leygardagur 8. oktober 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2005
31
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
E
g havi verið í Keypmanna-
havn. Hevði leingi hugsað,
at eg átti at farið til Keyp-
mannahavnar ein svipp. Dóttirin
hevur búð í Århus seinnu árini,
so hvørja ferð Láarvegur 52
stakk út í kortið at fara av land-
inum, gekk leiðin so trúliga við
AA til Billund, sjálvandi.
Men nú skuldi vend koma í.
Tað provinsiella kundi onkur
onnur eiga hesaferð.
Copenhagen here we come -
vinkonan Elin og eg.
Høvuðsendamálið við ferðini
var at geva Newton uppiborna
mótstøðu! Nú skuldi hann fáa av
at vita. Nú skuldi eltast, smyrj-
ast, masserast og lúkast sum
ongantið fyrr. Alt, sum javnt og
samt hesi seinnu árini í góðari
trúgv so stillisliga kreyp niður
móti knøunum og longur niður á
gólvið, skuldi fáa av grovfíluni
og so dyggiliga eisini. Nú er
stundin komin at viðganga, at eg
ongantíð havi verið til eina
"høvur til sporl" viðgerð fyrr, so
hetta var alt spildurnýtt fyri mær.
Komnar til Kastrup tóku vit
ein taxabil og søgdu, hvar vit
skuldu. Tíbetur mintist eg til at
siga frá beinanvegin, eg var
komin í bilin, at vit rindaðu við
korti. Tað sigi eg tær, kæri lesari,
ger ikki ta dáragerð ikki at siga
hvussu tú rindar, tekur tú taxa í
Keypmannahavn. Tú kanst koma
í rasshaft og tað við lít.
Mintist knappliga aftur á eina
aðru ferð, tá eg og ein starvsfe-
lagi vóru á skeiði í Keypmanna-
havn. Eitt kvøldið fóru vit út at
eta, og sjálvandi høvdu vit stíl og
tóku taxa. Komnar uttan fyri út-
valdu matstovuna rætti eg honum
gjaldskortið, og so brast. Ódnin í
1988 var sum Móðir Teresa aftur
ímóti hesum. Muðurin gekk sum
ein maskinbyrsa, so eg bleiv lívs-
forskrekt, sprakk út úr bilinum,
rann fyri lívinum inn á matstov-
una og lat vinkonuna sita eftir
við øllum eiðunum. Bygdaslig-
ar? Veit ikki. Tú kanst ikki vita
alt.
Dagin eftir var okkara stevni-
møti við Newton. Kennir tú, góði
lesari, hesa undarligu kensluna,
tá okkurt nýtt skal roynast, og tú
- kanska eitt sindur yvirlegin -
roynir at síggja út, sum um tú
hevur klippikort til staðið og
hevur gjørt hetta javnt og samt?
Soleiðis kendi eg tað, og tað
bleiv ikki frægari, tá sera snøgga,
væl trimmaða dáman við diskin
reksaði upp alt tað, vit skuldu
uppliva, og sum vit skuldu
minnast til, tá vit vóru komnar
inn í føgru nýggju aroma- og
baðisaltverðina. Gloymt í somu
løtu. Eg mintist einki, og sama
var við Elini. Har stóðu vit so
fittar við føvninginum fullum av
lekrum handkløðum og einari
baðikápu, sum var Kleopatru
verdug. Hvat var nú til ráða at
taka? Hvussu trupult kann tað
vera? Jú, vit gjørdu tað, vit
høvdu lært heimanífrá og ikki
minst í svimjingarhylinum: Vit
vaskaðu okkum væl við bæði hør
og hampi, so vit næstan líktust
sjálvlýsandi jólapyntinum,
Skemman selir í desember, tá vit
vóru lidnar. Meðan vit skrubb-
aðu og og skúraðu eftir førimuni,
royndi eg at minna meg á øll
hesi heitini, dáman við diskin
við 100 kilometrum um tíman,
hevði reksað upp: Shiatsu,
akutrýst, HydroJet, Aloofah
o.s.fr., men gakk. Heilin var farin
í krunkasvart. Her stóð sum í
berginum.
