Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Høgni Joensen, Tórs- havn, andaðist á Lands- sjúkrahúsinum hós- dagin 6. oktober, 66 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Onnu Sten- berg fer frá kapellinum á Suðuroyar Sjúkrshúsi fríggjadagin klokkan 18 til Sandvíkar kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13.30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Onnu kunnu lata Suður- oyar Ellis- og Røktar- heimi eina peninga- gávu. Andlát og jarðarferðir Sunnudagin, 9. oktober, verður Lena Mørk, fødd Vang, 60 ár. Lena hevur størsta partin av lívi sínum verið búsit- andi í Havn, men ættar- bondini hevur hon kortini úr Eysturoynni. Pápin var Jacob Andreas Vang av Glyvrum, og var hann sonn fiskiklógv. Mamman, Sanna Vang, var ættað úr Hoygarðinum á Toftum. Hennara leiklutur var, sum so mangan tá, at haldi hús og heim, men hóast hetta so smæddist hon ikki burtur, og millum annað var hon ein av grundstuðlunum í ar- beiðinum at byggja Sjó- mansheimið í Runavík, eins og Missiónshúsið á Glyvrum var eitt av henn- ara hjartabørnum. Lena flutti á ungum árum til Havnar, og eftir at hon eitt skifti hevði starvast hjá Hans Joensen, kom hon 1. mai í 1965 í læru á skriv- stovuni hjá Restorff's, sum tá umfataði bæði handilin, P.A. Restorff og so bryggja- ríið. Í Hera Olsen hevði hon ein góðan lærumeist- ara, og illa kann sigast annað enn, at starvið hjá Restorff's gjørdist hennara lívsstarv. Í fleiri ár var hon partur av nevndini í felagnum, og tá kreppan av álvara fór at gera um seg seinasta partin av áttatiárunum, tók hon saman við Aage Andersen, sum hon enn livir saman við, stóru avgerðina at keypa fyritøkuna. Árini fram til 2002 var hon soleiðis stjóri á bryggjarínum, men um ársskiftið 2001/2002 tóku hon og Aage avgerð um at selja fyritøkuna. Fram til várið í ár starvaðist Lena kortini á skrivstovuni, so- leiðis at talan nærum gjørd- ist um 40 ár á sama arbeiðs- plássi. Lena eigur tveir synir, Martin og Jákup. Eisini hevur hon tríggjar ommu- synir. Teir eita Magni, Niels Áki og Mortan. Hon er burturstødd á føðingar- degnum. Leygardagin 8. oktober fyllir John Johannesen, vanliga nevndur John á Selatrað, í Havn 70 ár. John er ættaður av Sela- trað, og hann hevur verið sjómaður meginpartin av lívi sínum. Hann sigldi t.d. við Royndini og Atlants- farinum. John fór at sigla við Baki hjá Skipafelagnum, tá hann kom til landið í 1961, tó undantikið tey tvey árini hann sigldi við Skúgvi hjá sama reiðaríi. Annars sigldi hann við Baki, til hann í 1993 bleiv seldur til eitt kanadiskt reiðarí. Bakur var frystilínuskip, ið varð bygt til at fiska laks í Grønlandi og hemara við bretsku oyggjarnar og Kanada. Hann bleiv eisini nýttur til at keypa sild í Skotlandi og til farmasigl- ing. Tey fyrstu árini sigldi John sum dekkari, men meðinpartin av tíðini sum maskinmaður. Í 1976 keypti hann sam- an við øðrum Bak frá Skipafelagnum. Fyrstu tíð- ina royndu teir eftir svart- kalva við Labrador, og nakað eftir hetta fóru teir burturav at royna eftir hemara við Kanada. Í 1993 seldu teir Bak, og eftir at hava balst á sjónum síðan hann var heilt ungur, legðist John upp á land og fór at arbeiða hjá soninum Øssuri, sum tá hevði keypt Bilasøluna í Hoyvík. Hans- ara arbeiði har er at klár- gera nýggjar bilar og ann- ars alt fyrifallandi arbeiði á bilasøluni. John er ein hugnaligur og arbeiðssamur maður. Hann hevur eitt lætt sinni og eitt sera gott minni. Eftir eitt langt lív á sjónum veit hann altíð okkurt áhugavert at siga frá. Foreldrini hjá John vóru: Nicolina, f. Djurhuus, av Selatrað, og Tummas Jo- hannesen, av Valinum á Tvøroyri. John giftist í 1960 við Dagmar, f. Johannesen, frá Gjógv. Tey búsettust í Havn og eiga fýra børn: Tóra, Øssur, Ása, og Tróndur. Tóra býr í Danmark, Ása býr á Hvítanesi og Øssur og Tróndur búgva í Havn. John eigur 10 abbabørn. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, abbi og langabbi okkara Magnus Madsen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Fyri familjuna Bergljót Lena Mørk 60 ár John Johannesen 70 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu manni og pápa okkara heiður og okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri Finnbogi Ísakson doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til Dupultkvartettina í Ebenezer og Havnarkórið. Takk øll somul. Ása, Jón og Høgni Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði sonur, maður, pápi, bróðir, verpápi og abbi Høgni Joensen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 6. oktober 66 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum sunnukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mánadagin klokkan 13. Familjunnar vegna Petra, Hanna, Suni, Jóna, Eyðna og Rúni Tey, ið vilja minnast Høgna við blómum, kunnu ístaðin lata Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu. Dagurin 8. oktober. Ingibjørg. Helst gamla danska navnið Ingiburgh, men eingin veit hví tað er komið í almanakkan. Navnið er av norrønum uppruna, samansett av gudanavninum Ing og Bjørg, ið kemur av sagnorðinum at bjarga. 9. oktober. Dionysius, deyður umleið ár 258. Hann varð vígdur til biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmatre, ið merkir martýrfjallið. Best kenda halgisøgan um Dionysius er, at hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur bar høvd sítt til tann staðin, hann vildi verða grivin. Har var kirkjan St. Denis bygd. Símun av Skarði doyði hendan dagin í 1942. 10. oktober. Gereon, deyður umleið ár 300. Eftir halgisøguni kristin herhøvdingi, sum varð tikin av døgum.