týsdagur 11. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 193 - 11. oktober 2005
MARKNAÐARRÁK
Oljuprísurin er lækkaður
hendan seinasta mánaðin,
og í farnu viku lækkaði
hann heili 10%, úr 63 til 57
dollarar
fyri
tunnuna
(Brent). Hann er nú lækk-
aður umleið 20% síðan
Katrinu. Tað var væntandi,
at hann lækkaði eitt sindur
eftir at hava rokkið 70 doll-
arar fyri tunnuna. Vit vænta
tó, at hann innan ov leingi
hækkar aftur upp ímóti 70
dollarum.
Fríggjadagin
kom amerikanska arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin
fyri septembur. Tað er enn
óvist, hvussu nógv hon er
ávirkað av ódnunum Katr-
inu og Ritu. Tí taka íleggj-
arar hana hesuferð í minni
álvara enn vanligt. Hon
vísti seg at vera nógv betri
enn væntað, men hvørki
parta-
ella
lánsbræva-
marknaðurin
flutti
seg
nakað serligt.
Realkredittlánsbrøv í
andgletti
Lánsbrævarenturnar hildu
áfram at hækka.spakuliga í
farnu viku (sí mynd). 10-
ára danska rentan er nú
3,13%. Hetta er seinasti
mánaðin, lántakarar kunnu
innloysa realkredittlán í úr-
tíð til januar-termina. Um
tað verða fáar innloysingar,
geva hesi realkredittláns-
brøv gott avkast í mun til
statslánsbrøv.
Partabrøv lækkaði
Íleggjarar á partabræva-
marknaðunum gjørdu sær í
farnu viku dælt av tí stóru
virðisøking, sum hevur
verið á partabrøvum sum
heild síðan august. Tað
fekk norrøn partabrøv at
lækka 2,3% í vikuni. Hend-
an vikan er byrjað við eini
lítlari hækking. Nú byrja
virkini at kunngera rokn-
skap fyri 3. ársfjórðing, og
hetta fer at seta dám á
partabrøvini hendan mán-
aðin. Hesa vikuna koma
tvey sera týðandi virkir við
roknskapi, tað eru Apple
Computer og General Ele-
ctric.
Greinarar
vænta
hækkandi
inntøkur
hjá
báðum.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verður USA í
andgletti. Tað koma tíðindi
frá
tjóðbankanum,
og
fríggjadagin koma álitis-,
sølu- og prísvakstrartøl. Til
fríggjadagin kann væntast,
at
fíggjarmarknaðirnir
framvegis fara at meta seg
eftir oljuprísinum. Parta-
brævamarknaðirnir
fara
haraftrat at leggja dent á
roknskaparkunngerðir fyri
3. ársfjórðing.
Oljuprísurin lækkaður 20%
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
615,18
-0,9%
Lánsbrøv í DKK
105,70
-0,1%
JPY
5,40
-1,2%
Evru Lánsbrøv
175,57
-0,1%
GBP
1.083,45
-1,0%
Norrøn Partabrøv
101,00
-2,3%
NOK
94,36
-0,4%
Altjóða Vøkstur
66,51
-3,6%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
2,90%
3,10%
3,30%
10/07
10/08
10/09
940
980
1020
10/07
10/08
10/09
Vika 40, 2005
www.kaupthing.fo
Happarar skulu steðgast
Á Kommunuskúlan-
um í Havn hava tey
heilt greiðar manna-
gongdir, tá happing
tekur seg upp. Øll
foreldrini fáa fráboð-
an um trupulleikan,
sum samstundis verð-
ur tikin upp í flokkin-
um. Eisini er ein tele-
fonlinja, har næming-
ar kunnu ringja, um
tey verða happað,
men ikki tora at siga
tað í skúlanum
HAPPING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Harriet P. Vágadal, lærari á
Kommunuskúlanum
í
Havn, er ein av teimum,
sum hevur tikið stig til at
gera nakað ítøkiligt, tá
happing tekur seg upp í
flokkinum. Hon hevur mill-
um annað verið við til at
gera ein faldara, sum vend-
ir sær til foreldur og næm-
ingar, har greitt verður frá,
hvat happing er fyri nakað,
og hvørjar avleiðingar tað
hevur. Eisini varðar Harriet
av eini telefonlinju, har
næmingar, sum verða happ-
aði ella vita um happing í
flokkinum, kunnu venda
sær. Telefonlinjan hevur
virkað í út við eitt ár, og
higartil hava ikki so fáir
næmingar
nýtt
hendan
møguleika.
