týsdagur 11. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
um, sum gjørdi tað so um-
ráðandi at vita, at alt var í
lagi.
Valið
At fáa staðfest bróstkrabba
merkir ikki minst, at tú
verður noydd at taka støðu
til, hvørja viðgerð tú vilt
taka ímóti. Tilboðini eru
mong og gerast alsamt
fleiri, og fyri mong kann
tað tykjast sera ørkymlandi
at skula velja. Heidi fekk til
dømis bjóðað at lata eina
teldu velja fyri seg, eftir at
ymsir upplýsingar vórðu
tastaðir inn, men Heidi
hevði tá longu valt at taka
ímóti tilboðnum um kemo-
viðgerð.
- Seinni segði læknin
mær, at hann kortini hevði
tastað mínar upplýsingar
inn, og at teldan skjeyt upp,
at eg skuldi í kemoviðgerð,
smílist Heidi og heldur
fram
- Eg havi líka frá byrjan
valt ta viðgerð, sum eg føli
hóskar best til mín. Eg fylgi
væl við í tí, sum hendir á
økinum, og ráðføri meg
sjálvandi við læknarnar,
men í síðsta enda hevur av-
gerðin altíð verið mín egna.
Menniskju eru so ymisk,
eisini
krabbameinssjúk-
lingar, og tað verður ringt at
trúgva uppá tað góða við
viðgerðini, um tú kennir
teg tikna av ræði, ella at tú
ert í fer við at gera nakað,
sum veruliga býður tær
ímóti.
Heidi setti sítt álit á
kemo- og stráluviðgerðina
og á, at eitt hægri vald helt
hondina yvir henni. Tí eru
tað heldur ikki marrukend-
ar myndir, sum koma fram
fyri Heidi, tá hon minnist
aftur á hesa tíðina. Ikki tí,
viðgerðin ikki tók hart
uppá hana, meðan hon stóð
uppá, men við góðum
stuðli frá manninum og
familjuni og trúnni uppá, at
hetta fór at hjálpa, var hetta
sum heild ein lívsjáttandi
tíð fyri Heidi.
Tá Heidi hetta tíðarskeið-
ið kortini fekk óneyðuga
torfør viðurskifti at stríðast
við, var tað á ein heldur
óvæntaðan hátt. Meðan hon
var í kemoviðgerð, hevði
hon sett sær fyri at fara
heim í praktikk sum heilsu-
atstøðingur. Av ymsum
orsøkum gjørdist flytingin
úr Danmark til Føroyar eitt
nærum vónleyst stríð við
eitt stívrent skrivstovu-
veldi. Spakuliga fekk Heidi
illgruna um, at hetta komst
av, at tað gekk fram av
hennara pappírum, at hon
var krabbameinssjúklingur.
- Eg var so kroyst til end-
an, at eg ein dagin ringdi og
segði: "Fyri tað, um tit ikki
trúgva uppá at eg blívi
frísk, so trúgvi eg uppá
tað." Eg vænti sjálvandi
ikki,
at
nakar
hevur
handlað í ringum vilja, men
tað vóru veruliga løtur, har
eg kendi tað sum, at mítt
mál bleiv lagt til viks, tí tað
kundi verða líkamikið - eg
var ein, sum fór at doyggja
allíkavæl.
Óttin
Nú, sjey ár eftir at hon fekk
staðfest bróstkrabba, hevur
Heidi tað í allar mátar gott.
Hon er í hormonviðgerð og
gongur til eftirkanningar,
og onki bendir á, at sjúkan
fer at gera um seg aftur.
- Skuldi óttin sníkt seg
inn á meg, havi eg altíð
onkran at venda mær til. Eg
veit ikki, hvar eg hevði
verið í dag, um tað ikki var
fyri familjuna, vinir og
starvsfelagar og ikki minst
tey í Føroya Felag móti
Krabbameini, sum altíð
hava verið klár at hjálpa og
lurta. Tað
hevur
havt
ómetaliga stóran týdning
fyri meg at sleppa at tosa
um sjúkuna, og at onkur
altíð hevur tímað at lurta,
og tí havi eg eisini ótrúliga
nógv at takka kvinnunum í
sjálvhjálparbólkinum Bót
til Bata fyri, sigur Heidi,
sum í dag er formaður fyri
bólkinum.
