Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2005 19 Byrial fær aftur kjans Fráveran hjá Súna Olsen gevur Johan møguleikan at prógva, at laka av- rikið móti Kypros bert var ein kiksari LANDSSLIÐIÐ Jákup Mørk Tel Aviv, Ísrael: Nýggjan vinstra bakk fyri Súna Olsen. Nýggja høgra mið- vallara fyri Jákup á Borg. Og so er spurningurin eisini, um hinir trúgvu soldátarnir hjá venjaranum skulu hava endurval. Hetta eru kostirnir, nú Henrik Larsen fyri seinastu ferð setir føroyska fótbólts- landsliðið. Eingin kollvelting Tað skal neyvan roknast við, at talan verður um nakra kollvelting í mun til liðið, sum varð sent á vøllin í heimadystinum móti Ísra- el. 4-5-1 uppstillingin tókt- ist rigga sera væl ta ferðina, og tí verður tað helst hon, sum aftur verður nýtt, og flestu spælararnir ta ferðina stóðu seg eisini væl. Tað er helst eingin ivi um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum fer at verja føroyska málið, og framman fyri sær fer hann at hava Óla Johannesen. Seinastu dystirnar hevur Mortan úr Hørg røkt plássið á høgra bakki, og tað fer hann helst eisini at gera hesaferð. Atli Daniel- sen tykist her vera mest upplagda alternativið, men dystarvenjingin hjá honum hevur ikki verið tann stóra í seinastuni. Ein annar møguleiki er sjálvandi at nýta Johan Byrial Hansen, men tað bendri tó á, at hann verður at finna á vinstra bakki fyri Súna Olsen hesaferð. Í øllum førum eru talan ikki um so øgiliga nógv onnur alternativ til plássið á vinstra bakki. Serliga ikki, um Heðin á Lakjuni verður nýttur á miðvøllinum. Og tað kann roknast við, at hann verður. Fráveran hjá Jákupi á Borg merkir, at nýggjur kantspælari skal finnast, og tað tykist í øll- um førum mest upplagt, at Heðin fær plássið vinstur- megin, meðan Claus Bech Jørgensen verður fluttur yvir í høgru síðu. -Rógvi tók kjansin Mitt á miðvøllinum verða tað helst teir báðir, Fróði Benjaminsen og Ingi Høj- sted, sum fara at spæla. Soleiðis hevur samanset- ingin verið tær báðar sein- astu ferðirnar, og hóast tap í báðum dystunum, so hava teir báðir roynst væl. Í heimadystinum móti Ísrael prógvaði Rógvi Jac- obsen, at skal tað spælast við einum hangandi áleyp- ara, so er hann mest upp- lagdi kandidaturin, og tí er einki ivamál í, at Rógvi fær endurval á plássinum. Spurningurin er so bara, hvønn mann venjararnir seta heilt á toppin. Allir tríggir tykjast Andrew, Christian Høgni og Jónhard at vera sera væl fyri í løtuni, og tí eru teir allir eitt gott boð. Saman við Rógva er tó mest sannlíkt, at tað verður ferðin hjá Christian Høgna, sum verður mett at hóska best, og tí gita vit, hann verður maðurin á toppinum. síðani fekst prísurin við tingingum niður á 55 sheklar. Viðkomandi helt seg helst hava gjørt ein góðan handil, men ikki meira enn komnir útum, sást at handilin við síðuna av hevði sama lutin til sølu fyri 50 sheklar. So tað var kanska, sum onkur segði, helvtarprísur av tí dupulta! -mørk ndsliðnum, tykist Johan Byrial Hansen at Kappingin um plássið sum fremsti áleyparin er sera hørð. Allir týkjast Andrew, Jónhard og Christian Høgni at vera sera væl fyri undan seinastu landsliðsuppgávuni á árinum Væl upplagdi ferðaleiðarin greiddi føroyska ferðalagnum frá søguligu støðunum, sum sóust í Jerusalem Okkurt tinganest mátti sjálvandi eisini fáast heim við. Og spælararnir fingu av álvara at kenna, at jødar eru tiltiknar handilsmenn, tá tingast skuldi um prísirnar