leygardagur 8. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 192 - 8. oktober 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í morgin, sunnudagin 9.
oktober, verður Amariel
Matras Norðoy, listarmað-
ur, 60 ár. Føðingardagin
heldur hann í dag, tá ið tað
fyrst verður opið hús heima
í Lambagerði 1 frá klokkan
10 til 14 og síðani, tá ið
hann letur framsýning upp í
Gallerí Focus í Gríms
Kambansgøtu. Har verður
opið millum klokkan 16 og
18.
Amariel er ættaður úr
Klaksvík. Hann vaks upp á
Gørðum, og foreldrini vóru
Nanna, fødd Olsen og ætt-
að úr Kollafirði, og Johan
David Matras. Í 1928 fekk
pápin sær Norðoy sum
eftirnavn. Tey fingu tíggju
børn, og Amariel er numm-
ar fimm í røðini.
Amariel lærdi 1961-65 til
skipstimbrara á bedingini á
Stongunum. Lærlingarnir
vóru nógvir, og tað var
nógv lív í. Í frítíðini róðu
teir eitt nú kapp, og Amar-
iel var við til at manna
Klaksvíkingin, tá ið tað
nøkur av hesum árunum
gekk heilt væl hjá 10
mannafarinum.
Onkrir lærlingar royndu
seg við blýanti og pensli.
Hjá Amarieli festi áhugin
rættuliga í, og hann luttók á
framsýningum,
sum
á
Norðoyastevnu plagdu at
vera í gamla tekniska skúla,
og har tað millum meiri
royndu luttakararnar vóru
eitt nú Elinborg Lützen,
Frida Zachariassen, Fridt-
jof Joensen, Hans Jákup
Glerfoss og Poulina Joen-
sen. Fleiri unglingar still-
aðu fyrstu ferð út á hesum
framsýningunum, har eisini
lokali Janus úr Jákupslon
plagdi at vera við, og mill-
um hesar vóru eitt nú Páll
Purkhús, og eisini Amariel
Norðoy (fyrstu ferð í 1967)
og Olivur við Neyst, sum
nógvu tey seinastu árini
hava verið við til at mynda
føroyska listarpallin.
Amariel var handverkari
og skipsmaður - eitt nú var
hann í Grønlandi og róði út
frá skipi - og so fekst hann
nógv við listina. Millum
annað syrgdi hann fyri, at
fleiri av kendu listarfólkun-
um sýndu fram í Klaksvík.
Í 1970 luttók Amariel
fyrstu ferð á Ólavsøku-
framsýningini, og í 1976
var hann fyrstu ferð við á
framsýning uttanlands. Tað
var á føroyskari framsýning
á Den frie í Keypmanna-
havn.
Frá 1977 og til 1983 var
Amariel næmingur á kunst-
akademinum í Keypmanna-
havn. Hann gekk hjá Ro-
bert Jacobsen, Sven Dals-
gård og Dan Sterup-Han-
sen. Oljan var og hevur
síðani verið tað, sum hann
hevur fingist mest við.
Hann hevur eisini roynt seg
á øðrum økjum, og hann
mundi vera fyrsti føroying-
urin, sum fekst við stein-
prent. Í 1984 var hann á
grafiskum skeiði í Finn-
landi.
Tíðin í Keypmannahavn
og útbúgvingin á kongaliga
akademinum og mongu
ferðirnar, sum Amariel hev-
ur gjørt eitt nú longri suðuri
í Europa, har hann hevur
granskað list, og har hann
hevur arbeitt sum listar-
maður, hava sjálvandi verið
íblástur. Fyri stuttum hava
Amariel og konan verið í
Fraklandi, har hann hevur
leitað sær íblástur, og um
ikki so langa tíð skal hann
til Róm at arbeiða.
Men hóast allar ferðirnar
og steðgirnar aðra staðni í
heiminum, so hevur Amar-
iel verið ógvuliga góður við
motivini, sum hann so at
siga hevði við sær sum
førning, tá ið hann tók
fyrstu fetini inn í listar-
heimin. Pápin átti deksbát-
in Norðan, sum hoyrdi til
myndina á vánni í Klaks-
vík. Amariel vaks upp í
útróðrarumhvørvinum
á
Stongunum, og Norðan,
Vágin í Klaksvík og serliga
Mikladalur og seinni Havn-
arvág síggjast framvegis
ofta aftur, hóast litspælini
og kompositiónirnar sjálv-
andi eru nógvar og nógv
broyttar og mentar. Tey
seinnu árini hevur Amariel
eisini málað nógv portrett-
ir.
Bæði í útisetatíðini og
síðani hann flutti aftur til
Føroya og búsettist í Havn-
ini, hevur Amariel verið
ógvuliga virkin. Hann hev-
ur prýtt nógvar bøkur - ofta
hevur tað verið í samstarvi
við Jógvan Isaksen - og
tvær bøkur eru skrivaðar
um listina hjá Amarieli.
Mentunargrunnur
Stu-
dentafelagsins gav ta fyrru
út í 1987, og Norðurlanda-
húsið gav ta seinnu út í
1997. Í báðum førunum
skrivaði Jógvan Isaksen
tekstin.
