leygardagur 8. oktober 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Lýs teg sjálva við trimum
orðum:
Arbeiðssom, impulsiv,
engagerað
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
"Bíða nú!"
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
Nøsini!
Hvussu langa tíð nýtir tú
at gera teg kláran um
morgunin?
Sum oftast eri eg úti av
húsinum umleið eitt korter
aftaná, eg koyri beinini út
um songjakantin.
Hvat stressar teg?
Tað, sum eg ikki fáa gjørt,
tá tað skal gerast.
Hvat gleðir teg?
Tá tað gongur børnunum
og ommubørnunum væl. Tá
eg siti saman við vinum og
arbeiðsfelagum, fegin yvir
ein góðan døgurða, og lati
hugflogið falda seg út.
Nær feldi tú seinast eitt
tár?
Seinastu ferð, eg pilkaði
leyk!
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
Í gjárkvøldið. Eg havi ein
gest pt, og vit fingu
okkum eitt glas av einum
góðum whisky
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Tað minnist eg ikki beint
nú!
Hvar arbeiðir tú?
Eg havi sitið sum stjóri á
Náttúrugripasavninum
síðani 1995, og so havi eg
eisini verið professari í
lívfrøði á Fróðskaparsetur
Føroya síðani 2000. Tá eg
kom hendan vegin í 1974,
var tað sum lektari á
setrinum, men í 1980 flutti
eg yvir á savnið, tí vit
høvdu í fleiri ár ongi les-
andi. Tað var ikki populert
at lesa heima tá. Eg havi
so alla tíðina undirvíst á
setrinum.
Hvørji ráð hevur tú til
fólk, sum ætla sær at
arbeiða innan náttúru-
vísind?
At tey virkiliga brenna
fyri at arbeiða við
náttúruni, tí her er nógv
at gera, men ikki nógv
størv. Føroyar er enn eitt
"jomfrueligt land" innan
fyri nógv granskingarevni.
Men tú skalt sjálv vera
før fyri at finna evnini
fram. Tí umhvørvið er so
stak lítið, at tú næstan
sjálv ert umhvørvið. Eisini
tí vit sita so spjødd í dag.
Í "gomlum døgum", tá eg
kom til Føroyar fyri 31
árum síðani, var tað vís-
indaliga umhvørvið savnað
á Debesartrøð. Túnatosið
og tann stutta leiðin mill-
um okkum gav so nógv
ókeypis inputt, ið tú ikki
fært í dag. Nú sita stovn-
arnir so spjaddir og hava
oftast vánaligar umstøður
at arbeiða undir. Vit á
djóradeildini sita í tí reina
slum í einum niðurløgdum
sethúsum 2 km burtur frá
restini av savninum.
Hvat er besta uppfinningin
og hví?
Tápuligur spurningur, fært
tú ikki nøkunlunda tað
sama svarið hvørja ferð?
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Felliknív og tummastokk
Hvat er títt besta heima-
ráð?
At brúka tilfar úr Føroy-
um, tá tú matger. Eg haldi,
Føroyar er landið, ið
"flýtur við mjólk og
hunangi".
Hvør er stuttligast í
Føroyum og hví?
Eg haldi meg ikki at hava
møtt viðkomandi enn.
Henda spurning og tann
næsta haldi eg vera tápu-
ligar!
Hvør er keðiligast í
Føroyum og hví?
Hetta vil eg ikki úttala
meg um, tað er synd í
fólkinum!
Hvussu ofta speglar tú
tær?
Nei, tað veit eg ikki
ordiliga, men tað er helst
ov sjáldan.
Hvussu ofta ert tú hjá
frisør?
Alt ov sjáldan, tað er ikki
mínum hári, frisørarnir liva
av. Men einar 3-4 ferðir
um árið, tá hárið dettur
niður í eyguni. Við hvørt
koma børnini heim frá
frisørinum, ið hevur sagt
teimum, at nú treingi eg
til at klippast. Mær dámar
sera væl at vera hjá
frisør, so tað er ikki tað.
Hvør er tín løgnasta
uppliving í starvinum sum
savnsvørður?
Eg havi havt nógvar
stuttligar upplivingar í
míni tíð í Føroyum, ikki
minst í grindini, men tað
er ringt fyri meg at draga
eina fram um hinar.
Dorete Bloch • stjóri á Náttúrugripasavninum