Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 192 - 8. oktober 2005 SNIKKARI Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Dalur: Tað tyktist kanska sum óðamannaverk at fara undir eitt snikkaravirki í eini so fjarskotn- ari bygd sum í Dali. Soleiðis hildu helst mong, tá Bødvar Poulsen fyri nøkrum árum síðani byrjaði Snikkara- kjallaran í Dali. Og tá hann so eisini fekk sær ein lærling, so var kanska ovboðið hjá mongum. Kundi tað yvirhøvur fara at bera seg at hava eitt slíkt virki í Dali í Sandoynni? Hevði hann haraftrat hugsað um samferðsluna, flutningin eftir teimum smølu vegunum og hálkuna á vetrartíð? Men Bødvar og hjálparmaður hansara, Janus á Húsagarði hava veruliga prógvað, at dugur var í teimum og at alt tosið og allur ivin hjá fólki, varð gjørdur til skammar. Teir hava havt úr at gera, og hava framvegis úr at gera. Tað fingu vit eisini prógv fyri, tá vit ein dagin herfyri vitjaðu hetta snikkaravirkið í Dali. Í framleiðsluhøllini var timbur og skáp at síggja allastaðni – klárt at gerast til framtíðar køkar í heimum kring alt Føroya land. Aðrastaðni sást timbur, sum einaferð í framtíðini verður til eina trappu í onkrum heimi – kanska har suðuri í Suðuroynni ella har norðuri á Viðareiði. – Sum tú sært. Her er úr at gera hjá okkum báðum, sigur Janus, samstundis sum hann er í ferð við at gera klárt til ein nýggjan køk úr føroyskum viði. Leyp bara í tað Eftir at hava lært til snikkara varð Janus útlærdur her í Snikk- arakjallaranum fyrr í summar. Janus er sjálvur úr Havn, og ætlar sær tí eisini aftur til Havnar í næstum. – Men eg lovaði Bødvari, at eg skuldi verða her eina tíð aftrat. Og tað ætli eg mær at halda, sigur ein brosandi Janus. At Janus yvirhøvur kom ta longu leiðina til Dals byrjaði á einum heilt øðrum staði, nevni- liga úti í Nólsoy. Í samband við eina av Ova- stevnunum hittust Janus og Bødvar til eitt prát. Teir kendust frammanundan og tí var lætt til eitt prát. Tað var í hesum sambandinum, at Bødvar spurdi Janus um hann hevði hug at koma í læru hjá sær. – Eg veit ikki. Hann spurdi, og eg játtaði. Eg leyp bara í tað, sigur Janus, nú meiri enn fýra ár eru farin síðani hesa samrøðuna teirra millum. Ungur nemur Nú lærutíðin var av í summar, kann Janus líta aftur á fýra góð ár í Dali. — Eg fór bara higar til Dals at læra, mestsum til stuttleikar. Okkurt mátti man læra seg at gera, áðrenn man bleiv ov gamal, sigur hann við einum brosi á kinn. Hetta við træarbeiði var kortini ikki fremmant fyri honum. Janusi hevur nevniliga altíð dám- að væl at takast við træarbeiði. Hjá honum var tað helst so, at annaðhvørt gjørdist hann snikk- ari ella timburmaður. Tað bleiv so til tað fyrra. Hann hevur onkrar ætlanir víðari fyri framman. Men hann hevur so lovað stjóra sínum at vera í Dali hetta árið út, áðrenn leiðina verður løgd aftur til Havnar, har daman eisini býr. 60 trappur um árið Fyritøkan ber jú heitið Snikk- arakjallarin, og tað er tí slík arbeiði, sum hava sermerkt lærutíðina hjá Janusi, og nú arbeiði hansara sum útlærdur snikkari. Teir hava serliga lagt seg eftir at gera trappur, og hevur Janus sjálvur verið við til at gera í hópatali av trappum til alt Føroya land. – Hetta virkið er serliga kent fyri sínar trappur. Og eg veit ikki rættiliga, – men eg meti, at vit hava helst gjørt einar 50 trappur um árið. – Helst eru tær enn fleiri, kanska heilt uppí 60 um árið, sigur greiðir Janus frá. Bíðilisti Tá vit vitjaðu í Dali fyri nøkrum vikum síðani vóru tað mest køkarnir sum fyltu arbeiðsrúmið á snikkaravirkinum. Teir hava eisini gjørt fleiri køkar, og vóru júst um tað mundið í holt við at gera tríggjar køkar um somu tíð. Men arbeiðið steðgaði ikki við tað. Tí tá hesir tríggir køkarnir vóru lidnir, var longu ein bíðilisti eftir tveimum aftrat til ymisk støð í landinum. Henda fyrrapartin í Dali var Janus einsamallur til arbeiðis. Hann var farin undir at gera rammur til nakrar skápshurðar. Eftir hetta skuldu tær límast saman, eins og fyllingarnar skuldu gerast. Suður og norð Umframt trappurnar og køkarnar so hevur Janus fingist við alt slag av snikkaraarbeiði. Teir hava gjørt borð, benkur, vindeygakarmar, wc-møblar – you name it! – Í summar vóru vit enntá í Mykinesi og settu upp eina trappu har, og so hava vit somu- leiðis ordrar liggjandi uppá trappur til Suðuroyar og til Viðareiðis. – So vit eru í gongd allastaðni, og hava úr at gera. Men tað skal helst eisini vera so, tá vit bara eru tveir mans til arbeiðis, sigur Janus. Gongur upp eftir við trappunum Snikkarakjallarin í Dali er lítil í vavi, men hevur kortini megnað at glett mong føroysk heim við trappum sínum. Herfyri vóru tríggir køkar í gerð samstundis, meðan aðrir eru umbidnir. — Jú, eg haldi at fólk eru glað fyri tað, sum vit gera, sigur snikkarin, Janus á Húsagarði. Dalur – ikki fjarskotin Hóast onkur kann halda, at Dalur liggur fjarskotið og øgi- liga langt burtur frá Havnini, so er Janus ikki samdur í tí. – Nei, eg skal siga tær, at tað tekur akkurát ein tíma frá tí eg fari frá húsum í Havn, til eg eri her í Dali.Tá havi eg eisini havt góða tíð til at njóta ein kaffi- munn og eitt prát umborð á Teistanum. — Tey, sum búgva í Eystur- oynni og koyra til Havnar tey brúka eisini somu tíð í ferðing. Men tey fáa ikki tíð til at njóta túrin, soleiðis sum eg geri tað, sigur hann við einum brosi. - Vit hava úr at gera, sigur Janus á Húsagarði, sum varð útlærdur sum snikkari í Dali fyrr í summar Hvørt einasta ár ger Snikkarakjallarin einar 60 trappur. Nú standa eisini fleiri køkar í gerð