Fyri Heidi er tað ein stór
gleði at kunna brúka sínar
upplivingar at hjálpa øðr-
um, bæði í arbeiðinum í
Krabbameinsfelagnum og í
sínum dagliga starvi á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Út-
búgvingina sum heilsuat-
støðingur fekk Heidi nevni-
liga á tvey ára degnum,
sum hon varð skorin fyri
bróstkrabba. Men hugurin
at læra nakað nýtt steðgaði
ikki har, og í dag er Heidi í
holt við enn eina útbúgv-
ing, hesuferð innan de-
menssjúkuna.
- Lívið heldur jú fram. Eg
veit, at krabbameinssjúkan
fer at verða mín lívslangi
fylgisveinur, og tað havi eg
lært at liva við. Eg havi so
nógv at vera takksom fyri,
at eg heilt einfalt ikki kann
loyva óttanum at oyðileggja
mítt lív. Hugsa tær, í dag er
tann yngsti sonurin 10 ár,
meðan tey bæði eldru
børnini eru í ferð við hægri
útbúgvingar - nakað eg ikki
trúði, at eg fór at uppliva.
- Tá tú verður rakt av
eini so álvarsligari sjúku, er
tað sum, at allar vanligar
verjumekaniskur rapla, og
tú fert at uppliva alt
ótrúliga sterkt. Hvør dagur
og hvør løta kennist sum
ein gáva, og tað hevur lært
meg at liva í nú’inum - tað
er jú tað einasta vit hava í
síðsta enda. Hetta hevur
verið ein harður lærdómur,
men eg vildi ikki á nakran
hátt verið hann fyri uttan,
sigur Heidi at enda.
Nr. 193 - 11. oktober 2005
7
Orsøkir til bróst-
krabbamein
Krabbamein í brósti er ein sjúka, sum rakar kvinnur,
men í nøkrum fáum førum eisini menn. Hormonir
hava eftir øllum at døma ein avgerandi leiklut, tá talan
er um bróstkrabba.
Bróstkrabbi hjá kvinnum
Hildið verður, at talið á eggloysnum - og harvið tíðin,
sum kroppurin er útsettur fyri østrogen og/ella
progesteron frá eggjastokkunum - kann siga eitt sindur
um nøkur viðurskifti viðvíkjandi vandanum at fáa
bróstkrabba. Fyrr kvinnan fær mánasjúku, og seinni
hon kemur í skiftisárini, størri er vandin at fáa krabba-
mein í brósti. Kvinnur, sum eiga fyrsta barnið seint í
lívinum, hava øktan vanda at fáa krabbamein í brósti,
meðan barnaføðingar minka um vandan. Bróstageving
minkar helst eisini um vandan.
Nýtsla av hormonískoyti eftir skiftisárini økja um
vandan at fáa krabbamein í brósti, og jú longri tíð
kvinnan tekur hormonískoyti, jú meiri økist vandin.
Vandin minkar aftur, um kvinnan heldur uppat at taka
hormonískoyti - eisini um hon hevur tikið hormonir í
nógv ár. Aðrir úrdráttir við gestagen og østrogen elva
sama ella øktan vanda í mun til østrogenviðgerð.
P-bollar elva helst til eitt sindur øktan vanda at fáa
krabbamein í brósti.
Yvirvekt í 50-60-árunum økja vandan at fáa krabba-
mein í brósti. Orsøkin er, at østrogen eftir skiftisárini í
stóran mun gera feittvevnað.
Arvur
Bróstkrabbi er arvaligt í umleið 5 % av førunum. Ill-
grunin um, at bróstkrabbi arvast, ger seg serliga
galdandi um:
• fleiri í familjuni í fleiri ættarlið hava havt bróst-
krabba
• ein ella fleiri í familjuni hava fingið bróstkrabba í
ungum árum - undir 40 ár
• ein í familjuni hevur fingið staðfest bróstkrabba í
báðum bróstum
• onkur í familjuni hevur havt krabbamein í eggja-
stokkunum ella eggjaleiðarunum
Lívsstílur
Títtleikin av krabbameini í brósti er størri í USA,
Kanada og Norðurevropa enn í Asia og Afrika. Vandin
letur til at hava nógv við lívsstíl at gera, heldur enn
arvalig viðurskifti, tí vandin økist, um kvinnan flytir úr
einum landi í annað land, har títtleikin er stórur.
