Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 11. oktober 2005 3 Fleiri enn 300 fólk leitaðu sær í Norður- landahúsið í farnu viku, tá ið eldrastevna var á skránni ELDRASTEVNA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stevnan var í sambandi við, at tað í komandi mánað er val til eitt sonevnt eldraráð í Havn. Tað var Tórshavnar Bý- ráð, sum skipaði fyri stevn- uni, og forkvinnan í sosialu nevnd hjá býráðnum, Katrin Dahl Jakobsen, letur væl at stevnuni. - Tað vóru heilt nógv fólk á stevnuni, og eg haldi, at vit kunnu siga, at tað var ein ógvuliga góð blanding av fólki, tí talan var ikki einans um eldri fólk, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Føroyar kunnu gerast slóðbrótandi á eldraøkinum Millum teirra, ið hildu fyrilestur á eldrastevnuni, var danski professarin, Bent Rold Andersen, ið er ógvuliga virkin á eldraøkinum í Danmark. Danski professarin og fyrrverandi vísmaðurin heldur, at um eldraráðið, ið Tórshavnar Býráð fer at seta á stovn, kemur at virka eftir endamálinum, verður tað ein heimssensatión. - Um eldraráðið kemur at virka soleiðis, at tað kann ráðgeva býráðnum við ym- iskum, sum bert tey eldru kenna til, so verður tað slóðbrótandi fyri eldrapoli- tikk á heimsbasis, heldur Bent Rold Andersen. Hann vísir á, at í flest øllum býráðum bæði her á landi og aðrastaðnis sita ógvuliga fá gomul fólk, og tí væntar kunnleikin til hetta øki. - Allir politikkarar hava verið børn, og teir flestu eiga eisini børn. Tí kenna politikkarar til hesi øki, men teir vita einki um, hvussu tað er at verða gamal. Tí kann tað verða ógvuliga umráðandi at hava eitt eldraráð, ið kann ráð- geva, sigur Bent Rold Andersen. Danski professarin sigur seg verða ovfarnan av tí stóra áhuganum fyri eldra- stevnuni í Føroyum, og hann leggur afturat, at tað var serstakliga hugaligt at síggja, at tað vóru fólk í øllum aldri, ið vóru við til stevnuna. Stórur áhugi fyri eldrastevnuni Bent Rold Andersen á Eldrastevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku Síðst í farna mánað var Norrøna í dokk í Danmark at fáa umvælt annan stabilisatorin, men arbeiðið gjørdist ikki liðugt, og tí skal Norrøna aftur í dokk um ársskiftið UMVÆLING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jógvan í Dávastovu, trygd- arleiðari hjá Smyril Line, sigur, at tað er stýriborðs- stabilisator, ið tað er galið við, sum tað eisini hevur verið megin partin av summarsiglingini hjá Norrønu. Onga ávirkan á trygdina - Vit hava tó framvegis stabilisatorin í bakborð, og tað merkir, at vit framvegis hava eina stabilisatoreffekt upp á okkurt um 60-70 pro- sent, sigur Jógvan í Dáva- stovu. At annar stabilisatorin ikki virkar hevur tó onga ávirkan á trygdina, tí hann hevur ikki einki við trygd- ina hjá skipinum at gera. Talan er bert um ein spurn- ing um komfort, leggur Jógvan í Dávastovu dent á. Norrøna skal hesaferð í dokk í Hamburg í Týsk- landi, og tað verður sjálvan nýggjársaftan. Skipið fer í sigling aftur leygardagin 7. januar 2006. Norrøna aftur í dokk á nýggjárinum