leygardagur 8. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 192 - 8. oktober 2005
SAMRØÐA
Dagny Joensen
62 ára gamla Chirstin Plate er
virkin kvinna, sum setir út í
kortið, hvørji áhugamál og tiltøk
hon vil fremja, nú hon er farin
frá sum stovnsleiðari á deildini
fyri víðari útbúgvingar á Dansk
Sygeplejerskehøjskole í Dan-
mark.
Áhugamálini eru m.a. at halda
fyrilestrar um bókmentirnar hjá
William Heinesen, rithøvunda
sála, og at virka sum forkvinna í
Føroyska Kvinnufelagnum í
Keypmannahavn.
Chirstin Plate er dóttur Ásu og
Helge Michelsen í Havn. Hon
eigur trý tilkomin børn, sum
búgva í hvør sínum heraðshorni
uttanlands og ein ommuson.
- Tá børnini fóru heimanífrá
var tað ein stór broyting í lívin-
um, og tá eg gavst sum stovns-
leiðari fyri stuttum, havi eg nú
stundir at gera nakað við míni
áhugamál, sigur Chirstin Plate.
Fyrilestrar um William Heine-
sen hevur hon hildið seinastu
fimm árini, men vil fegin víðka
um innihaldið, við at saman-
tvinna skriving og myndlist
hansara til ymisk tema. Hon
hevur á arbeiðsferðini í Føroyum
fingið nýtt forvitnisligt tilfar,
sum hon ikki visti var til, at
arbeiða víðari við.
Føroyska Kvinnufelagnum í
Keypmammahavn fylti 60 ár í
fjør. Tá var samtykt at skriva
minnisrit um hetta felagið, sum
Chirstin Plate og Elsa Zacharias-
en, fyrrverandi forkvinna í felag-
num, hava fingið til uppgávu at
skriva.
- Tá tú býrt í Danmark og fæst
við føroysk viðurskifti, er tað
nógv lættari at fáa tilfar til vega í
Føroyum, sigur Chirstin Plate,
sum seinasta mánaðin hevur búð
í Heinesens Húsi.
Kanna frá føroyskum sjónar-
horni
- Hóast nógvar bøkur eru
skrivaðar um skaldskapin hjá
Williami Heinesen, so haldi eg,
at tað er áhugavert frá einum
føroyskum sjónarhorni at kanna,
hvussu hann sær tað yvirnáttúr-
liga og hvussu hann brúkar
skemt í síni skriving, eins og
hvat hann sigur um tað átrúnar-
liga, um ellisárini og deyðan,
sigur Chirstin Plate.
- Bert tað, at eg hava búð í
Heinesens húsi hevur verið
hugvekjandi. Eg eri komin nærri
Williami við at ganga í Viðar-
lundini og í gøtunum, har hann
hevur gingið. Tað vísti seg eisini,
at tað vóru so nógvir lutir og
viðurskifti, sum eg ikki visti um
rithøvundan, hóast eg havi
arbeitt nógv við hansara tekstum,
sigur Chirstin Plate.
- Tað hevur eisini gjørt arbeið-
ið lættari, at eg kundi fara á
Býar- og Landsbókasavnið at
leita eftir tilfari. Starvsfólkið har
Fyrrverandi stovnsleiðari í Danmark: Hon eltir slóðir Wil
Seinastu fimm árini hevur Chirstin
Plate í frítíðini hildið fyrilestrar um
verkini hjá Williami Heinesen, og
hevur á arbeiðsferð í Føroyum funnið
nýtt forvitnisligt tilfar um kenda
rithøvundan, at arbeiða víðari við.
Hon er eisini forkvinna í Føroyska
Kvinnufelagnum í Keypmannahavn,
og fer í næstum undir at skriva
minnisrit um søguliga felagið
– Eg havi altíð hildið skrivingina hjá
Williami Heinesen vera sera spennandi og eri
hugtikin av tekningum og klipmyndum
hansara av trøllunum og øðrum verum. Tað
er eisini áhugavert at kanna hansara hátt at
fata kvinnuna og tann góða og ónda í
hansara bókmentum, sigur Chirstin Plate
Chirstin Plate: - Bert tað, at eg hava búð í
Heinesens Húsi hevur verið hugvekjandi.
Eg eri komin nærri Williami við at ganga
í Viðarlundini og í gøtunum, har hann
hevur gingið. Tað vísti seg eisini, at tað
vóru so nógvir lutir og viðurskifti, sum eg
ikki visti um rithøvundan, hóast eg havi
arbeitt nógv við hansara tekstum