leygardagur 8. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2005
23
lliams í heimbýnum
hevur verið sera fyrikomandi og
hjálpt mær at finna tilfar, sigur
Chirstin Plate, sum býr í Keyp-
mannahavn.
- Eg havi altíð hildið skriving-
ina hjá Williami Heinesen vera
sera spennandi og eri hugtikin av
tekningum og klippmyndum
hansara av trøllunum og øðrum
verum. Tað er eisini áhugavert at
kanna hansara hátt at fata kvinn-
una og tann góða og ónda í
hansara bókmentum. Serliga
hugtakandi skrivar hann um
sambandið millum móður og
barn í "Moder Syvstjerne, men
eisini spennandi at sammeta
hansara skriving, við tað sum
hann sigur á bandupptøkum og í
greinum.
- Tað havi eg roynt at tvinna
saman til mín persónligu
samandrátt, sigur Chirstin Plate.
Hon hevur fyribils ongar
ætlanir um at geva hetta arbeiði
út í bók, av tí at so nógv er
skrivað um William Heinesen.
Hinvegin so er ætlanin í fram-
tíðini at gera meir við at halda
fyrilestrar um evnið. Higartil
hevur hon hildið hesar fyrilestrar
á skúlum, á skeiðum fyri kvinnur
og leiðslu og í áhugafeløgum
víða um í Danmark. Nú verða
stundir at fara út á kvøldskúlar-
nir og aðrastaðni, við nýggja
tilfarinum um kenda rithøvund-
an.
Byrjaði sum sjúkrasystra-
næmingur
Chirstin Plate fór til Danmarkar
at ogna sær sjúkrasystraútbúgv-
ing í 1960 og arbeiddi eina tíð,
áðrenn hon fór at útbúgva seg til
heilsusystur og seinni fekk
kandidatútbúgving á Aarhus
Universitet sum cand. cur. Fyrst í
nítiárunum tók hon við sum
stovnsleiðari fyri víðari útbúgv-
ingar á Dansk Sygeplejerske-
højskole, har hon júst er farin frá
sum leiðari, men frameftir undir-
vísir og er fakligur ráðgevi.
Umframt tað hevur hon givið
út bókina "Sociale netværk" á
Munkgaards Forlag og redigera
greinar í lærubókum, sum
Akademisk Forlag hevur givið
út. Hon hevur eisini verið
fakligur ráðgevi hjá Reitzel og
Munksgaard Forlag, í sambandi
við at umseta lærubøkur úr
enskum til danskt.
Skrivar minnisrit um
kvinnufelagið
Føroyska Kvinnufelagnum í
Keypmannahavn fylti 60 ár í fjør.
Tá var samtykt at skriva minnis-
rit um hetta felagið. Chirstin
Plate og Elsa Zachariasen hava
fingið til uppgávu at skriva
minnisritið.
Um týdningin av at hava før-
oyskt kvinnufelag í Keypmanna-
havn, sigur hon um søguna frá
byrjanini, at felagið varð stovnað
í 1944, við tí endamáli á krist-
num grundarlag at savna før-
oyskar kvinnur í ein felagsskap,
fyri at menna sosiala og
mentanarliga sambandið teirra
millum.
- Føroyska Kvinnufelagið fekk
stóran týdning fyri føroyingar
undir seinna heimsbardaga, tá
einki samband var millum
londini bæði. Tað blómaði í
tíðini eftir seinna heimsbardaga,
tá kvinnurnar í felagnum vóru
serstakliga virknar. Tær stovnaðu
grunnin "Færøsk Kvindefor-
enings Fond" til frama fyri at
útvega eini felagshús, og skipaðu
fyri basarum, seldu lutaseðlar og
tílíkt, sum gav fitt av peningi,
sigur Chirstin Plate.
Í 1969 vóru húsini í Store
Kongensgade keypt. Fleiri feløg
hildu til í húsinum, men um-
støðurnar vóru ikki tær bestu og
peningur var ikki til umvælingar.
Húsini vóru tí seld í 1977. Tá
kom ein tíð, tá kvinnufelagið
ikki var so virkið, men tá
Landsstýrið játtaði pening til
leigu av Føroyahúsi, sum tey
føroysku feløgini kundi halda til
í, kom aftur gongd á virksemið.
Ein starvsnevnd varð sett, har
Landsstýrið setti tveir limir og
føroysku feløgini valdi tveir
limir. Chirstin Plate situr í hesi
nevndini fyri Kvinnufelagið, sum
í dag telir eini 110 limir.
Málskeið fyri tilkomin
Um týdningin av Føroyska
Kvinnufelagnum, sum í dag
heldur til í Føroyahúsinum, er
tað eins umráðandi og áður at
hava eitt stað, har kvinnur kunnu
hittast. Endamálsgreinin hjá
felagnum er broytt til "at savna
føroyskar kvinnur í Danmark
umframt aðrar herbúgvandi
kvinnur, ið hava áhuga fyri
føroyskum viðurskiftum, til
mentunarliga og sosiala
samveru". Felagið skipar fyri
nógvum tiltøkum.
- Sum nakað nýtt skipar
Kvinnufelagið saman við
Føroyahúsinum í heyst fyri
undirvísing í føroyskum fyri
tilkomnum fólki. Føroyska málið
broytist alla tíðina, og tað kann
vera torført hjá nógvum at fylgja
við, um tey ikki hava so neyvt
samband við Føroyar. Um onkur
hevur hug at fríska føroyska
málið upp aftur, ber til at koma á
skeið í Føroyahúsinum at læra
nýggj orð og hugtøk. Tað er
umráðandi, at vit ikki blanda
dansk og føroyskt mál, sigur
Chirstin Plate.
Sóknast eftir myndum frá
1940 og 50 árunum
Minnisritið skal skrivast út frá
teimum mongu gerðarbókunum,
sum eru varðveittar frá fyrstu tíð
og til dagin í dag. Christin Plate
sóknast eftir myndum frá
Kvinnufelags virkseminum
gjøgnum tíðirnar og heitir á fólk,
um onkur eigur myndir frá 1940
og 50 árunum, um vinarliga at
læna felgnum tær til minnisritið.
Um tað at hava røtur í føroyska
samfelagnum og búgva í
Danmark, sigur Chirstin Plate, at
tað ikki er ein trupulleiki. Hóast
tú býr uttanlands, gloymir tú ikki
tín uppruna, føroyska samfelagið
og tað farna.
- Tað er ein spurningur um, at
bæði støðini hava dygdir og
virðir, sum væl kunnu trívast har
tú ert stødd í løtuni. Í Føroyum
havi eg stóra familju og vinir og
í Danmark somuleiðis, umframt
kenningar og starvsfelagar og
uppgávur tú fæst við í gerandis-
degnum.
- Um eg kundi hugsað mær at
flutt heimaftur? Tað havi eg ikki
tikið støðu til, men eg haldi ikki,
at tað er so umráðandi í dag, nú
bøtt er munandi um møguleikar-
nar at ferðast millum londini,
sigur Chirstin Plate, sum øll árini
í útlegd, við jøvnum millumbil-
um, hevur vitjað heimaftur.
- Hóast tú býr uttanlands, gloymir tú ikki tín uppruna, føroyska samfelagið og tað farna, sigur Chirstin Plate, sum umframt arbeiðið við at kanna
bókmentirnar hjá Wiliam Heinesen og halda fyrilestrar, í næstum fer undir at skriva minnisrit um Føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn