast í falluferdigu hølun- um í Hoylum. Spurningurin er so, hvat hugsjónarliga argumentið er aftanfyri hetta projektið? Hevur samgongan gjørt eina end- urskoðan av miðnáms- skúlaøkinum sum nettupp leggur upp til, at hesir báðir skúlar skulu liggja saman og ikki studentaskúlin? Hvat vil Føroya lands- stýri við miðnámsskúlapol- itikkinum. Tað er hesin spurningur, sum skal svar- ast, áðrenn talan verður um at seta bygningar upp á Marknagili. Sjálvsagt eru tað akuttir hølistrupulleikar hjá øllum trimum mið- námsskúlunum, og tískil er tað neyðugt, at byggingin fer í gongd sum skjótast, men tað nyttar ikki at koma við einari endurskoðan eftir at bygningarnir eru bygdir. Tað fyrsta, henda samgong- an og landsstýrið má gera, er at finna útav, hvussu innihaldið í miðnámsskúla- útb úgvingini skal síggja út í 2015, áðrenn farið verður undir at byggja bygningar - latið visiónirnar koma áðr- enn múrarnar. Eftir mínari sannføring eiga allir tríggir skúlar liggja saman, hetta fyri at fáa eitt breitt lestrar- umhvørvi í Føroyum, ið gevur synenergi effekt. Eitt gott dømi um mangl- andi visónir á miðnáms- skúlaøkinum er ætlaða mið- námsskúlabyggingin í Hovi, sum rættiliga kann kallast ein hovsaloysn. Tann av- gerðin sum løgtingið tók fyrr í vár, er tann reini ør- skapur og hevur lítið og onki við visión 2015 gera. Eg havi enn ikki hoyrt eitt gott argument fyri at skúlin skal liggja í Hovi og ikki í Vági. Tað tykist sum um, at skúlin skal liggja har, tí tað er geografisk best fyri næm- ingarnar. Er tað veruliga ein geografisk placering ið skal vera avgerðandi fyri hvar ein skúli í 2005 skal liggja, og hvat er visiónin aftan fyri hetta projektið? Nei at leggja ein skúla á eitt oyði stað fyrikemur mær ikki at vera visionert. Ein mið- námsskúli eigur at liggja tætt við stovnar og fyritøkur, sum harvið kunnu gagnýtast í sjálvari undirvísinigini, so- leiðis at teori og praksis kunnu fylgjast at. Mær vit- andi liggur eingin stovnur ella fyritøka yvirhøvur í Hovi. Harumframt er tað eisini ein eyka fíggjarlig byrða at leggja skúlan í Hovi heldur enn í Vági, har man longu hevði gravað út og planerað fyri einar 7-8 milliónir. Er tað ongin, ið heldur hetta vera undranar- vert? Eg kundi hugsa mær eitt gott argument fyri, hvussu miðnámsskúlin í Hovi skal liva upp til visión 2015. Tíverri sær tað út til, at samgongan og landsstýrið framvegis hugsa í bygn- ingum og geografiskum placeringum av sama held- ur enn visiónum í sjálvari útbúgvingarskipanini, ið veruliga kann liva upp til visión 2015. Hov’sa-loysnir í føroyskum skúlaskapi Helgi Abrahamsen Súni Selfoss skrivar í bløð- unum 5. oktober eitt hvass- orðað lesarabræv, har sam- gonguflokkarnir verða kall- aðir ódugnaligir og fantasi- leysir. Orsøkin til úttalilsið er ætlanin um at hækka bil- vektgjaldið. Eg skilji væl, at fólk eru misnøgd, hvørja ferð tá avgjøld hækka, tí eingin er glaður fyri at fáa eina størri rokning fyri óbroytta tæn- astu. Men av tí at Súni Selfoss taldist millum valevni Tjóð- veldisfloksins til seinasta løgtingsval, haldi eg ikki at hann skal sleppa at tveita slík orð eftir verandi sam- gongu, meðan hann letur sín egna flokk ganga frían. Súni Selfoss veit, at Tjóðveldisflokkurin gekk á odda fyri at lækka blokk- stuðulin í 2002 við 366 mió. krónum um árið. Hetta hevur kostað lands- kassanum (tá fíggjarárið 2006 er íroknað) 1.830 mió. krónur. Síðani fast- frysti Tjóðveldisflokkurin tað sum eftir var av blokk- inum, og tað hevur kostað (íroknað 2006) einar 300 mió. krónur. Hesar báðar avgerðirnar síggjast sostatt aftur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 sum ein mist inn- tøka á tilsamans 2,1 mia. krónur. Til samanberingar kann nevnast, at skattainn- tøkan hjá landskassanum í 2006 verður mett til 1,4 mia. krónur. Tað vil siga, at niðurskurðurin í blokkinum er 700 mió. krónur HÆGRI enn tað sum allir føroyingar tilsamans fara at gjalda í landsskatti í 2006. Tí mangla pengar í lands- kassanum, og tí er millum annað neyðugt at hækka vektgjaldið! Hvør er tað so, sum er ódugnaligur og fantasileys- ur? Er tað tjóðveldismað- urin sum lækkaði blokkin, ella sambandsmaðurin, sum arvaði rokningina? Hvør er ódugnaligur og fantasileysur? Eyðun Simonsen Hoyvík Undirritaði var ein av nýggju, ið hevði eina við- merking í bløðunum um millumbylgju- sendaran. Eg skal her royna at greina nøkur mál, ið møgu- liga kunnu misskiljast, eftir at Bjarni Djurholm hevði grein í bløðunum seinasta vikuskiftið. Havi siglt