Haldi, at eg var eitt sindur
fjálturstungin, men tað var
meira, tí mær ikki dámar at
verða tikin á bóli enn nakað
annað. Eg vil vita, hvat fer at
henda. Eri trygdarnarkomanur á
hasum økinum, so løgið tað
ljóðar. Tori annars nógv ymiskt.
Havi gingið einsamøll í Budapest
á midnátt, meðan verkfall var og
ikki ein sál ella taxabilur í eyg-
sjón, havi verið uppi á Stóru
Dímun, (skal ikki reypa av
"niðurtúrinum"), havi í mínum
ungu døgum "tumlað"frá Rotter-
dam til Amsterdam í villu trýss-
unum saman við hollendskari
vinkonu (sig einki við mammu,
hon veit tað ikki) og onnur
roysni, sum ikki eru prentbær.
Nú stóð eg fyri tørni og eg
bleiv boðin við inn í ein kliva
saman við massørinum. Nú er
tað soleiðis, at vanliga tá tú ert
undir brúsu heima ella í svimji-
hyli og ert liðug, so fert tú í
okkurt plaggið aftaná. Tað plagi
eg at gera. Nú var sperðil í, tí her
stóð eg saman við einum massøri
og eg var spillikokkur innan fyri
Kleopatru! Knappliga kom mær
til hugs, tá eg var stór smágenta,
og pápi mín, sum dugdi sera væl
við Super 8 filmtólinum, m.a.
vísti okkum Charles Chaplin
filmar. Í hesum filminum,
nevndur "The Cure" frá 1917,
verður Chaplin so bukaður og
bankaður sundur og saman av
velduga massørinum, sum hevur
yvirarmar sum viðabular úr
Amazonas, hendur sum Angus
fjórðingar og sum setti knyklar í
brýr, sum mintu mest um bung-
urnar hjá ávísum borgarstjóra. Er
hann nevndur, er hann kendur.
Hetta er so mikið langt síðani, at
tað var ikki blivið "modernað" at
hugsa um, at børn ikki skuldu
síggja harðskap á filmi, so vit
sótu so hugagóð og sóu hesar
filmar umafur og umaftur. Á,
dett deiliga ítriv. Sá í ondini,
hvussu Chaplin rann sum fyri
lívinum og royndi at fjala seg
undir borðinum, men at enda
mátti lúta fyri bølmenninum,
sum læt hann fáa av at vita. Ikki
tí. Mín mýkjari sá bara heilt
fittur út, so har var einki at
ræðast.
Nú ert út óivað við at ótolnast,
tí eg sveimi nakað nógv. Tað er
við vilja av tí at tað, tú nú fert at
lesa, er nokk so pínligt, tí nú
kom eg rættiliga í rasshaft sum
ongantíð fyrr, og eina løtu visti
eg ikki míni livandi ráð. Eg
royndi at seta saman eina
"plausibla" frágreiðing, sum eg
kundi siga mýkjaranum, áðrenn
vit trinu innum í "flótitrolið", har
sveimandi, lokkandi "blaka alla
strongd á sjógv" tónleikur hoyrd-
ist. Men alt stóð stilt. Haldi, at
tað sortnaði fyri mær nøkur
sekund, áðrenn eg líkasum fekk
samlað meg til hvussu henda
nýggja, fyri fyrstu ferð í lívinum,
støðan skuldi taklast. Her var
bara eitt at gera: At ganga í meg
sjálva og siga, sum var. Eg hugdi
uppá hann og spurdi nakað so-
leiðis: Jeg har ingen underbukser
på, kan du vente lidt? Kanska
segði eg tað ikki júst soleiðis,
men boðskapurin var greiður.
Hann lyfti ikki eitt eygnahár - sá
út sum um hann hevði hoyrt
hetta fyrr (loyvi mær at ivast) og
segði, at sjálvandi kundi hann
tað. Eg sprakk inn í umklæðing-
arrúmið, hoppaði í plaggið og
sprakk útaftur til tolna mýkjaran
sum ein nýggj menniskja. Nú var
undirritaða til reiðar. Á. sum tað
lætti - haldi, at eg mestsum hevði
fingið veingir. Síðani fekk eg
boð um at leggja meg á búkin
við andlitinum niður í eitt hol og
bleiv ballað inn í eitt lak de luxe.
Og so byrjaði seansan av
álvara. Gandatónleikur saman
við gandahondum - haldi eisini,
at eg fekk ein heitan stein lagdan
beint á dyntilin - tað skuldi vera
so gott, segði fryntligi mýkjarin.
Og tað var tað eisini. Kendi meg
sum filmsstjørnu í Hollywood.
Sendi ein vinarligan tanka til
vinkonuna, sum var í einum
kliva skamt haðani og fekk somu
viðgerð. Herligt.
Aftaná fóru vit í týrkiskt felags
dampbað (í svimjidrakt), og tað
kendist rættiliga heimligt eina
løtu. Sóu ikki fram um nøsina -
eg væntaði
hvørja løtu at
hoyra
tokulúrin á
molanum,
meðan vit
meira ella
minni í
blindum
funnu brík at
leggja
okkum á. Nú
er tað
soleiðis, at
eg eri skjót at síggja tað stuttliga
í ymiskum umstøðum, og hetta
var á góðari leið. Hómaði Elina,
meðan dampurin bylgdi fram og
aftur upp og niður, og vit prátaðu
um líkt og ólikt gjøgnum
greytatjúkka mjørkan. Knappliga
hoyri eg eina mannfólkarødd - eg
skimaðist og royndi at finna útav,
hvaðani røddin kom, men sá bara
eitt, sum spraklaði og gjørdi
løgnar rørslur á ovastu rók. Tað
var stuttligt, skal eg siga tær.
Garpurin royndi at gera okkum
greitt á russisk/enskum, at hann
var í holt við sína Sri Vishnu
Gayathri - Poorvango
Vighneswara pooja - Poorvanga
Satyonaroyann pooja - Pradhana
Satyanarayona pooja &
Achyutashtakam Mantru, og var
í ferð við at finna sítt innara eg
og koma í javnvág við universið,
og at her skuldi friður og griður
valda. Ups. Eg slepti mær út um
mjørkatámið og yvir í vanliga
dampbaðið ein løtu. Har sat eg
einsamøll og flenti í kíki. Orki
ikki, tá fólk eru so sjálvhátíðar-
lig.
Eftir hesa sera fjølbroyttu og
læruríku seansu vóru vit sum
nýggjar - alt var komið/heysað
upp á pláss aftur (í hvussu er
eina løtu) og fyri at runda av
fóru vit at svimja. Svimjihylurin
hevur ellipsu skap, so tað var lag
á manni at svimja uttan at venda
ella steðga. Genialt vil eg Kall(a)
tað.
Í hylinum sá eg nakað løgið.
Fólk sótu og fluttu seg sitandi
fram eftir í vatninum. Tey písk-
aðu fram um meg, sum um tann
versti var beint í hølunum á
teimum. Tað sá so spennandi út,
at tað mátti eg royna, men hond-
ina á hjartað, eg má eg viðganga,
at tað gekk ikki eftir ætlan. Eg
skilji ikki, hvussu tey bóru seg
at. Eg koppaði beinanvegin sum
vera man, og tað, sum vendi
niður, vendi upp. Ná. Eg má
spyrja onkran í heimliga svimji-
umhvørvinum, um tey vita um
hetta nýggja fyribrigdið.
Gosbað var eisini, men har var
so stúgvandi fult av vøddabólgn-
andi, myrkabrúnum sveinum í
alskyns støddum, at tað var breið
semja at leypa gosið um á hesum
sinni.
Nú stendur so eftir, um við-
gerðin hevur hjálpt soleiðis, at
tað, ið varð heysað og mýkt rætta
vegin í tímavís, ikki aftur fer at
tíggja sær sambært Newton’sa
tyngdarlóg. Eingin ivi er um, at
atdráttarmegin er øgilig og
dregur sum ongantíð áður, men
sektin liggur á, tí mest umráð-
andi er at hava tað skemtiligt, og
tað høvdu vit!
Soleiðis gekk við okkum báð-
um, Elini og mær á vødda-
mýkingardepli í Keypmanna-
havn, og nú sigi eg sum ársins
skemtari í Føroyum anno 2005:
Droym tað ikki - royn tað.
Tað gjørdu vit báðar!
E.S. Vit blivu eisini fraktaðar
gjøgnum Keypmannahavn í
einum súkklutaxa, men tað er ein
heilt onnur søga.
Sir Isaac Newton, Kleopatra og eg