leygardagur 8. oktober 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 192 - 8. oktober 2005
Føroyingar kunnu
aftur brúka fyrimunin
at vera eftirbátur til at
læra av royndum og
mistøkum hjá øðrum.
Eitt tað mest sambær-
liga økið at hyggja at er
býurin Akureyri
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
kari_law@post.olivant.fo
"Háskóli Akureyrar hevur bjarg-
að býnum!" So avgjørd vóru
fleiri eg tosaði um universitetið
har norðuri í Íslandi. Nýggja
tíðin í Íslandi hevur ført við sær,
at fólkið leitar av bygdunum til
miðstaðarøkið, og landið Ísland
er um at gerast býar-staturin
Reykjavík. Men á Akureyri hava
tey vent gongdini so mikið, at
fólk nú leita sær úr óstøðuga
veðurlagnum í Reykjavík norður
í fastlandsklimaið í gamla keyp-
staðnum. Tað eru ikki bert góð-
veður og alskyns mentunartiltøk,
ið lokka; tey har norði hava bygt
upp lærdan háskúla við mongum
forvitnisligum tiltøkum.
Fyrstu ferð eg vitjaði háskólan
á Akureyri - einum býi nett upp
á stødd við Havnina - viltist eg.
Heldur enn at fara inn í undir-
vísingarbygningin var eg av mis-
gáum fyrin inn í tann stóra og
stásiliga granskingardepilin.
Uppi á heygnum Sólborg liggur
granskingardepilin lið um lið við
part av háskúlanum við sínum
umleið 1.600 lesandi. Í deplinum
er mangir stovnar, ið fáast við
gransking ella vitanarvinnu av
ymsum slagi, ið tykjast hava sera
gott samstarv við sjálvan
háskúlan.
...og hann bendi á tað land,
sum hann nú hevur bygt!
Nú var eg komin at undirvísa í
tríggjar vikur, og skjótt kom eg í
samband við hetta spennandi
umhvørvið. Ikki meir enn hevði
eg havt fyrsta tíman, so vóru boð
eftir mær at vitja á deplinum.
Millum stovnana í deplinum var
jafnréttistofan (javnstøðustovan),
ið fæst við at granska spurningar
um javnstøðu og onnur mál í tí
høpi.
Millum annað var eg við til
framløgu um kanning, sum var
gjørd av umstøðunum hjá fólki,
ið ferðast í Íslandi, at sleppa
fram at góðum umstøðum at
skifta á børnum. Íslendigar eru
samdir um, at kallmenn og
kvennmenn skulu vera jøvn í
metum, og bæði pápar og
mammur skulu taka sítt tørn at
ansa børnum. Men eitt eru mál
og mið, annað eru umstøður og
møguleikar. Javnstøðustovan
hevur kannað mangar slíkar
spurningar, og hesu ferð høvdu
tey so fingið fólk av háskúlanum
at kanna kring landsvegakervið í
Íslandi kringumstøðurnar hjá
foreldrunum við smábørnum.
Kanningin vísti, at mangan var
sera langt ímillum alment
atkomilig wc og slíkt, men
serliga var tað trupult hjá
pápunum at koma framat. Upp í
hálvt sjeynda hundrað kilometrar
skuldu teir koyra við hvørt.
Orsøkin var einføld. Umstøður-
nar at sleppa at skifta á børnun-
um vóru sum oftast skipaðar á
wc’num fyri kvinnur.
Frágreiðingin var væl skrivað
og sera humoristisk, talan var
ikki um róp um kúgan og stríð,
uttan heldur tann faktiska og
praktiska tilgongdin, sum
eyðkennir íslendingar so nógv.
Semja er um javnstøðu, hetta
krevur fortreytir fyri at foreldur
kunnu skiftast um skyldurnar,
hesir fortreytir kunnu mátast og
vigast - og so gera vit tað!
...at tað verður eitt bál
Nú skal lesarin ikki misfata meg,
sjálvsagt er henda kanning er
ikki størsta gjøgnumbrot í ís-
lenskari gransking. Kanningin og
framløgan av henni var bert eitt
av ótrúliga nógvum spennandi,
ið er at fara til og fylgja við hjá
systkinatjóð okkara fyri vestan.
Bara ein tilvildarligan dag á
Háskóla Íslands í Reykjavík, har
eg starvist part av árinum, var eg
til framløgu av árligu "Human
Develepment Report" frá einum
ST-stovni, sum íslenskir gransk-
arar innan fleiri ymiskt fakøki
høvdu lisið og nú løgdu fram og
viðmerktu til. Sama dag var
tiltak, har verkfrøðideildin
greiddi frá um skaðarnar av
vatnflóð í New Orleans. Dagliga
koma boð um framløgur og
fundir um evni av øllum handa
slagi, innlensk sum útlensk,
almenn sum vinnulig. Millum
teir mongu áhugaverdu fyri-
lestrarnar í ár var ein hjá
bretskum professara um sátt-
málan um Svalbard, ið settu stór
spurnartekin norsku atferðina í tí
økinum. Á henda hátt duga
íslendingar at benda gransking
um altjóða viðurskifti inn á
landsins og vinnunar áhugamál
og fortreytir.
Norði á Akureyri var eg
umframt at vitja fleiri ferðir á
hesi javnstøðustovu at fáa
íblástur til javnstøðuarbeiði í
Føroyum við til fleiri fyrilestrar
og kjakfundir innan fakøki mítt,
lógkunnleikan. Harímillum varð
- fyri aðru ferð á Akureyri -
skipað fyri fundi um arbeiðið at
smíða føroyska stjórnarskipan.
Íslensk frøðifólk hava stóran
áhuga fyri stjórnarsmíði okkara,
ikki minst tí tey eru farin undir
at endurskoða íslensku stjórnar-
skránna. Eisini íslensku bløðini
skriva um arbeiði okkara og bera
saman tilgongdirnar.
Tað tykist mær sum hvør
leggur sín neista til hin sama eld.
Sjálvsagt hevur Ísland sínar
trupulleikar at dragast við. Fiski-
vinnan er skroypilig eins og
okkara, og keyp av útlenskum
Eg var mær og vitjaði