Happararnir
Harriet greiðir frá, at fyri
tey allarflestu er tað sera
flovisligt og mannminkandi
at verða happað. Tí gera
happingaroffur ofta nógv
fyri at fjala út yvir trupul-
leikan, og tað skal ofta
nógv til, áðrenn tey sjálvi
venda sær til onkran vaksn-
an at biðja um hjálp.
- Tí er tað eisini so um-
ráðandi at bæði foreldur og
lærarar eru tilvitaði um
tekinini um happing og ikki
minst ta fjaldu happingina,
sum ofta er verri enn tann
sjónliga. Eru vit tað, eri eg
sannførd um at tað bæði ber
til at forða og steðga happ-
ing, sigur Harriet.
Sum tekin um happing
nevnir Harriet strongd, at
næmingurin
roynir
at
flýggja og heldur seg fyri
seg sjálvan í skúlanum ella
skulkar illa fyri at sleppa
undan happingini.
- Teir fjaldu happarnir
eru ofta ringir at fáa eyga á,
tí teir ofta duga serliga væl
at vera fittir og vinarligar
móti læraraum og stjóran-
um. Hetta eru næmingar,
sum duga væl at samla onn-
ur rundan um seg, og fáa
tey at gera tað skitnað ar-
beiðið, tá onkur skal happ-
ast. Samanumtikið kann
sigast um happarar, at teir
eru serliga øvundsjúklir og
tola illa at fáa kapping.
Mekling ikki altíð ein
loysn
Sjálv meinar Harriet, at vit
fyrst eiga at seta fokus á
happaran, tá happing tekur
seg upp í flokkinum. Hann
eigur at konfronterast við
avleiðingarnar av happing-
ini. Eydnast tað ikki at fáa
hann at broyta atburð,
eigur hann kanska at verða
fluttur úr flokkinum. Ì øll-
um førum er tað ikki nøkur
loysn at flyta tann happaða
úr flokkinum, tí happarin
finnur sær skjótt eitt nýtt
offur.
- Harriet heldur hug-
skotið við skúlamekling
verða eina møguliga loysn,
um happingini bert hevur
staðið uppá í stutta tíð.
Hevur
ein
næmingur
hinvegin verðið happaður í
áravís, heldur Harriet tað
ikki vera ráðiligt, at kon-
frontera hann við happaran.
- Ein næmingur, sum
hevur
verðið
happaður
áhaldandi í fleiri ár, er ofta
so niðurbrotin og illa fyri
sálarliga, at hann ikki torir
ella megnar ar standa andlit
til andlit við happaran, sum
kanska situr har við einum
skeivum smíli og lúnskum
eygnabrá. Tá kann talan
ikki blíva um samskifti á
sama støði, og tí gevur tað
ikki so nógva meining við
einum
meklara,
heldur
Harriet, sum sjálv hevur
roynt hendan háttin at
steðga happing.
Í teimum førum, har
happing hevur verið ein
trupulleiki í einum flokki
hjá Harriet, hevur hon held-
ur tosað fyrst við allan
flokkin um, hvat happing í
grundini er fyri nakað, og
hvussu stóran skaða tað
kann gera.
- Hetta snýr seg grund-
leggjandi um, at næmingar
læra at síggja, at soleiðis
hevur ongin rætt til at upp-
føra seg. At teir læra at seta
seg inn í støðuna hjá einum,
sum verður happaður og í
heila tikið broyta hugburð
til, hvussu vit eiga at vera
ímóti øðrum menniskjum,
sigur Harriet.
Tað er ikki altíð nøkur loysn, at flyta tann happaða úr
flokkinum ella skúlanum, tí happarin finnur sær skjótt eitt
nýtt offur, sigur Harriet P. Vágadal, lærari á
Kommunuskúlanum