týsdagur 11. oktober 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 193 - 11. oktober 2005
Leygardagin boðaði
Sjóbjargingarstøðin
frá, at eitt skip rak
mannleyst við Føroy-
ar. Talan var um ís-
lendska línubátin
Valur, sum var á vegis
til Danmarkar til
upphøggingar
MANNLEYST SKIP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein sleipibátur sleipaði
skipið til Danmarkar, men í
ringa veðrinum, sum hevur
verið, slitnaði ketan millum
sleipibátin og Val.
Sleipaður inn á Skála
Sleipibáturin helt tó leiðina
fram til Danmarkar, og tí lá
Valur og rak mannleysur
vestan fyri Føroyar. Skipið
var komið inn í føroyskt
øki, og leygarmorgunin, tá
Sjóbjargingarstøðin boðaði
frá um mannleysa skipið, lá
Valur á positiónini 62 grad-
ir og 48 minuttir norður, og
9 gradir og 56 minuttir
vestur.
Brimil setti leygardagin
kós móti mannleysa skipin-
um, og sunnunáttina kom
hann til Val. Um hálvgum
fimmtíðina sunnumorgunin
var fast millum Val og
Brimil, og so varð aftur far-
ið undir at sleipa íslendska
skipið. Leiðin gekk síðani
inn á Skála, har skipini
bæði komu seinnapartin
sunnudagin.
Valur
verður
fyribils
liggjandi á Skála, inntil
greitt verður, hvat nú skal
henda við skipinum.
Valur er er bygdur í Svø-
ríki í 1963, og hann er 33
metrar langur og knappar
sjey metrar breiður. Ís-
lendski línubáturin er 169
bruttoregistartons til stødd-
ar, og hann er heimahoyr-
andi í Reykjavík.
Mannleyst skip við Føroyar
Náttúru-
gripasavnið
opið alla
heystfrítíðina
Hesa vikuna, sum jú er
heystfrítíðin hjá skúla-
børnum, hevur Náttúru-
gripasavnið
sonevndan
heystfagnað við bæði
uppgávum og spølum til
børnini.
Heystfagnaður
hevur
áður verið á Náttúrugripa-
savninum, men í ár verður
denturin lagdur á tær
føroysku blómurnar.
Fýra blómuoyggjar eru
bygdar upp inni í fram-
sýningarhølunum.
Her
kunnu børn leita fram tær
ymsu blómurnar og á tann
hátt læra um føroysku
náttúruna,
meðan
tey
spæla.
Heystfagnaðurin er fe-
lags tiltak hjá Náttúru-
gripasavninum og Jarð-
frøðissavninum.
Fram-
sýningarnar eru opnar frá
mánadegnum 10 oktober
til fríggjadagin 14. ok-
tober frá kl. 11 til 16.
Tað er ókeypis atgongd
í heystfrítíðini.
tn
Fjallmaður
í Funningi
fekk skaða
Útvarpið visti á miðdegi
leygardagin at siga, at ein
fjallmaður í Funningi var
áhalsin, tá ið menn vóru á
fjalli í morgun.
Maðurin datt í eitt gil
og bleiv fluttur á Lands-
sjúkrahúsið við tyrluni.
Tíbetur letur tað til, at
maðurin ikki hevur fingið
nakran álvarsligan skaða,
og leiðarin hjá Eiðis
Bjargingarfelag,
Eyð-
bjørn Mørkøre, segði við
útvarpið, at tað gekk
ógvuliga skjótt hjá tyrluni
at koma á staðið og fáa
mannin fluttan til Havnar.
J-dagur
4. november
Fríggjadagin 4. november
er dagurin, tá ið bryggja-
ríini í Føroyum og Dan-
mark koma á marknaðin
við teirra Jólabryggi.
Restorffs
Bryggjarí
kemur aftur við Jólatrøll-
inum. Ætlanin er at gera
eina royndarsmakking, so
føroyingar kunnu atkvøða
um, hvat føroyskt jóla-
bryggj teir halda, er tað
besta.
Íslendska skipið Valur, sum rak mannleyst vestan fyri Føroyar í vikuskiftinum
Mynd: www.skip.is