leygardagur 8. oktober 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2005
33
bróður*)
fyritøkum fyri læntar pengar
kann skjótt fara at ridla. Men tað
varandi virði í háskúlunum og
granskingini er tað, ið vit eina
helst eiga at taka til okkara.
Greiddi eg honum frá...
Her heima hjá okkum uppliva
vit, at frøðingar mæla frá at
brúka for nógv uppá gransking
og hægri útbúgving. Onkur helt,
at fær føroyskur ungdómur bara
miðnámshúgvuna á høvdið, ja so
eru útbúgvingar um allan heim
algongdar og slottið vunnið.
Hetta er eftir míni fatan skeivt
av so mongum orsøkum. Av
teimum ungu, ið lósu hjá mær,
høvdu tey nógvu maka og børn.
Samanbera vit við føroyingar, so
er tað mangan, at drongur fer til
Danmarkar og eftir fleiri ára
lesnað hittir hann gentu, sum júst
er komin niður, og tá hon eina-
ferð er liðug, eru børnini farin í
skúla, og so er ikki vist at tað
liggur so væl fyri at flyta heim
aftur. Akureryi hevur tryggjað
sær bæði at fleiri koma norð
aftur og at Akureyri varðveitir
fleiri ung og bráðræsin fólk.
Eitt er hesin fyrimunurin at
varðveita størri part av ung-
dóminum ella at fáa hann fyrr
heimaftur, tí tað ber til at gera
eina útbúgving byrjaða í
Reykjavík lidna á Akureyri.
Annað er at lærdi háskúlin gevur
mong arbeiðspláss bæði til lærd
og leik, og at háskúlin skapar tað
umhvøvið, ið gransking og
menning tørva. Um tað er
vinnugransking og menning ella
‘grundforskning’ ella gransking
fyri tað almenna og stovnar av
ymsum slagi, so krevur tað eitt
vist umhvørvi og eina vissa
mongd ella stødd at fáa tær
granskandi ketureaktiónirnar í
gongd og at halda fram.
Harumframt kemur, at hægri
útbúgvingar aðrastaðni ofta eru
somikið vánaligar ella ov nógv
rættaðar ímóti heilt ávísum
viðurskiftum har á staðnum -
danska cand. jur. rennur mær til
hugs - at vit eisini kundu tryggja
ungdómi okkara rætt og slætt
betri útbúgvingar við at lata tey
lesa í øllum førum part av
útbúgvingini heima hjá okkum
sjálvum. Ikki minst er hetta
eyðvitað, tá føroysk lesandi
skriva ritgerðir um føroysk
viðurskifti - tá var so upplagt at
verið heima og havt føroyskan
vegleiðara ella enntá gjørt
kanning fyri ein føroyskan stovn,
ið hevur brúk fyri kanningini.
Men sum er, eru vit í Føroyum
so besett av reglugerðum,
mannagongdum, játtanarskip-
anum og freistum, at nærum onki
slíkt fæst í lag.
Tað er sera vandamikið og sera
harmiligt, at vit sum onki kunnu
finna milliónir til rakstrar-
studning ella til íløgur í betong
og boring, men ikki duga at gera
íløgur í vinnur innan vitan og
mentan.
...mangan víst mær á
beinasta veg
Nú skal ikki verða sagt, at alt
ljós í útnorði liggur. Á norrønum
fundi herfyri í Søderborg á oynni
Als í Suðurjútlandi greiddi
danski tingmaðurin Frode Søren-
sen frá, hvussu tey har í danska
útjaðaranum hava samskipað
ymsa hægri útbúgving og hava
skapt fróðskaparsetursumhvørvi,
ið er vorðin vinna, ið loysir av
eldri og lágløntari vinnur. Alla-
staðni, har teimum eydnast at
varðveita ella menna útjaðaran í
norðanlondum tykjast gransking,
útbúgving, menning og sam-
skipan av hesum tættum at vera
so ógvuliga týðandi.
Føroyar áttu at lært av norrønu
systkjum sínum og gingið henda
sama vegin við samanleggingum
av hægri skúlum, við gransk-
ingardeplum, við minni umsiting
og færri reglugerðum, meiri
samvinnu millum stovnar,
vinnulív og gransking, og við at
rætta gransking og menning
ímóti tí, sum tørvur er á, heldur
enn ímóti tí, sum lærararnir
frammanundan duga ella plaga.
Við at lata upp gluggarnar í
allar ættir kunnu vit uppliva ein
so nógv bjartari dag.
*) Sangur eftir Símun av Skarði,
nr. 470 í Føroya Fólks
Vit hava nógv at læra av menningini
á Akureyri, her ikki minst nýggja
Háskúlanum