Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 11. oktober 2005 5 72 nýggjar íbúðir millum Horna í Havn Tórshavnar Býráð samtykti hóskvøldið at lýsa eitt øki millum Horna í Havn til sølu. Kommunan hevur fingið umsókn frá KJ Contractors, sum ætl- ar at byggja 72 íbúðir á økinum, treytað av at eitt jarðarstykki hjá býráðnum fæst til keyps ÍBÚÐARBYGGING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo KJ Contractors hava saman við øðrum søkt um loyvi at byggja høg hús millum Horna í Havn. Talan er um økið oman fyri endan á gamla Landavegnum, ella tað, sum havnarfólk róptu »úti á krossinum«. Fyrsta uppskotið frá 2002 varð havnað, tí ov stórt frávik var. Nú hevur felagið gjørt eina nýggja ætlan, sum umfatar bygg- ing av sokallaðum punkt- húsum. Talan er um hús við kjallara, trimum hæddum og innrættaðum lofti. Kjall- ararnir verða nýttir til goymslu o. a. - Talan er um nýhugsan, og húsini fella sera væl inn í lendið, og tey hóska væl til føroyskan byggisið, sig- ur Heðin Mortensen, borg- arstjóri. Leggjast kann aft- urt, at í húsunum verður lyft og ruskskakt. Byggiætlanin er í A2 øk- inum, sum er til høga bú- staðarbygging. Umsøkjarin hevur fingið tilsøgn frá tveimum jarðareigarum um sølu, men neyðugt er, at Tórshavnar Kommuna selur part av einum stykki, sum liggum millum tey bæði stykkini, umsøkjarin hevur fingið tilsøgn til. Grundstykkið verður tað 15.000 fermetrar. Bygning- arnir verða seks í tali við 12 íbúðum í hvørjum - tilsam- ans 72 íbúðir og kring hús- ini skulu verða í minsta lagi 108 parkeringsplass, so- leiðis at hálvt annað parker- ingspláss er til hvørja íbúð. Men Kristen Johansen frá KJ Contractors sigur, at gjørd verða 144 parkerings- pláss, svarandi til tvey pláss fyri hvørja í búð. Tekningin sýnir framsíðuna á punkthúsinum. Seks slík hús skulu byggjast millum Horna í Havn Á hesum øki oman fyri gamla Landsvegin úti »á Krossinum« í Havn skulu seks sokallað punkthús byggjast við tilsamans 72 íbúðum Mynd: Eirikur Lindenskov Alle gode gange tre... KONSERT Tá Danmarks Radio Big Band vónandi lendir í Vágunum týsdagin í sam- bandi við konsertina sam- an við Eivør Pállsdóttir, er hetta triðju ferð, at ætlanin hevur verið at fingið besta danska big bandið til Føroyar. Hinar báðar ferð- irnar hevur veðrið gjørt, at tey 25 fólkini í ferðalagn- um ikki eru sloppin at lenda í Vágunum. G!Music, ið skipar fyri konsertini sigur, at tey vóna, at triðja ferð er hepna ferð. Konsertirnar verða í Læraraskúla-høll- ini hóskvøldið 13. okto- ber kl 20.00 og í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 14. oktober kl 20.00 nud – Tað hevði tænt øll- um best, um nýggja stórkommunan, Runavíkar Komm- una, hevði eitt navn, sum allir borgarar í kommununi kenna seg sum partur av, sigur Kári P. Høj- gaard sum heldur, at kommunan eigur at skifta navn NAVNABROYTING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Verður tað, sum Kári P. Høj- gaard vil, so fer Runavíkar Kommuna at skifta navn. Umframt at vera løgtings- maður, er Kári P. Højgaard eisini varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu. - Eg eri onga løtu í iva um, at tað hevði tænt øllum best, um vit funnu fram til eitt annað felagsheiti fyri stórkommununa. Finna vit fram til eitt navn, sum allir borgararnir veruliga kenna seg sum ein partur av, hevði tað styrkt felagskapin og knýtt okkum betur saman í eina eind, sigur Kári P. Højgaard. Tað var tann 1. januar í ár, at samanleggingini mill- um Skála-, Elduvíkar-, Runavíkar- og Oyndar- fjarðar Kommunu varð veruleiki, men kommunu- navnið er framhaldandi navnið á størstu eindini í felagsskapinum. - Tað kennist til dømis løgið í oyrunum á mær sum Heiðamanni at hoyra kunn- gerð um arbeiði á Skála, ið er undirritað av Runavíkar Kommunu. Kundi hugsað mær, at tað hinvegin kenn- ist enn verri hjá borgar- unum í teimum fyrrverandi smærru kommununum, sigur Kári P. Højgaard, sum tí heitir á Runavíkar Býráð, um at taka spurningin til vi- ðgerðar og taka prinsip- avgerð um navnabroyting. - Er undirtøka fyri hes- um, er ein møguleiki at skriva út navnakapping um at finna rætta heitið fyri felagskommuna, sigur Kári P. Højgaard, sum leggur afturat, at virðisløn kundi verið latin fyri bestu hug- skotini. Kári vil skifta kommununavn Kári P. Højgaard heldur, at Runavíkar Kommuna eigur at hava eitt navn, sum allir borgararnir veruliga kenna seg sum part av felags- skapinum