leygardagur 8. oktober 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 192 - 8. oktober 2005
Hósdagin var føroyski
landsliðshópurin
á
rundferð í Jerusalem.
Serliga fyrstu árini var
talan um nógvar útferðir, tá
vitjað
varð
kring
alt
Europa, men við tíðini er
spenningurin við hesum
sum so minkaður nakað.
Men í Ísrael var spenn-
ingurin aftur í hæddini. At
vitja ein somikið søguligan
bý, sum Jerusalem er, er jú
ikki hvørjum manni be-
skorið, og tey flestu í
ferðalagnum munnu eisini
ivast í, nær tey fáa ein
slíkan møguleika aftur.
Beint eftir hósdagsvenj-
ingina varð so koyrt til
heilaga býin. Vitjað var á
Golgata, har Jesus varð
krossfestur, eins og grøvin
sjálvandi varð vitjað. Eftir-
fylgjandi varð spákað eftir
via Dolorosa, har Jesus
sjálvur
gekk
við
krossinum.
Og
sjálvandi
endaði
ferðin við Grátimúrin, har
túsundtals jødar hvønn dag
biða til Gud á staðnum, har
teir siga anda hansara vera
sterkastur.
Óførir handilsmenn
Á ferðini varð sjálvandi
eisini møguleiki at keypa
sær okkurt tinganest heim
við sær, og her mátti ferða-
lagið skjótt ásanna, at tað
ikki er av ongum, at jødar
eru tiltiknir góðir handils-
menn.
Alt fyri eitt, sum komið
varð inn í handilin, har vit
høvdu gjørt av at steðga á,
vóru boðini, at nú talan var
um so fína vitjan, var alt í
handlinum til sølu fyri
helvtarprís.
Tað gav at bíta, tá ein í
ferðalagnum fór at tingast
um ein lut, har prísurin var
settur til 120 sheklar, sum
er lokala gjaldoyra. Alt fyri
eitt varð sett niður á 60, og
Vitjaðu
Dávids
stað
Eftir at leikbann helt honum burturi frá seinasta dupult-umfarinum á lan
standa til eitt pláss milllum teir fyrstu ellivu leygardagin
Seinasti valsurin
Undan seinastu upp-
gávuni við føroyska
landsliðnum vónar
Henrik Larsen, at
dysturin kann seta
eitt flott punktum
fyri nøkrum góðum
árum saman við før-
oyska fótbóltslands-
liðnum
VENJARIN
Jákup Mørk
Tel Aviv, Ísrael: Talan er
um seinastu uppgávuna
hjá Henrik Larsen sum
landsliðsvenjara, tá Føroy-
ar leygarkvøldið fara á
vøllin. Og hóast venjaran
sum so hevur góðtikið
veruleikan, sum hann nú
einaferð,
so
ásannaði
hann, at tað var eitt sindur
trist, at hesin kapittulin í
venjaraskeiðnum nú er um
at vera av.
- Sjálvandi er tað við eitt
sindur av sorgblídni, at vit
fara undir hesa uppgáv-
una, men soleiðis er tað.
- Men sum heild haldi
eg, at dreingirnir hava ver-
ið ótrúliga góðir at arbeitt
við, og leikliga haldi eg
eisini, at vit eru komnir eitt
fitt petti á leiðini. Hinveg-
in - og tað havi eg sagt
fleiri ferðir - so hava úrslit-
ini ikki verið heilt so góð,
sum vit høvdu vónað. Men
vit hava alla tíðina verið
sera nær við, so alt í alt
haldi eg, at eg kann illa
vera annað enn væl nøgd-
ur. Eisini við alt tað, sum
er kring landsliðið við
læknum, fysioterapeutum,
liðleiðarum og øðrum. So
hjá mær hevur hetta verið
ein sera góð tíð.
Trýstið er á Ísrael
Sum Henrik sjálvur sigur,
so hevur tað oftani verið
heilt nær við hjá føroyska
liðnum, men enn hevur
stóra sensatiónin tó latið
bíða eftir sær. Besta úrslit-
ið í so máta kom helst í
fyrsta
undankappingar-
dystinum við stóra danan-
um, og spurningurin er so,
um vit eisini fáa okkurt
óvæntað nú at enda.
- Tað verður sjálvandi
ein ótrúliga trupul dystur,
men sjálvandi vóna vit, at
vit kunnu fáa eitt gott
úrslit. Men tú skalt altso
minnast til, at teir enn ikki
hava tapt nakran dyst í
undankappingini, so hatta
er eitt sera trupult lið at
hitta. Ikki minst er talan
um imponerandi úrslit hjá
teimum, tá tú hyggur at,
hvørji lond eru við í
okkara bólki.
Í ísraelsku miðlunum
verður tosað um, at dystur-
in helst skal vinnast við
minst seks málum. Er tað
ikki nakað, sum kann telja
til okkara fyrimun?
- Sjálvandi liggur nógv
trýst á liðnum í so máta, og
skulu teir halda fast í sínum
møguleika, so skulu teir
vinna stórt. Men eg rokni
ikki við, at teir koma við
fullari ferð frá fyrsta
bríksli. Heldur vænti eg, at
teir royna at stýra dystinum
heim, og so vóna teir helst,
at teir móti endanum kunnu
fáa nøkur løtt mál, tá okk-
ara lið fellur saman. Men
tað eri eg vísur í, fer ikki at
henda, helt venjarin.
Venjingin er tað
týdninarmesta
Hetta seinasta tykist Henrik
eisini byggja á, at føroysku
spælararnir tykjast vera sera
væl fyri. Eisini hóast fleiri
av teimum ikki hava havt so
øgiliga nógva spælitíð í
seinastuni.
Nakað
sum
venjarin tó ikki sær tann
heilt stóra trupulleikan í.
- Hyggur tú at ymsum
landsliðum runt Europa, so
er tað altso ikki alla staðni,
at spælararnir eru fastir
menn á sínum liðum. Tað
týdningarmesta í so máta
er, at teir hvønn dag fáa
góða og harða venjing, so-
leiðis at venjingarstøðan
verður hildin við líka, og
teir ikki eru skaddir. Tá
haldi eg, at teir spælarar,
sum vit hava í hópinum
hava allir bæði teknikk,
fysikk og taktiskt medvit,
soleiðis at teir eisini eru
klárir at spæla ein krevjandi
landsdyst.
- Sjálvandi er tað best,
um teir eru fastir menn hjá
teimum feløgum, sum teir
umboða. Men Føroyar eru
somikið lítlar, at vit eru
noydd at góðtaka, at soleið-
is hanga tingini ikki altíð
saman. Men sjálvur haldi
eg altso, at hópurin, sum vit
í dag hava, er væl fyri.
Tað skal hann helst eisini
vera, um tit skulu spæla í
slíkum hita?
- Ja. Í dag (hósdagin,
blðm.) løgdu vit venjingina
seint fyrrapartin, og í so
máta
eru
umstøðurnar
betri, tá vit skulu spæla
leygarkvøldið. Men nú vita
spælararnir, hvussu ógvus-
ligur hitin kann verða, og
so mugu vit bara vóna, at
tað verður nakað frægari til
dystin. Tú sært eisini í dag,
at fleiri kiksarar koma fyri,
enn tað gjørdu til venjing-
ina í gjár, og tað er orsakað
av hitanum, sum ger, at tað
er trupult hjá spælarunum
at halda høvdinum kalt alla
tíðina.
Men tí ringasta partinum
av hesum skuldu tit væl
sloppið undan, nú dysturin
er um kvøldið.
- Ja, tað er sum so rætt,
og tað haldi eg eisini, at vit
sóu á Kypros í fjør. Sjálv-
andi var tað eisini heitt, tá
vit spældu um kvøldið,
men í mun til tær venjing-
ar, sum vit høvdu havt, so
megnaðu spælararnir nógv
betri at spæla skilagott, og
eg rokni við, at tað verður
nakað av tí sama hesaferð,
staðfesti Henrik Larsen at
enda.
Í nógva hitanum hósdagin fingu spælararnir veruliga at kenna, hvussu ómenniskjansliga heitt
tað kann verða. Men leygarkvøldið verður tann trupulleikin tó nakað minni, staðfestir Henrik
Larsen