týsdagur 11. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 193 - 11. oktober 2005
Tað er ikki bert Jákup
á Dul Jacobsen, ið ger
vart við seg sum før-
oyskan vinnulívs-
mann í Íslandi.
Fríggjadagin lat
havnarmaðurin
Gunnar Justinussen
nevnliga upp enn eitt
dekkverkstað í
Reykjavík, og talan er
um tað níggjunda
verkstaðið hjá Gunn-
ari í Íslandi
VINNULÍVSMAÐUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Gunnar Justinussen greiðir
frá í telefonini úr Reykja-
vík, at nýggja verkstaðið
hjá honum er heilar 900
fermetrar til støddar, og
sjey mans starvast á verk-
staðnum.
Nógv til kundan
Tað eru nú trý ár síðani, at
Gunnar Justinussen lat upp
fyrsta verkstaðið í granna-
landinum
fyri
vestan.
Fríggjadagin lat so, sum
áðurnevnt, tað níggjunda
upp, so ikki kann sigast
annað, enn at tað hevur
gingið við rúkandi ferð hjá
havnarmanninum.
- Verkstaðið eitur "pit
stop", og talan er um eitt
heilt nýtt konsept hjá
Michelin.
Michelin
í
Evropa hevur gjørt alt við
innrættan, arbeiðsbúnum
og øðrum. Hetta er eitt
ótrúliga flott verkstað við
góðum umstøðum til kund-
arnar. Til dømis er internet-
kafé til kundarnar, og
somuleiðis er møguleiki at
keypa ymisk Michelin-
klæðir og annað, sigur
Gunnar Justinussen.
Verkstaðið hjá Gunnari
er í einum eldri bygningi,
sum hann hevur fingið
fatur á, og sum er gjørdur í
stand til endamálið. Av
teimum 900 fermetrunum,
ið Gunnar hevur at ráða
yvir á verkstaðnum, eru teir
150 burturav til kundan,
sigur hann.
Koyrdi ávirkaður
Ein maður bleiv tíðliga
leygarmorgunin tikin fyri
at koyra ávirkaður í Havn.
Tað var um sekstíðina
leygarmorgunin, at løg-
reglan fekk boð um, at ein
bilur hevði rent á eina av
oyggjunum á ringvegnum
í Havn.
Tað vísti seg, at bilfør-
arin var ávirkaður, og
hann varð tí tikin við á
politistøðina, har blóð-
roynd varð tikin. Maðurin
verður nú skuldsettur fyri
rúsdrekkakoyring.
tn
Nakað av
herverki
Løgreglan í Havn fekk
eisini boð um, at herverk
var gjørt móti einum bili í
miðbýnum leygarnáttina,
og sunnunáttina var her-
verk gjørt móti einum bili
á Velbastaðvegnum.
Eisini var okkurt smá-
vegis herverk gjørt í
Tróndargøtu í miðbýnum
í Havn sunnnunáttina.
tn
Stjólu tveir
gocarts og
koyrdu fullir
Tveir 18 ára gamlir mans
í
Eysturoynni
blivu
sunnunáttina tiknir, eftir
at teir høvdu stolið tveir
gocarts og koyrdu fullir í
teimum.
Teir báðir gocartarnir
vóru tiknir í grótbrotinum
á Lambareiði, men tá ið
løgreglan fekk fatur á
monnunum, koyrdu teir
úti á Toftum.
Menninir royndu at
koyra undan løgregluni,
og síðani fóru teir at renna
undan, men tað eydnaðist
løgregluni at fanga báðar
menninar, og blóðroynd
varð tikin.
Teir verða nú ákærdir
fyri bæði brúksstuldur og
væntandi
eisini
rús-
drekkakoyring.
tn
Óvanliga friðar-
ligt í Havn
leygarkvøldið
Sunnunáttin
gjørdist
óvanliga friðarlig hjá
løgregluni í Havn. Vakt-
havandi á politistøðini
sigur, at tað einasta, ið
løgreglan fekk fráboðan
um sunnunáttina, var okk-
urt smávegis herverk.
Hann sigur, at tað vísir
seg mangan, at tá ið tað er
ringt veður, so halda fólk
seg við hús, og so er væl
friðarligari enn vanligt,
sigur vakthavandi.
tn
Skriviskeið fyri
lesandi
Um tvær vikur fer MFS at
skipa fyri einum skrivi-
skeiði við høvuðsevnin-
um argumentatión.
Tað er Dánjal Hoydal,
stud. mag. í retorikki, sum
skal standa fyri skrivi-
skeiðnum.
Endamálið við skeið-
num er at menna skrivliga
førleikan hjá luttakarun-
um. Arbeitt verður við
m.a. at kenna aftur og
greina sundur argumenta-
tión, soleiðis at uppgávu-
skrivarin verður betur
førur fyri at skipa argu-
mentatiónina í eini skriv-
ligari uppgávu.
Skeiðið verður hildið í
Føroyahúsinum í Keyp-
mannahavn leygardagin
22. oktober frá kl. 10 til
14. Tekning fer fram á
mfs@mfs.fo
tn
Føroyskur dekk-kongur
í Íslandi
Formaðurin í Mið-
flokkinum, Jenis av
Rana, heldur, at
fíggjarlógaruppskotið
hjá Bárði Nielsen,
landsstýrismanni, er
tað reina bluff
FÍGGJARLÓGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Jenis av Rana vil verða við,
at tað veruliga undirskotið
á fíggjarlógini er um hálva
milliard.
Hann vísir á, at tað eru
fleiri útreiðslur, so sum
barnavernd og apoteksverk,
ið er koyrt út um fíggjar-
lógini saman við eitt nú
Hovstunnilinum. Vóru hes-
ar við á fíggjarlógini var
hallið væl hægri, sigur
Jenis av Rana.
Skapa sær sjálvum
trupulleikar
Formaður
Miðflokksins
dugir heldur ikki at skilja,
at landsstýrið inntøkurførur
sølu av almennum ognum,
hóast eingin vissa er um, at
nakað verður selt í komandi
ári.
Hetta ger, at Jenis av
Rana kallar fíggjarlógar-
uppskotið fyri tað reina
bluff, og hann dugir als ikki
at síggja nakað til visión
2015 í uppskotinum, sigur
hann.
Somuleiðis undrast Jens
av Rana á, at játtanin til
umsorganararbeiðið
er
skerd við 600.000 krónum.
- Tað var júst hetta øki, ið
gav landsstýrismanninum
nógv høvuðbrýggj fyrr í ár,
tá ið tað frættist, at tænast-
an við matútbering til eldri
fólk helt uppat, og at til-
haldini fóru at stongja. Tá
var eitt øgiligt rok, men nú
er játtanin aftur skerd, og so
kunnu vit vænta, at tað
verður sama rokið enn
einaferð. Á henda hátt
skapar
landsstýrið
sær
sjálvum
trupulleikar,
heldur Jenis av Rana.
Fíggjarlógin er tað reina bluff