Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2005 25 tað als ikki tí, at vit svimja í klassiskari standmyndalist í Føroyum, men Andrias tykist kanska í so ungur til ikki at gera sær fleiri formligar royndir. Sjálvsmyndin í myndaskránni er merkt av teirri spirituellu, inn- tonktu nærveruni, ið eyðmerkir bestu verk Andriasar. Olivur við Neyst er etableraður listamaður og sum so sjálvsagdur limur í Listabólkinum. Landslagsmyndin og tann gula myndin, sum hanga á Heystframsýningini bera afturljóð av tí góðsku, sum var, men sum heild hevur Olivur áður staðið seg sterkari. Lívsgleði Tað vil so vera, at eisini listafólk eru ymisk av lyndi. Tað liggur ikki til øll at flippa út uttan trygdarnet. At Tróndur Patursson ikki ræðist ókendar leiðir, sást greitt, tá hann fór í holtur við at prýða Vertshúsið. "Vit liva bara einaferð" staðfesti Tróndur, sum tóktist fullkomiliga róligur við tankan um ein møguligan kiksara. Men á sín egna garvilla, corny-technicolor-dionysiska hátt riggaði vertshúsið í øllum førum inntil veggirnir gjørdust hvítir. Á Heystframsýningini sýnir Tróndur ávikavíst abstraktar og figurativar glasmálningar. Síðstnevnda verk er ein triptykon úr málaðum glasi við áteknaðum kvinnutorsoum á aðrari síðuni og manstorsoum hinumegin; ein sansalig lit- og ljósrík dýrkan av mannalikaminum. Torbjørn Olsen hevur enn einaferð dusað sær í einum klassiskum myndevnið, sum hesa ferð tó er nakað væl meira verðsligt enn í altartalvumyndevnunum. Mynd- evnið Málarin og modellin kann eyðvitað brúkast á ymsan hátt alt eftir hvat listafólkið vil úttrykkja, um tað t.d. snýr seg um viður- skiftini millum model og lista- fólk, eins og ógviliga nógvir listamenn gjøgnum tíðina hava fabulerað og droymt. Torbjørn hevur nýtt høvið til at halda eina litveitslu og við henni úttrykkir hann sína lívs- lit- og listagleði fyri ikki at tosa um tann serliga kunnleika, hann hevur til litir og litviðurskifti. Anker Mortensen er kanska í somu ørindum, men á heilt øðrvísi hátt. Svart er vorðið høvuðslitur í fleiri av hansara verkum. Hóast svart er ein litur uttan ljósvirði, eydnast tað allíkavæl Anker at nýta litin sum ljósskapandi. Myndirnar eru abstraktar, men allíkavæl er tað sum um tú kemist við hesi krutluti skapini, sum í summum myndum ótilvitað festa í okkurt leikandi lætt barndómsminni. Samstundis gevur svarti liturin eina nýggja tyngd og álvarsemi í myndunum, hvørs antitetiska tema verður undirstrikað av heitinum frá sálminum hjá Kingo "Sorrig og glæde". Vit eru í hesum myndum ikki langt frá tí eyðmjúka og tvørsagnarkenda lívstakksemi, sum merkti brøvini frá Jørgen Frantz Jacobsen til William Heinsen. Deyðasjúkur av tuberklum fagnar Jørgen Frantz lívinum og lýsir tað sum deyðans geniala relieff. Zacharias & Bárður Classic Elsta og yngsta listafólki úr listabólkinum eru ávikavíst 69 og 30 ár, tvs.at fleiri ættarlið eru umboðað á framsýningini. Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson eru báðir royndir listamenn, sum hava spælt sín stóra leiklut í føroyskari lista- søgu og altso gera tað enn. Hóast rættiliga ymiskir, taka báðir listamenninir myndevnisligt støði í føroyska landslagnum. Zacha- rias málar bygdina við havið og skipar myndevnið í fastar geo- metriskar formar á løriftinum. Myndin "Heyst" í myndaskránni vísir greidliga hvat tað er, sum listamaðurin vil við sínum mynd- um. Á sama hátt sum impress- ionistarnir á sinni roynir hann at fanga ljósið og vætuna í føroyska landslagnum. Myndaflatin verður býttur upp í glitrandi fasettir, sum eisini hava ein dekorativan dám. Bárður Jákupsson hevur onkuntíð flutt seg munandi yvir móti tí dekorativa, men tykist í teimum nýggju myndunum aftur trúgvari mótvegis myndevninum, sum hann finnur í føroysku klettaverðini. The young ones Yngra ættarliðið, sum eftirhond- ini ikki er serliga blaðungt, er eisini umboðað á Heystfram- sýningini við nøkrum av sínum bestu listafólkum. Hanni Bjarta- líð sýnir fram átta myndir, sum bera boð um støðugan iva og leitan. Tann tilvitaða barnsliga strikan er til at kenna aftur eins og innihaldið í myndunum, sum siga søgur um tilveru einstak- lingsins í gerandisdegnum og um einsemi í felagsskapi. Speisemi og humor eru enn sum áður grundleggjandi liðir í myndun- um, hóast bæði huglag og myndamál í støðum tykist meira álvarsligt, í støðum dapurt. Tað liggur heldur ikki til Rannvá Kunoy ella Hansinu Iversen at standa í stað og hetta prógva tær eisini við myndum sínum á Heystframsýningini. Hansina var kanska tann, sum gav størsta hvøkkin, tí hennara myndirnar tykjast radikalt broyttar. Enn hómast fleiri dýpdir í málning- unum og enn lýsir hvíta grundin út gjøgnum fleiri tunn málinga- løg. Men hesar myndirnar tykjast at kalla kompaktar í mun til áður. Brádliga stendur einki av lørift- inum ómálað og hetta ger øgiliga stóran mun fyri úttrykkið, sum tykist minni opið og sveimandi. Av tí, at myndirnar eru vatn- rættar og litirnir eru grønir og bláir geva tær harumframt huga- samband til landslagsmálarí, sum eisini Rannvá Kunoy er farin í holtur við. Eg var eitt sindur vónsvikin av tí, at Rannvá bert hevur eina mynd við á framsýn- ingini (umframt 2 smáar skitsur), men hetta er eitt lutfalsliga stórt verk, so ljóst og viðbrekið, at rái veggurin aftanfyri tykist órógva ta blágrønu luftspeglingina av einum renesansulandslagi. Heitið "Coma" kundi týtt uppá, at Rannvá er farin eitt stig longur á ferðini í dreymaverð, men ynskiligt hevði verið at sæð fleiri av hennara verkum; tað er langt síðani, hon hevði serframsýning her heima. Samanumtikið er støðið á Heystframsýningini langt oman fyri aðrar felagsframsýningar í Føroyum í ár. Er listin kanska ikki so provokerandi, sum um- hvørvið leggur upp til, so eru áðurnevndu umstøður tað. Við síðuna av framsýningarskránni liggur eitt skriv frá framsýnar- unum, ið er eitt slag av mani- festi, sum í stuttum greiðir frá orsøkini til útbrotið. Heyst- framsýningin ger ikki støðuna í Listaskálanum betri. Men Heystframsýningin er í løtuni eitt neyðugt andingarhol, sum ger framtíðarútlitini fyri føroyska myndlist eitt sindur ljósari. Framsýningin heldur fram til 16. oktober. Mánadag - fríggjadag kl.14-17 og leygardag - sunnu- dag kl. 14-18. Torbjørn Olsen Hansina Iversen