leygardagur 8. oktober 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2005
29
BYGDARMENTAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er av ovurstórum týdningi,
at fólk kenna sín samleika. Vit
hava onkuntíð sagt, at tað er á
fortíðina, vit byggja framtíðina.
Hesi orðini segði Magnus
Hansen, formaður í Porkeris
Fornminnafelag, tá ið bygdar-
savnið í Porkeri alment varð tikið
í nýtslu fríggjadagin.
Og savnið er eisini rættiliga
fjølbroytt, serliga tá ið hugsað
verður um, at talan er um lutfals-
liga lítla bygd og at savnið er
akkurát upplatið.
Tað er gamli skúlin í Porkeri,
sum nú er gjørdur til eitt prýði-
ligt og fjølbroytt bygdarsavn,
sum Porkenningar kunnu vera
ernir a av vísa fram.
Magnus Hansen helt, at tað
mundi vera við blandaðum
kenslum, at eldri porkenningar
minnast tann gamla skúlan, tí har
hava verið bæði góðar og tyngri
løtur.
– Hesin skúlin var karmur um
skúlagongdina í Porkeri í 96 ár -
frá 1888 til 1984 og her á leið
hava so øll børn í Porkeri í
hesum tíðarskeiði havt sína
dagligu gongd.
Og skúlin í Porkeri hevur
eisini sína forvitnisligu søgu.
Í hesum sambandi nevndi hann
eisini, at tað var júst í hesum
skúlanum, at Danjal í Ungagarði
um næstseinasta aldarskifti fór
undir at undirvísa skiparum.
– Skúlabørnini hildu til í
skúlastovuni, sum er móti
Bakkafløtti, og skipararnir hildu
til í stovuni hjá Danjali og
Katrinu úr Jógvansstovu. Tann
stovan er tann vestari parturin av
teirri stóru skúlastovuni.
-– Tað verður sagt, at tá ið
Danjal undirvísti børnunum í
Hovi, undirvisti Katrina skipara-
næmingunum og hon hevur
óivað vera fyrsta kvinna, sum
hevur undirvíst skiparum. Men
góða barlast munnu teir hava
havt við sær, tí onkur av teimum
gjørdist rokskipari.
Hann legði, afturat, at Danjal í
Ungagarði doyði bara alt ov
ungur, tí bara 45 ára gamal legði
hann árarnar inn í 1904.
Nógvur og góður stuðul
Magnus Hansen segði, at tá ið
Porkeris Fornminnafelag varð
stovnað í 1995 var tað fyrst og
fremst við tí fyri eyga at seta
gamla skúlan í hóskandi stand,
so at hann ikki skuldi standa sum
ein bygdarskomm.
– Øll tosaðu um hann, men
eingin gjørdi nakað við tað.
Hann segði, at bygdarráðið í
Porkeri var ógvuliga lagaligt,
samstundis sum Arni Thorsteins-
son á Føroya Fornminnissavn
hevði verið teimum hollur ráð-
gevari. Og stuðulin frá bygdar-
fólkinum hevur heldur ikki
trotið.
Tey gjørdu sum so mong hava
gjørt, skipaðu fyri fyri bingo,
jólasølu og kakutombola til at
útvega pening til endamálið.
Og nú er tað so eydnast at lata
savnið upp.Formaður í felagnum
sigur, at nú fara tey at finna eina
skipan fyri, hvussu savnið kann
vera opin og, hvussu áhugað
kunnu sleppa inn at síggja tað.
Nú savnið læt upp, fingu tey
eisini eina heilsan frá Eli
Frederiksen, borgarstjóra, vegna
bygdaráðið, frá Einari Larsen
vegna savnið á Tvøroyri og frá
Hilmari Bech, sum hevur verið
lærari í skúlanum í nógv ár.
Stóran týdning at kenna
okkara samleika
Magnus Hansen helt eisini, at
eitt bygdarsavn hevur ovurstóran
týdning fyri bygdina.
– Tað er av ovurstórum týdn-
ingi, at fólk kenna sín samleika.
Vit hava onkuntíð sagt, at tað er
á fortíðina, vit byggja framtíðina.
Hann segði, at hetta skuldi ikki
skiljast soleiðis at vit skulu læsa
okkum føst í fortíðini ella í fram-
tíðini, men at vit standa og liva í
nútíðini og skoða í framtíðina.
– Bygdasamfeløgini vóru
rættiliga afturlatin og fastløst í tí
dagliga, ikki so at skilja at fólk
ikki hevði við hvønn annan at
gera. Tvørturímóti. Fólk livdu
tætt upp at hvør øðrum, men
vantandi samskifti og samferðsla
gjørdu tað, at fólk livdu í síni
egnu bygd og alt uttan fyri
bygdina var tað fremmanda. – Tó
so, vit hoyra um dansiferðir og
fólk tóku seg saman at fara til
møtir í øðrum bygdum. Tá ið
vegirnir komu og fólk fingu
arbeiði í teimum størru bygdun-
um, tá opnaðist bygdin og nú tað
er so stutt at fara hagar, sum
hevði tikið dagsferðir at fara,
áðrenn vegirnir komu.
Hann vísti eisini á, at heimurin
er vorðin minni.
– Nú kunnu vit hava okkara
arbeiði hinumegin á jarðarknøtt-
inum og kortini hava okkara bú-
stað her. Frá teirri avmarkaðu
bygdini og til tann avmarkaða
heimin er eitt rættiliga stórt lop,
og tað er her vit mugu støðga á
og hugsa um okkara samleika.
Hvør eri eg, hvaðan komi eg og
hvagar gongur leið mín? Hann
helt, at vit máttu ikki missa
bygdina burtur í hesi alheims-
gerðing, men vit eiga at støðga á
og varðveita nógv av teimum
góðu virðum, sum okkara
forfedrar hava lagt í okkum.
– Tað er hetta, sum vit kalla
mentan, segði Magnus Hansen.
Hann vónaði tí at bygdarsavnið
má minna okkara fólk á, hvaðan
okkara røtur eru og hvør legði
lunnar undir okkara samfelag, og
at vit ikki eru sum tey fýrbeintu,
men bara taka til okkum uttan at
takka fyri tað.
Lopið er langt frá tí avmarkaðu bygdini
til tann avmarkaða heimin
Lat okkum ikki missa bygdina burtur í hesi
alheimsgerðing, men lat okkum støðga á og
varðveita nógv av teimum góðu virðum,
sum okkara forfedrar hava lagt í okkum
Bygdarsavnið í
Porkeri heldur
til í Gamla
skúlanum, sum
er settur í
prýðiligan
stand
Bygdarsavnið í Porkeri er sera fjølbroytt og hevur nógvar lutir,
sum lýsa gerandisdagin hjá teimum gomlu porkenningunum. Eisini
eru nógvar gamlar myndir á savninum. Her eru tað Hilmar Bech,
lærari og konan, Kristina, sum við áhuga kanna eina gamla mynd.
Hilmar er gamal lærari og eigur nógv spor í skúlanum