Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 192 - 8. oktober 2005 Hendan myndin av tikin í Kommunuskúlauluni í Havn av Havnar Sangfelag í 1961, í samband við at S.H. Jacobsens Radio- handil gav út tvær EP-plát- ur við føroyskum sangum. Vit kenna nøvnini á fleiri av persónum, men ikki á øllum. Havnar Sangfelag var stovnað 25. juli 1925 og byrjaði sítt virksemi í oktober mánað sama ár. Stovnarar vóru: Jógvan Waagstein, Herluf Lützen, Johan Mikkelsen, Edvard Mitens, Helena Krage- steen, Magnhild Simonsen og Sofía Petersen. Orsøkin til at felagið varð stovnað, var at eitt danskt studentafelag sum skuldi koma á sangferð, vildi helst hava eitt sangfelag at koma til. Samb. Dimmalætting búðu bert 2665 fólk í Havn í 1925. Tá hevur ikki verið so nógv fólk at taka av. Møguliga var hetta fyrsta sangkór í Havn. Um onkur liggur inni við myndum av Havnar Sang- felag frá 1925 ella har á leið, hevði tær myndirnar verið kærkomnar til Havn- arsøguna, sigur Birgar Jo- hannessen, sum heitir á fólk sum kenna persónar á hesi myndini um at ringja til sín á tel. 214647 ella 314647. Eg skal ikki halda nakra langa røðu ei heldur nakra søgu. Bert eina lítla kvøðu. Til fimmti ára barnið, sum hvørki er av jarni ella bummulsgarni. Okkara stóra og góða skald Janus Djurhuus, yrkir einastaðni: Kanska um hundrað ár, fellur ein ungmoy tár. Vit kunnu kanska loyva okkum at broyta hetta til Tobbasa fyrimun: Kanska um hundrað ár, upprennur okkara fullveldisvár og burtur er øll sambandsfár. Torbjørn! Vøgga tín stóð í Ærøskøbing stutt frá Marstal og tó bleiv tú skrivaður í føroyskt mantal. Fyri mær hevur tú altíð staðið sum ein ordans kal, ja devilin gal. Hjartaliga tillukku við tínum stóra degi. Vit vóna at tú mást liva minst fimmti ár víðari, nú føroyar gerast meira fríari. Dia Ellindsson Runavík NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tórshavnar alfrøði: Havnar Sangfelag í 1961 Ein ætlað røða til 50 ára dagin hjá Tobba løgtingsmanni