Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 192 - 8. oktober 2005 UMMÆLI Kinna Poulsen kinna_poulsen@hotmail.com Myndir Jens K. Vang At listabólkurin, sum í løtuni framsýnir í hølum Tórshavnar Skipasmiðju, millum manna verður nevndur "ÚTBRÓTAR- ARNIR", gevur frænir og vónir um eina í føroyskum høpi óvan- liga villa og ógvisliga listafram- sýning. Eisini gevur hetta, at framsýningin letur upp í einum livandi vinnuøki ábendingar um nakað nýtt, at føroysk list kanska er í hølunum á teimum fram- fýsnu, sum í øðrum londum longu leingi hava nýtt størri vinnuøki, gamlar fabrikkir og virki til tíðarhóskandi framsýn- ingarskálar hjá samtíðarlistini. Men sæð burtur frá serligu hølis- umstøðunum (og onkrum øðrum umstøðum eisini) man Heyst- framsýningin 2005 ikki gerast nøkur skakandi uppliving fyri føroyska listaáskoðaran. Hon umboðar fyri tað mesta føroyska myndlist av tí góða gamla slag- num. Men hóast talan ikki er um nakra listarliga kollvelting sum so, var ikki frítt, at tú til ferni- seringina hómaði roykmiklan anga sum av krúti og kanónum og vínstillan sigursrús sum eftir veldugt slag. Ónøgd og dirvi Hvørji eru hesi tólv uppreistrar- fólkini, sum hava tikið seg út úr Myndlistafelagnum og sum ikki longur vilja framsýna í Listaskál- anum? Eftir meðalaldrinum at døma (48 ár), er talan ikki um ein ungdómsuppreistur, ei heldur er talan um listarligar outsidarar, sum eftir ár á skuggasíðuni nú vilja krevja sín rætt. Tí Lista- bólkurin telur millum sínar limir tey mest etableraðu og vællýddu av okkara listafólkum, sum onkursvegna eru vorðin so ónøgd, at tey hava funnið dirvið at fara frá alment stuðlaða lista- pallinum, tí sonevnda sjálvsogn- arstovninum í Gundadali til nakað heilt nýtt og óroynt. Og meðan støðan í Listaskálanum føroyskari samtíðarlist viðvíkj- andi stendur við og versnar, mugu vit fegnast um vælvild Tórshavnar Skipasmiðju og listahøllina í grøna bygninginum á Rundingi, sum er framúr egnað til listaframsýningar. Góðska Vakra plakatin ber beinavegin boð um góðsku. Marius Olsen hevur gjørt steinprentið, sum er eitt av eini frálíkari røð av grafiskum listaverkum, sum hann sýnir fram á Heystfram- sýningini. Marius er sera dugna- ligur grafikari og tykist í sínum nýggju myndum hava funnið inn til størri einfeldi, sum í støðum minnir ikki sørt um Steffan Danielsen, sum í teimum ein- faldastu og minstu myndevnun- um fann ta størstu poesiina. Bjarne Werner Sørensen er hin grafikarin á framsýningini. Hann hevur gjørt frálíku mynda- skránna, ið fæst óvanliga bíliga til keyps (20 kr). Hann er hálvur føroyingur og vit kenna hann m.a. frá samstarvinum við Tór- odd Poulsen m.a. í sambandi við grafiska bókaverkið "Villvísi". Eisini skipaði hann fyri "Far Out" framsýningini við installa- tiónslist í Listaskálanum í 1996. Bjarne hevur tríggjar stórar prentmyndir við á framsýningini, sum myndevnisliga minna um hansara steinprent og oljumáln- ingar, men sum hvat úttrykki viðvíkur tykist slættari og harvið kanska tamari. Tøkniliga fevnir Heystframsýningin annars fyri tað mesta um oljumálarí, men glas- og gipslist er eisini umboð- að. Andrias Andreassen kenna vit kanska best fyri hansara Havnar- konur (1992), standmyndina, ið stendur uttan fyri Keypsamtøk- una í Havn. Stílurin í hesi stand- mynd er klassiskur og tað sama er galdandi fyri bringumyndirnar hjá Andriasi, sum eru framsýnd- ar á Heystframsýningini. Nú er Útbrot Hanni Bjartalíð Anker Mortensen Trappan upp til nýggju listahøllina