Framsýningarnar
hava
verið óteljandi - bæði í
Føroyum og aðra staðni -
og tá ið hann hevur verið
einsamallur og saman við
øðrum. Á hvørjum ári í
fram móti einari fjórðings-
øld hevur Amariel sýnt
fram í Galleri Sct. Gertrud í
Keypmannhavn, sum Kurt
Svendsen, ið hann hevur
sera gott samstarv við, hev-
ur ábyrgdina av. Millum tær
stóru framsýningarnar telj-
ast eisini Scandinavian
Today, ið var framsýning,
sum 1982-83 var ymsa
staðni í USA og framsýn-
ingin, sum Amariel fyri
tíggju árum síðani hevði í
Listaskálanum í sambandi
við hálvt hundrað ára føð-
ingardagin.
Amariel er giftur Mari-
annu, sum eisini er ættað úr
Klakvík, og sum hevur røt-
ur á Syðradali og í Mikla-
dali. Tey eiga tvey børn -
Majfinn og Kristianna - og
Amariel eigur trý abba-
børn. Marianna og hann
búgva í Lambagerði 1, og
Amariel hevur atelier í
kjallaranum. Konan lærdi
til sjúkrasystir og nýtti í
nógv ár útbúgvingina. Men
nú eru nøkur ár síðani, at
hon gavst við tí og fór undir
at reka Gallerí Focus í
Gríms
Kambansgøtu
í
Havnini.
Amariel er sera fryntligur
og fyrikomandi maður.
Honum dámar væl um-
hvørvið niðri við sjógvin,
hann hevur bát, og saman
við konuni er hann við-
hvørt í fjørðinum. Amariel
hevur lætt við at koma á tal
við fólk. Hann er fínur
eygleiðari, og hann hevur
meistarliga góð evni at siga
frá. Tey munnu vera so
mong, sum kunnu skriva
undir uppá, at tað hava
verið hugnaligar løtur, tá ið
Amariel er steðgaður á og
hevur givið sær stundir til
eitt prát.
Føðingar
22. september fingu Dorte og Hans Petur Kirkegaard,
Århus, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
3650 gr. Hann eitur Niels Jacob.
28. september fingu Marita Sundstein Carlsson og
Birger Carlsson eina dóttur. Hon varr 49 cm. long og
vigaði 2800 gr. Tey búgva í Roskilde.
28. september fingu Ata Bærentsen og Tróndur
Bogason eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
4400 gr.
28. september fingu Herbjørg Eysturdal og Carsten
Andersen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long
og vigaði 4250 gr.
29. september fingu Bjørg og JónNysted, Norðdepli,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3370 gr.
29. september fingu Ingunn og Hallur Tummasarson,
Tvøroyri, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði
4270 gr.
29. september fingu Tórun og Uri Borentzvige ein
son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2165 gr.
30. september fingu Dorthea Jensen og Martin
Thomsen, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði
4155 gr.
30. september fingu Katrin Erlendsdóttir og Rói
Joensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3550 gr.
1. oktober fingu Anna Leo og Meinhard Joensen,
Leirvík eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3800 gr.
1. oktober fingu Birita Johansen og Jógvan S.
Biskopstø, Hoyvík, ein son. Hann var 58 cm. langur
og vigaði 5145 gr.
Amariel Norðoy 60 ár
80 ára føðingardagur
Mánadagin 10. oktober fyllir Gretha Jørgensen í
Miðvági 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Grethu
eru vælkomin til ein drekkamunn hjá soninum Jón,
norður í Heiðum millum kl. 9.30 og 15.00.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 12. oktober fyllir Emma Bech, Porkeri, 90
ár. Høvi verður at heilsa uppá Emmu á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi mikudagin millum kl. 14.00 og
17.00.
Brúdleyp
Leygardagin 1. oktober giftust Óluva Samuelsen,
Haldórsvík og Virgar Fagraklett, Kollafjørður.
Hósdagin 6. oktober giftust Gudny av Húsabrúgv,
Velbastað og Regin Hansen, Hoyvík. Tey eru burtur-
stødd.
Í dag, 8. oktober kl. 13.00 giftast í Kollafjarða kirkju
Marjun Hansen, Kollafjørður og Høgni Sloan
Justesen, Kaldbak.
Gullbrúdleyp
Í dag, 8. oktober kunnu hjúnini Marta og Páll Østerø
av Trøllanesi halda gullbrúdleyp. Vælkomst verður í
Bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 15.00 til 17.00.
Sólvá Midjord og
Petur Kjærbo í Vági
tóku øll á bóli hós-
kvøldið, tá tey høvdu
boðið í 40 ára føðing-
ardag og tað vísti seg,
at talan í roynd og
veru var um brúdleyp
BRÚDLEYP
dagfinn@sosialurin.fo
Kvinnan í húsinum fylti 40
ár, so onki var meira náttúr-
ligt, enn at familja og vinir
og kenningar komu inn á
gólvið hóskvøldið.
Soleiðis var eisini hós-
kvøldið hjá Sólvu Midjord
og Petur Kjærbo í Vági.
Men tað sum gestirnir ikki
vistu frammanundan var, at
parið hevði verið í presta-
garðinum
í
Leirum
í
Hvalba og gift seg.
Sostatt tóku tey øll á bóli,
tí tey sum hildu seg vera
komin í føðingardag, komu
í roynd og veru í brúdleyp.
Onkur varnaðist, at tað
bleiv skonkt so dúgliga,
sum í brúdleypi, og so
løgdu onnur til merkis, at
tey høvdu ring uppi á. Og
bilsni og gleði tóku yvir í
veitslulag hóskvøldið, tá
rundi
føðingardagurin
gjørdist til brúdleyp og
brúðarnátt. Ein sólskins-
søga í myrka heystveðrin-
um.
Tóku øll á bóli