Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2005 Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráð 1. Hvørja bók lesur tú í løtuni? Da Vinci Mysteriet eftir Dan Brown. - Eg var aftur á góðum goml- um gøtum í Horsens herfyri. Tá ið eg las har í 80unum, kom eg at kenna hópin av fólki umvegis eitt rættiliga stórt kór, eg var við í. Har hitti eg landinspektør A. H. Petersen, sum var sera virkin í frímúraralosjuni í býnum, og ráddi mær staðiliga til at gerast limur. Men eg helt, hetta vera ov duldarfult og undarligt. Eg setti nógvar hvassar spurningar, sum eg ikki helt, eg fekk nóg góð svar uppá. Ein sakførari, sum eisini var við í kórinum, var eins spurin, og eg, og hevði betri førleika at spyrja; men alt tóktist dult. Eg gjørdist ikki limur - eingin ivi um tað! Tá ið eg seinni kom til Horsens aftur, var sakførarin limur í frímúraralosjuni og var vorðin líka duldarfullur, sum hin fyrri. So eg helt fyri, at hann mátti vera bundin metafysiskt onkusvegna. Svarið var: Ja! Hetta styðjaði illgrunan, eg hevði havt alla tíðina... Á ferðini í Horsens herfyri stakk eg sjálvandi inn á gólvið hjá landinspektør A. H. Petersen. Hann ráddi mær til at lesa Da Vinci Mysteriet hjá Dan Brown, og hana royni eg nú at tyggja meg ígjøgnum - "Der er mere mellem himmel og jord, end du tror", sum hann segði... 2. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? - Solsikken eftir Simon Wiesenthal. Spurningurin um at duga og kunna fyrigeva. Ella at trýsta á EXIT! Hetta er kanska kjarnin í jødadóminum og partur av lívsfilosofiini í miðeystri í síni heild, sum elvur til ófriðin, vit kenna so væl. Í bókini liggur ein SS-maður fyri deyðanum og vil hava fyri- geving frá einum jøda, áðrenn hann doyr. Hann fær ikki fyri- geving, og so rennur hugurin hjá Wiesenthal aftur og fram. Nevnd verða fleiri líknandi dømi, har tú fært teg royndan. 3. Hvør var fyrsta bókin tú las? - Veit ikki rættiliga, men mill- um tær fyrstu var Rannvá eftir Dagmar Joensen Næss, sum mær tókti so hjartaliga synd í, og eg helt, at samtíðin var henni sera miskunnarleys og hørð; Lognbrá, Fastatøkur og Men lívið lær hjá Heðin Brú vóru eisini millum tær fyrstu. Tað vóru hugtakandi løtur, tá ið lærarin í barnaskúlanum Óla Jákup Jacobsen las Lognbrá fyri okkum í skúlanum leygardag, tá vikan var liðin. Vit sótu sum knubbar og lurtaðu. Eg droymdi meg aftur til tað hugnaliga um- hvørvið á Sandi, sum eg kendi so væl. Har var romantikkur og dramatikkur í bókini. Í summum førum var hetta successromanin hjá okkum dreingjum, tí slíkt lósu vit ikki. Tað máttu vit ikki. Annars var tað ein áhugaverd og spennandi tíð, bókin tók støði í, hildu vit. Vit høvdu teir (tær) røsku sum fyrimynd. 4. Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? At lisið Bíbliuna og Koranina frá A til Z hevði verið áhugavert. Kent mytologiina betri, bæði tí norðurlendsku og grisku. Kent íslendsku sagairnar betri. Var á Skarvanesi einaferð sam- an við skyldmanninum Poul Mohr og tveimum frá Íslandi, har annar var søgufrøðingur. Teir prátaðu og skemtaðu um aldar- gamlar hendingar, sum vóru tær hendar í gjár og kundu greina ættarbond, sinnalag og umstøður. Gjørdu sær eisini sínar hugsanir og metingar um, hvussu umstøð- urnar máttu hava verið - sera spennandi. 5. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna? Nei, mær dámar væl at lesa í brotum og falla afturáaftur. Ser- liga tá eg lesi yrkisbókmentir. Og mín definitión av "yrkisbók- mentum" er nokkso breið. Følelesernes intelligens eftir Daniel Goleman, Profeten av Kahlil Gibran og aðrar líknandi filosofiskar/psykologiskar bøkur koma í míni verð undir hesa skipan. Bøkurnar og eg "Barnabók": Løgin, løgnari, løgnast Lars Bukdahl, Larslars, Teknari: Lars Nørgård, Sesam, 2005 Herfyri góvu teir báðir Lars Bukdahl og Lars Nørgård út eina ikki sørt løgna barnabók fyri vaksin ella barnsligar sálir við meir enn vanliga snirklutum hugflogi. Ì bókini, sum sjálvandi eitur Larslars, fær navnframi orðasnillingurin og ummælarin Lars Bukdahl rættiliga bóltað sær við løgnum setningum og uppaftur løgnari søgum saman við nøkrum av teimum løgnastu tekningunum, lesarin hevur sæð. Søgan um Larslars er ógjørlig at endurgeva, tí hon fýkur higar og hagar ímillum verur, sum ikki eru til, uttan byrjan ella enda. Men vit kunnu so nevna gos- fjallið, sum forelskar seg í eini mariuhønu ella dagsúklilyktina við svørtum ljósi ella super- njósnaran, ílatin sum ein steiki- panna ella Larslars, sum heldur tað flákra so deiliga innan í sær, tá hann hongur toy upp á snórin. Onkur ummælari vil vera við, at tey mongu hugskotini skugga hvørt fyri øðrum og ætlanini. Men tað er ikki so lætt, tí sum Larslars sigur: "Tað er strævið at fáa so nógv góð hugskot." Onnur halda, at úrslitið av samstarvin- um millum høvundan og teknar- an er onki minni enn stór list í serflokki. Bæði Lars Bukdahl og Lars Nørgård hava fyrr givið barna- bøkur út, men hetta er fyrstu ferð, teir hava arbeitt saman um eina barnabókaútgávu. Bókatíðindi: Myturnar í nýggjum hami Saman við forløgum um allan heim er danska forlagið Tiderne Skifter við í eini stórari verk- ætlan, har altjóða rithøvundar ný- ella endurskriva mest kendu myturnar í søguni. Í ár kemur kanadiska Margaret Atwood við Penelopiaden, sum snýr seg um Penelope og Odysseus, russiski Viktor Pelevin gevur út skaldsøguna Skrækhjelmen um Theseus og Minotaurus, meðan Karen Armstrong úr USA innleiðir evnisrøðina við bókini Mytens Historie. Røðin um heimskendu myt- urnar heldur fram komandi ár við fleiri útgávum. Margaret Atwood hevur endur- skrivað mytuna um Penelope og Odysseus 300.000 kr bíða 19. november endar landsum- fatandi atkvøðugreiðslan um, hvør skal hava bókavirðislønina á 300.000 kr hjá BG Bank, sum er størsta privata bókavirðislønin í Danmark. Í uppskoti til virðislønina í ár eru Janina Katz fyri bókina Drengen fra dengang, Bjarne Reuter fyri Løgnhalsen frá Umbrien og Helle Helle fyri Rødby-Puttgarden. Í fjør greiddu 25.000 danir atkvøðu, tá Kirsten Thorup gjørdist vinnari við skaldsøguni Ingenmansland. Bjarne Reuter er í uppskoti til BG virðislønina Lognbrá var eitt slag av successroman hjá dreingjunum í skúlaflokkinum hjá Dáva Winther - har var dramatikkur og romantikkur, so tað forsló … Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo