týsdagur 11. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 193 - 11. oktober 2005
- Eg, sum hevði
stungið eina neyva
kós út í kortið, stóð
nú knappliga har,
sum var eg tveitt út á
ein ókendan motor-
veg uttan at ána, hvar
eg endaði. Soleiðis
lýsir 49 ára gamla
Heidi Hvidbro kensl-
una, tá hon fekk stað-
fest bróstkrabba fyri
sjey árum síðani.
Í dag hevur hon
lært at liva við óttan-
um og sær sjúkuna
sum ein dýrabæran
lærdóm, hon ikki
vildi verið fyri uttan
BRÓSTKRABBI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
16. februar í 1998 hevði
Heidi Hvidbro sett ein
týdningarmiklan kross í
álmanakkan. Hendan dagin
skuldi hon til próvtøku og
harvið gera dreymin um at
gerast heilsuatstøðingur til
veruleika. Dagurin gjørdist
eisini týdningarmikil, men
ikki soleiðis, sum Heidi
hevði ætlað. Tí tá hennara
floksfelagar fóru til próv-
tøku, varð Heidi løgd undir
skurð fyri bróstkrabba, har
annað bróstið varð skorið
burtur.
- Eg fór til próvtøkuna
seinni, so sum eg síggi tað í
dag, fekk eg tvær útbúgv-
ingar. Hana, eg fór eftir, og
so ein óvæntaðan men
dýrabæran lærdóm í, at vit
ongantíð kunnu planleggja
longur enn til eitt vist, og at
onki er ein sjálvfylgja,
sigur Heidi.
Knykilin
Tá Heidi flutti við familj-
uni til Danmarkar at lesa í
1996, hevði hon kent eitt
sindur av pínu í vinstra
brósti í eina tíð. Sum vera
man, hugsaði hon eisini
tankan, at tað kundi vera
bróstkrabbi, men helt kort-
ini ikki, at eyðkennini
hóskaðu heilt.
- Eg helt meg hava hoyrt,
at ein knykil í bróstinum
sjáldan er pínufullur. Tí
kendi eg tað næstan sum
ein lætta, at eg hevði so
nógva pínu, at eg illa fekk
ligið á vinstru síðu, tá eg
svav.
Heidi hevði longu tá ver-
ið til mammografikanning-
ar, sum tó onki illgruna-
samt høvdu víst. Men til
endan gjørdist pínan so
ring, at Heidi fór enn eina-
ferð til læknan, sum sendi
hana til enn eina mammo-
grafikanning. Hetta var
beint áðrenn jól, og í allari
jólastákanini royndi Heidi
at skúgva tankan um bróst-
krabba frá sær. Og sjálv
helt hon, at tað eydnaðist
rættiliga væl.
- Tað man tað ikki hava
gjørt allíkavæl. Eg minnist
tann eina dagin, vit sóðu
ein film um bróstkrabba á
skúlanum. Mitt í filminum
kom lærarinnan yvir til mín
og spurdi, um eg hevði
bróstkrabba tætt at í mínum
lívi. Eg bleiv eitt sindur
kløkk og svaraði uttan at
hugsa, "Ja, eg sjálv". So ta
løtuna havi eg ikki dugað
so væl at fjala mínar kensl-
ur og tankar, sum eg annars
gekk og helt.
Ivin og trúgvin
Úrslitið av kanningini vísti,
at knykilin var illkynjaður,
og enn ein roynd staðfesti,
at
krabbameinið
hevði
breitt seg til lymfurnar.
Læknin mælti tí til, at Heidi
alt fyri eitt varð løgd undir
skurð, og at bróstið bleiv
tikið.
- Eg sat bara har og stardi
uppá læknan og føldi tað
sum, at eg smokkaði niður í
eitt djúpt, djúpt hol full-
komiliga maktaleys. Maður
mín, sum hevur verið ein
ótrúligur stuðul allan vegin
ígjøgnum, var hjá mær, og
sjálvt um túsund tankar
mólu í høvdinum, sissaðist
eg so mikið, at eg fekk
hugsa nøkunlunda klárt. Eg
eri trúgvandi, og sjálvt um
eg ta løtuna onga hóming
hevði av, hvussu alt kom at
ganga, var eg fullvís í, at
Gud fór at hjálpa mær
ígjøgnum.
Fyri Heidi kundi tað heilt
einfalt ikki bera til, at hon
hevði rykt familjuna úr
sínum vanta umhvørvi og
nú sat í einum fremmand-
um landi púra ráðaleys,
uttan at Gud hevði eina
meining við tí.
- Eg, sum hevði stungið
eina neyva kós út í kortið,
stóð nú knappliga har, sum
var eg tveitt út á ein ókend-
an motorveg uttan at ána,
hvar eg endaði. Tað var øgi-
liga
ørkymlandi,
men
spakuliga byrjaði eg at
síggja øðrvísi uppá næstan
alt. Tað var, sum at eg
skuldi heilt niður á botn
fyri at byggja meg sjálva
uppaftur. Lívsviljin gjørdist
so sterkur, at sjálvt tá
kemoviðgerðin var um at
súgva allarseinasta orkuna
úr mær, treiskaðist eg víð-
ari í skúlanum sannførd
um, at hetta nokk skuldi
ganga, sigur Heidi men
leggur erliga afturat, at í
løtum spøkti ivin kortini. Í
dag veit hon, at tað er ikki
heilt rætt, tá hon hevur sagt,
at hon ongantíð hugsaði
tankan, at hon kanska fór at
doyggja av hesum. Hon
minnist til dømis, at tað
bleiv ómetaliga týdningar-
mikið fyri hana, at alt
viðvíkjandi børnunum var,
sum tað skuldi, heilt niður í
minsta smálut. Í dag heldur
hon, tað má hava verið
tankin um, at hon kanska
skjótt mátti fara frá teim-
Talið á teimum, sum fáa staðfest krabbamein í brósti, er
millum 18 og 34 um árið, í miðal 24 um árið seinastu
tíggju árini.
Í fjør var talið 34 í mun til 23 tilburðir árið fyri. Ein av
hvørjum tíggju kvinnum verða rakt av bróstkrabba.
Bróstkrabbi er sostatt tað slagið av krabbameini, ið
rakar flest kvinnur í Føroyum.
Krabbamein í lungunum er tað slagið, ið rakar flestar
menn; ein av hvørjum hundrað monnum verða raktir av
bróstkrabba.
Í 2004 fingu 215 føroyingar staðfest krabbamein, tað
er 20 fleiri enn árið fyri.
Í miðal 187 tilburðir eru skrásettir seinastu tíggju árini.
24 tilburðir um árið
Heidi fekk bróstkrabba:
Ein dýrabærur lærdómur
- Prognosur um
bróstkrabba, slep
skal eg brúka ta
ferðsuvanlukku