í fastari rutu millum Danmark og Grøn- land í 10 ár, og mínar roynd- ir eru, at ÚF hoyrist nógv longur, enn Bjarni Djur- holm vil vera við. Sí talvu. Upplýsingarnar í talvuni eru royndir hjá mær sjálvum og nøkrum av mínum starvsfeløgum. ÚF hoyrist sostat tvífalt so langt sum ITU (Internati- onal Telecomunication Uni- on) sambært Bjarna Djur- holm sigur. ITU hevur uttan iva okkurt minsta mál fyri, hvussu sterkt signalið skal verða fyri at telja við. Men tað bilar einki, um tað skróðar eitt sindur í. Sjófólk krevja ikki stereogóðsku. Bjarni Djurholm skrivar, at órógv er mest ein trupul- leiki um náttina. Tá man sigur, at rúmbylgjan er ein trupuleiki um náttina, meinar mann frá sólsetur til sólarris. Ta myrkastu tíðina, um okkara leiðir, setur sólin longu um trítíðina seinna- part og rísur um tíggjutíð- ina fyrrapart. T.v.s. at náttin er einar 18 tímar, tá ringast vil til. Mann skuldi trúð, at við einum 25 kw sendara verð- ur trupuleikin við óljóði nógv størri. Tað verður sum at teska inni í eini ítróttarhøll móti endanum av einum jøvnum hondbóltdysti. Ein Føroysk fjarskiftis- fyritøka bjóðar sær at senda tíðindi til skip, um fylgisvein. Men tað krevur, at skipið hevur útgerð til at taka niður fylgisveinasjón- varp, og henda útgerð er sera dýr. Eg haldi, at tað er í so nógv avgjørt at kalla hetta tilboð "internet" som Bjarni Djurholm kallar tað. Talan er um at senda og móttaka data, í einum, einaferð um samdøgrið. Fyritøkan lýsur við, at man fær tíðindir "uttan at fara á internetið"!!! Tað sigur ikki so lítið, at tað kostar 1.400 kr. um mánaðan bara at taka niður ÚF beinleiðis. Um so er, at landið ikki hevur ráð til ein millum- bylgjusendara, ið hoyrist víða, so er bara at siga sum er, ístaðin fyri at pakka tað inn í eina umbering um, at tað ikki hevur nakran týdn- ing at minka sendiorkuna niður í 25kW! Men fyri at ikki alt skal enda við munnhøggan um kilowatt, kilometrar, óljóð og hoyrilíkindir, so vil eg mæla til at Føroya Tele, sum eina roynd, skrúvar niður fyri núverandi sendara so hann sendir við 25kW. So verður sjón fyri søgn. Tá tað letur seg gera at skrúva millum 200kW og 100kW, so man eisini vera møguligt at skrúva longur niður. Tá kann Tingið taka av- gerð út frá veruligum royndum. Og ikki bert ein- um matematiskum modeli frá ITU. Millumbylgjusendarin Akraberg fj. Akraberg km. Viðmerk. Skagen 580 fjóringar 1074 km Hoyrist hampuliga væl** Lindesnes 486 fjóringar 900 km Hoyrist 35 gradir vestur væl* 59 gradir norður 850 fjóringar 1600 km Hoyrist hampuliga væl** * Merkir at tú kann lurta uttan at vera noyddur at kýta teg á nakran hátt. Tú kann v.ø.o. fáast við okkurt annað meðan tú lurtar. ** Merkir at tú ikki kann fjasast við alt ov nógv annað uttan at missa tráðin. Jens M. Rasmussen Í nógv ár hevur verið tosað um ferðavinnu, Smyril kann gerast til eitt av mest vitjaðu støðunum innan ferðavinnuna í Føroyum. Vit skulu jú bara hava nak- að, sum hini ikki hava, ella næstan eingin annar. Hygg á hesa heimasíðuna http://www.diveexhmashob art.com/, hetta er eitt gam- alt krígsskip frá fyrst í 1900, sum bleiv sokkið í 2002 til at dykka niður á. Smyril ljóðar ikki serliga spennandi í mun til eitt krígsskip, men tað er ikki her vit skulu hyggja, teir hava eitt krígsskip, vit hava eitt stórt ferðamannaskip. Vit kunnu lesa um, hvussu hetta bleiv gjørt í Avstralia, og tað er einki til hindurs fyri at hetta kann gerast í Føroyum. Vit hava firðir uttan nógvan streym, har stór skip ongantíð koma, hetta kann vera ein partur av útoyggjamenning, kanska kundi Smyril ligið á botni í onkrum firði í Suðuroynni ella í Norð- oyggjunum, bara tað ikki er ov nógvur streymur, tað ger at tað kann blíva vanda- mikið at dykka, og so skal skipið ikki liggja ov djúpt. Sjálvandi kostar hetta nakað av peningi, hann skal finnast, tað kann hann eis- ini um viljin er til staðar. Uttan at ivast eina løtu, so vilja nógvir dykkarar úr øll- um heiminum koma hendan vegin at dykka, tað er bíligt at marknarføra hesar ferðir, tí tað eru jú dykkarafelags- skapir, finn teir og send teimum ein mail við mynd- um og møguleikum. Flest allir »sportdykkar- ar« í Norra, Svøríki, Het- landi og Danmark vilja fylgja við, hvat hendir um tað gerst veruleiki at eitt ferðamannaskip verður sokkið, og tað verður gjørt trygt at dykka niður á tað. Hetta er ein stórur møgu- leiki. Lat hann ikki gleppa av hondum uttan at hava gjøgnumhugsað hann, møguliga íløgan lønar seg. Hvat skal gerast við gamla Smyril