Rørsla
Kvinnur, sum ikki eru likamliga virknar, eru í øktum
vanda at fáa krabbamein í brósti. Tað er galdandi fyri
kvinnur í øllum aldri. Meiri tú rørir teg, minni er
vandin. At røra seg nógv setir niður vandan, sama um
tú vigar ov nógv ella ikki. Kvinnur, sum røra seg nógv,
hava 30 % minni vanda at fáa bróstkrabba enn kvinnur,
sum ikki røra seg.
Maturin
Kvinnur, sum eta nógv animalskt feitt í árunum áðrenn
skiftisárini - serliga feitt frá reyðum kjøti og feitum
mjólkarúrdráttum - eru møguliga í størri vanda at fáa
bróstkrabba.
Rúsdrekka
Kvinnur, ið drekka rúsdrekka, eru í øktum vanda at fáa
bróstkrabba samanborið við kvinnur, ið ikki smakka
sær á. Vandin økist við nøgdini, ein drekkur. Eingin
munur er á, um kvinnan drekkur vín, øl ella brennivín.
Mett verður, at rúsdrekka er atvoldin til 3 % av tilfeld-
unum av bróstkrabba í Evropa.
Tubbakk
Royking ávirkar østrogenstøðið og roykjarar koma fyrr
í skiftisárini enn tær, ið ikki roykja. Ástøðiliga setir
hetta niður vandan at fáa bróstkrabba, men grund er
ikki at halda, at royking setir niður vandan at fáa
krabbamein í brósti.
Kelda: Kræftens Bekæmpelse
Kannar tú bróstini regluliga, er góður møguleiki fyri at
finna bróstkrabba tíðliga. Tað verður malt til at kanna
bróstini og armholurnar eina ferð um mánaðin.
Soleiðis kannar tú teg sjálva:
Nýt lætta flata hond, tá ið tú leitar eftir knútum.
Høgru hond - vinstra bróst.
Vinstru hond - høgra bróst.
Tað tekur bara ein minutt eina ferð um mánaðin. Tað er
lætt at gera,tá ið tú ert undir brúsu,tá ið sápa er á húðini
og helst beint eftir mánasjúku.
Ger lítlar sirklar/kringar frá bróstvørtuni runt alt
bróstið og upp í armholuna. Um tú kannar bróstini
regluliga, veitst tú hvussu tey eiga at følast. Tí verður
lættari hjá tær at leggja til merkis møguligar broytingar.
Merkir tú ein knykil,nýtist tað ikki at vera krabbamein,
men lat ein lækna gera tað av í øllum førum.
Visti tú hetta?
• Oftast merkir kvinnan sjálv ein knykil
• Sjúkan er sjáldan staðfest hjá kvinnum undir 30 ár
• Um bróstkrabbi verður funnin nóg tíðliga og verður
viðgjørdur beinanvegin, er góður møguleiki at gerast
frísk, og viðgerðin verður tá mildari.
Kelda: Føroya Felag móti Krabbameini
Sjálvskannan av bróstunum
Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti
Krabbameini við kvinnum, ið hava ella hava havt
krabbamein í brósti.Kvinnurnar koma regluliga saman til
tiltøk og hugna.
Hugtakið Bót til Bata tók seg upp millum kvinnur,sum
sjálvar vóru skornar í brósti. Tær hildu, at aftan á
skurðviðgerðina,var stórur tørvur á at tosa við aðrar,sum
høvdu upplivað tað sama, og sum kanska kundu svara
teimum mongu spurningunum, sum hópa seg upp.
Kvinnurnar í Bót til Bóta vilja í fullum trúnaði fegnar
hjálpa tær,um tú hevur ella hevur havt bróstkrabba.Ring
til Føroya Felag móti Krabbameini á 317959 og tú verður
sett í samband við ein í bólkinum.
Bót til Bata
m, hvussu leingi tú kanst liva við
ppa ikki at oyðileggja mín dag. Hvat
ð til? Eg kann jú doyggja í eini
í morgin, sigur Heidi Hvidbro
Mynd: Bárður Lydersen