Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 192 - 8. oktober 2005 HAPPING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Á Alheims Sálarheilsudegnum 10. oktober hevur Sinnisbati valt at varpa ljós á stóra trupulleikan við happing við tiltakinum "Nei til happing. Ja til lívið". Sambært Soffi Egholm, forkvinnu í Sinn- isbata, er happing í Føroyum mest at líkna við ein burtur- tagdan trupulleika, sum fá tora at taka upp. Í Sinnisbata síggja tey avleiðingarnar, við at menniskju eru so sálarliga skadd av happ- ing, at tey illa fáa virka í ger- andisdegnum. Óbótaligar avleiðingar Í sínum starvi sum psykotera- peutur kemur tað meir enn so fyri, at Soffi Egholm hittir menniskju, sum eru so oyðiløgd sálarliga av happing, at tey hava roynt at tikið lívið av sær, sum eina seinastu roynd at sleppa undan pínuni. Ofta gongur tað lang tíð, áðrenn hesi menniskju gera vart við seg, tí ræðslan fyri at siga frá, liggur djúpt í teimum. Happingin hevur sannført tey um, at tey onki virði hava sum menniskju, og ofta eru tey komin so langt út, at tey halda seg hava uppiborið at verða happað. Ein onnur orsøk til, at tey onki siga, er ofta, at ræðslan fyri at verða happað mest sum hevur lammað tey, so tey ikki fáa hugsa klárt. Happing skapar happarar Stóra avbjóðingin og ábyrgdin hjá læraraum, foreldrum og øll- um, sum eru um børnini, er at duga at avdúka tekin um happ- ing. Happaði børn hava ofta ilt í búkinum, høvuðpínu, orka ikki at eta, sova illa, hava ilt við at minnast ella fanga, tað, sum verður sagt við tey, ella tað, tey læra í skúlanum. Á sama hátt sæst ofta, at børn, sum annars hava dugað sera væl í skúlanum, knappliga byrja at klára seg illa. Ein onnur álvarslig avleiðing av happing er, at hon í sær sjálvum ofta ger, at hesi børn seinni sjálvi verða happarar. Hartil vísa kanningar, at um onki verður gjørt fyri at steðga happ- arunum, gerast tey ofta seinni kriminell, tí tey onki ræðast longur. Soleiðis kann happing skjótt gerast ein ónd ringrás og ein stórur samfelagsligur trupul- leiki. - Endamálið hjá okkum við tiltakinum í miðlahúsinum er at fáa mynduleikar og skúlar til at gera okkurt ítøkiligt við happingartrupulleikan. Fyrsta stigið í hesum er at vekja fólk, so tey síggja álvaran í hesum í eyguni. Og fyrsta treytin er, at vit byrja at tosað opið um tað, sigur Soffi Egholm HAPPING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað er ikki hugaligur lesnaður í Skúlablaðnum hesuferð, har stóra evnið er happing. Tungar persónligar lagnur, har at dag- ligur ágangur hevur máað alt sjálvsálit burtur hjá barninum, alt ímeðan ein kanning vísir, at bara onkur einstakur føroyskur fólka- skúli roynir ítøkiliga at taka hond um trupulleikan. Og hjá evsta skúlamyndugleikanum, Menta- málaráðnum, tykist lítil hjálp verða at heinta. Happing kann fyribyrgjast Hóast ongin kanning er gjørd av, hvussu umfatandi happing er í føroyska fólkaskúlanum, hava vit onga orsøk at halda, at trupul- leikin er minni hjá okkum enn aðrastaðni. Brúka vit til dømis nýggju kanningina hjá Børne- rådet og Dansk Center for Undervisningsmiljø sum mátistokk, merkir hetta, at 1-2 næmingar í hvørjum skúlaflokki verða happaðir dagliga ella fleiri ferðir um vikuna. Turið Kjølbro, blaðstjóri á skúlablaðnum, sigur, at ein av orsøkunum til, at Skúlablaðið hevur valt at taka evnið upp, er, at tað tykist, sum at fólka hava lyndi til at undirmeta trupulleik- an við happing í Føroyum. Hon vísir á, at tað eru greiðar ábend- ingar um, at happingin ikki er minni her hjá okkum enn í hin- um londunum, heldur kanska meiri umfatandi. Í okkara grannalondum verður arbeitt miðvíst við at fyribyrgja happing og at koma happing til lívs, bæði við lóg og føstum mannagongd- um úti í skúlunum. Og kanningar vísa, at tað hevur minkað happ- ingina munandi, t.d. í Noregi minkaði happingin við einum helmingi eftir tveimum árum, tá skúlarnir av álvara fóru í hernað móti trupulleikanum. Kortini meta føroyskir mynduleikar, at tað eru aðrir meir átrokandi spurningar og mál, sum eiga at verða raðfest hægri, og vit síggja eisini, at tað eru skúlar, sum als ikki taka happing í álvara, sigur Turið Kjølbro - Í mínum hugaheimi er einki týdningarmeiri, enn at øll før- oysk skúlabørn hava tað gott í skúlanum, og at happing als ikki verður góðtikin. Eitt er, at barnið, sum ikki hevur tað gott, ikki lærir ella hevur bindini til at vera í skúla. Annað er, at happ- ing kann hava óbótaligar av- leiðingar fyri barnið, sum verður happað. Tí metir Skúlablaðið tað vera sína skyldu at varpa ljós á happing, sigur Turið Kjølbro. »Nei til happing. Ja til lívið« Happing kann oyðileggja eitt menniskja fyri lívið, og er ofta orsøk til sjálvmorð. Dugdu vit betur at taka hond um trupulleikan frá byrjan, kundu vit havt fyribyrgt nógvum syndarligum manna- lagnum, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata Opið hús í Miðlahúsinum Í sambandi við, at 10. oktober er Alheims Sálarheilsudagur, skipar Sinnisbati fyri tiltakinum "Nei til happing. Ja til lívið" í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánadagin kl. 17.00.Tiltakið verður skipað sum opið hús í millum 17 og 19, har ymsar framløgur verða á skránni. Andreas Petersen, løgtingslimur, leggur fyri, og síðani fara Tormóður Stóra, sálarlækni, Soffi Egholm, psykoterapeut, læarar og onnur at halda fyrilestur. Soffi Egholm, formaður í Sinnisbata, sigur, at tey hava valt at seta evnið happing á breddan, tí alt ov lítið verður gjørt við hendan trupulleikan, bæði í skúlaverkinum og frá politiskari síðu.Tiltakið er ikki minst ein áheitan á øll um at halda eitt vakið eyga við børnunum, so tekin um happing kunnu verða avdúkað so skjótt, sum til ber. Myndugleikar undirmeta happing Í Skúlablaðnum hesuferð er stórt tema um happing. Blaðstjórin Turið Kjølbro sigur, at blaðið kennir tað sum sína skyldu at taka trupulleikan upp og vísir á, at tíverri tykist tað sum, at hvørki politiskir ella skúlamyndugleikar taka happing í nóg stórum álvara Í sínum arbeiði sum psykoterapeut sær Soffi Egholm alsamt fleiri menniskju, sum er sálarliga skadd fyri lívið sum avleiðing av at hava verðið happað sum børn Turið Kjølbro, blaðstjóri á Skúla- blaðnum, vísir á, at tað eru skúlar í Føroyum, sum als ikki tykjast at taka trupulleikan við happing í álvara Børn, ið verða happað, hava ofta ilt við at læra og ring bindindi til at vera í skúla