leygardagur 8. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heimsmeistaraheitið
fyri koyrarar varð
avgjørt seinast í
Brasilia, men enn er
eingin avgerð fallin í
kappingini fyri lið, og
bæði Renault og
McLaren-Mercedes
ætla sær at stríðast
fyri hesum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Á tíðindafundinum aftan á
formel 1 koyringina í Bra-
silia segði tann nýggi
heimsmeistarin í formel 1,
Fernando Alonso, at av-
gerðin í kappingini um
heimsmeistaraheitið
gav
honum fríðari teymar sein-
astu koyringarnar, og at nú
fór hann at satsa eitt sindur
meira. Hetta endurtekur
hann hesa vikuna í samrøðu
við almennu formel 1
heimasíðuna f1.com. Hann
sigur, at nú fara hann og
Renault liðfelagin Gian-
carlo Fisichella, at stríðast
fyri at vinna heimsmeist-
araheitið fyri lið.
Í somu koyring, sum
Alonso
tryggjaði
sær
heimsmeistaraheitið
fyri
koyrarar, misti Renault
fyrstu ferð á árinum odda-
sessin í kappingini fyri lið
til McLaren-Mercedes.
Hetta verður ein torfør
uppgáva hjá Renault, tí
McLaren-Mercedes hava
havt betra bilin seinastu
nógvu
mánaðarnar,
og
Raikkonen og Montoya eru
báðir í toppformi. Teir hava
skifts um at vunnið seinastu
fimm koyringarnar, og vit
skulu aftur til 24. juli, fyri
at finna seinastu ferð ein
Renault koyrari vann.
Nýggjur Honda
BAR-Honda kunngjørdi í
vikuni at liðið eitur Honda
frá og við næsta kapping-
arárið. Hetta merkir at Brit-
ish American Racing gevst
í tí ítróttinum, ið liðið
fyrstu ferð luttók í kapp-
ingarárið 2000. BAR byrj-
aði við ætlanum um at
vinna av fyrstu byrjunar-
støðu í fyrstu koyringini, og
at gerast heimsmeistari
fyrsta árið. Enn hevur liðið
ongantíð vunnið nakað í
formel 1, og eingin ivi er
um, at ein sigur hevði kom-
ið væl við, hjá rasaralið-
num, ið hevur vunnið allar
aðrar rasarakoyringar, har
liðið hevur luttikið. Honda
hava ein nýggjan motor til
koyringina á heimabreytini,
so vert er, at eygleiða
hvussu koyringin fer at
ganga fyri Button og Sato.
Nýggjur Toyota
Toyota, ið eisini eru á
heimabreytini á Suzuka,
hava ein nógv broyttan bil
við til hesa koyringina.
Hetta er, sum skilst ein
bilur, sum liggur sum
grund fyri Toyota bilin
næsta ár. Ralf Schumacher
sigur við f1.com, at hesin
bilur riggar munandi betur
til hansara hátt at koyra enn
ársins bilur hjá Toyota.
Schumacher
plagar at vinna
Michael Schumacher plag-
ar at vinna á Suzuka, ikki
færri enn seks ferðir hevur
týskarin og sjeyfaldi heims-
meistarin tikið sigurin á
hesi breytini. Av koyrarum,
sum enn eru í formel 1, er
tað umframt Schumacher
einans Rubens Barrichello
sum
hevur
vunnið
á
Suzuka. Rubens vann í
fyrra árið.
20
Nr. 192 - 8. oktober 2005
Japanar eru formel 1
fjepparar um ein háls,
men enn hevur eingin
japanari vunnið á
heimabreytini. Besta
japanska úrslitið á
Suzuka er 3. plássið
hjá Aguri Suzuki í
1990
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Japan er eitt land har
formel 1 koyrarar eru næst-
an líka stórar hetjur sum
sumoglímarar. Síðan fyrstu
japansku koyringina í 1976
hava 20 koyringar verið í
Japan, 18 av hesum á
Suzuka breytini og tvær á
Mount Fuji breytini. Enn
hevur eingin japanari vunn-
ið í Japan, ella nakra aðra-
staðni.
16 japanarar hava koyrt
formel 1 gjøgnum tíðirnar,
og einans tvær ferðir er ein
av teimum endaður á
sigurskamlinum. Hetta var
fyrstu ferð í 1990 í júst Jap-
an, tá Aguri Suzuki koyrdi
sín Lola-Lambourgini av 9.
byrjunarstøðu upp á triðja
pláss. Aðru ferð var, tá
Takuma Sato á Indianapolis
breytini byrjaði á í triðju
støðu og koyrdi sín BAR-
Honda á mál í somu støðu.
Takuma Sato er við sín-
um 40 stigum í 49 koyr-
ingum tann japanarin, ið
hevur fingið nógv flest stig
í formel 1. Næstur honum
er Saturo Nakajima, sum
fekk 16 stig í 74 koyringum
í árunum 1987-1991.
Nógvar verksmiður
Meðan japanskir formel 1
koyrarar ikki hava sannført,
so hava Honda motorar aft-
ur fyri verið sera sannfør-
andi, við 71 sigrum, og 4
sigrum
undir
heitinum
Mugen-Honda, er Honda 4.
mest vinnandi motorurin í
formel 1 søguni. Eisini á
dekk økinum hava japanar
sannført, Bridgestone og
systurfelagið
Firestone
hava vunnið tilsamans 144
ferðir. Tað er einans Good-
year, ið hevur megna at
vunnið oftari.
Reint Honda lið
Í vikuni gjørdist greitt at
Honda hevur keypt British
American Racing liðið, og
at liðið í framtíðini verður
eitt reint Honda lið. Sam-
stundis hevur liðið givið
japanska koyraranum Ta-
kuma Sato sekkin, og sett
Rubens
Barrichello
at
koyra við liðuna av Jenson
Button. Hetta kann tykjast
løgið. Men veruleikin er
tann, at hóast Sato er besti
japanski koyrarin nakran-
tíð, er hann slettis ikki ser-
liga sannførandi. T.d. hevur
liðfelagin Button í ár fingið
32 stig ímóti tí eina, sum
Sato hevur fingið. Í fjør
hevði Sato eitt betri ár og
fekk 34 stig, men eisini
hetta árið var Button væl
betur við 85 stigum.
Sato arbeiðir í løtuni við
at fáa sáttmála við okkurt
annað lið. Hann hevur
takkað nei til eitt starv sum
royndarkoyrari hjá Honda.
Tey flestu formel 1 setrini
eru longu upptikin næsta
kappingarár, og tí er hetta
kanska seinasti møguleiki
hjá Sato, at sannføra á
heimabreytini. Samstundis
er hetta eisini ein møgu-
leiki at vísa ivasomum ar-
beiðsgevarum,
at
hann
eigur at verða verandi í
formel 1.
Yamamoto
avloysir Kiesa
Danski triðikoyrarin hjá
Jordan-Toyota er ikki við
hetta vikuskiftið, ístaðin er
japanski Sakon Yamamoto
triðikoyrari hjá liðnum
hetta vikuskiftið. Gávuríki
japanski koyrarin sleppur
sostatt at royndarkoyra
Jordan-Toyota bilin framm-
an fyri nógvu japansku
fjepparunum fríggjadagin.
Hetta er óivað eitt tiltak, ið
Jordan liðið ger fyri at
tekkjast motorframleiðar-
anum Toyota.
Um japansku koyringina á Suzuka
Umferðir: 53
Breytarlongd: 5,807 km
Skjótast umferð: Rubens Barrichello 2003 (Ferrari)1
minutt 32,730 sekund
Longdin á koyringini: 307,573 km
Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Suzuka: Michael
Schumacher 1995, 1997 (Bennetton-Renault) 2000,
2001, 2002, 2004 (Ferrari), Rubens Barrichello 2003
(Ferrari)
Keldur: www.f1.com og www.forix.com
FAKTA
HM fyri koyrarar
1
Fernando Alonso
117
2 Kimi Räikkönen
96
3 Michael Schumacher
60
-
Juan-Pablo Montoya
60
5 Giancarlo Fisichella
45
6 Jarno Trulli
43
7 Ralf Schumacher
38
-
Rubens Barrichello
38
9 Jenson Button
32
10 Mark Webber
29
HM fyri lið
1 McLaren-Mercedes
164
2
Renault F1
162
3
Scuderia Ferrari
98
4 Toyota Racing
81
5 Williams-BMW
59
6 BAR Honda
33
7 Red Bull Cosworth
27
8 Sauber Petronas
17
9 Jordan Toyota
12
10 Minardi Cosworth
7
Japan elskar formel 1
Áðrenn Suzuka
Kappingin fyri lið er enn víðopin
Hóast Alonso er heimsmeistari í formel 1, ætlar hann at stríðast víðari fyri meistaraheitinum
fyri lið.