týsdagur 11. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2005
9
Tað er lagt upp til
eina rimmar mót-
tøku, tá ið nýggi
Smyril kemur leygar-
dagin
SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað fer ikki stillisliga aftur-
við borðinum, tá ið nýggi
Smyril kemur leygardagin.
Ein fyrireikingarbólkur ar-
beiðir nú við at leggja eina
móttøku til rættis. Tilsam-
ans fer hendan móttøkan at
kosta 275.000 krónur.
Tað eru nógvir ymsir
partar, sum gera hesa mót-
tøkuna møguliga. Størsti
einstaki stuðul er Strand-
ferðslan sjálv, sum letur
fýrverk fyri 50.000 krónur.
Annars lata teir tríggir pen-
ingastovnarnir, sum eru í
Suðuroy, Føroya Banki,
Føroya Sparikassi og Suð-
uroyar Sparikassi, 25.000
krónur í part.
Men kommunurnar í
oynni taka eisini sín part, tí
tær lata 30 krónur fyri
hvørt fólk í kommununi,
ella
tilsamans
150.000
krónur.
Afturat tí eru so eisini
aðrir stuðlar.
Smyril kemur í Tvøroyri
klokkan eitt, saman við
Smyrli, sum nú gevst at
sigla. Tá verður skrúðgong-
an av Drelnesi út í nýggju
samfeðrsluhavnina og har
verður horntónleikur, røður
og annað.
Aftaná verður farið í
høllina í Trongisvági, at
undirhald, tónleikur og
annað, verður og har fólk
fáa ókeypis pylsur og soda-
vatn. Um kvøldið verður al-
mennur dansur og tað er alt
ókeypis.
Tilsamans vænta fyri-
reikararnir eini 3000 fólk
til tiltakið.
Móttøka fyri 275.000 krónur
Tá ið nýggi Smyril kemurtil Suðuroyar leygardagin, fer hann at fáa eina móttøku, sum fólk fara
at minnast
Turið Debes Hentze,
løgfrøðingur og mekl-
ari, heldur tað kundi
verið eitt hugskot við
skúlamekling í roynd-
ini at steðga happing.
Í Noreg og Svøríki
hava tey sera góðar
royndir við hesum
háttinum, har offur og
happari verða kon-
fronterað við einum
triðja næmingi sum
meklara
HAPPING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Skúlamekling er ein sera
nógv brúktur arbeiðsháttur
á skúlum í til dømis Noreg
og Svøríki.
Turið Debes Hentze, løg-
frøðingur og meklari, hevur
fylgt við í hesum arbeiðin-
um og heldur tað kundi ver-
ið vert at umhugsa hendan
møguleikan í royndunum at
forða og steðga happing á
føroyskum skúlum.
Geva og taka ímóti
umbering
Turið greiðir frá, at eins og
við øðrum trætum er or-
søkin til, at happing ofta
fær loyvi til at standa við og
vesna, ofta, at hvørgin av
pørtunum veit, hvussu hin
kennir tað. Hetta kemst av,
at hvørki happari ella offur
nakrantíð hava hoyrt hina
síðuna av søguni. Enda-
málið við skúlamekling er
at lata báðar partar fáa høvi
at djúpa seg í støðuni hjá
hinum partinum. Aftaná
fær ein neutralur meklari so
høvi at spyrja nærri inn til,
hvat tað var, sum gjørdi, at
happingin fekk loyvi at
halda fram og fekk so
álvarsliga avleiðingar.
Tankin er, at tann sum
happar, skal konfronterast
við tann happaða og skal
kunna biðja um umbering
fyri sín atburð. Tann happ-
aði skal hinvegin kunna
taka ímóti hesi umbering
og kunna vísa happaranum
tað álit at trúgva uppá, at
umberingin er meint í
álvara.
Á skúlum, ið nýta hendan
arbeiðsháttin, fáa ávísir
næmingar møguleika at
læra seg at mekla ímillum
happarar og offur. Tá báðir
partar hava greitt frá síni
støðu, kemur meklarin upp
í leikin, millum annað við
spurningum um, hvussu ein
kundi hugsa sær at støðan
skal broytast.
Fastlæstar trætur
- Í grundini ynskir ongin,
sum er partur av happing-
ini, at støðan skal halda
fram. Ofta kann orsøkin
verða ein gomul træta, sum
hevur fingið loyvi at læsa
seg fullkomiliga fasta, tí
ongin veruliga hevur sett
orð á hana. Tí endar skúla-
mekling við einum felags
‘brainstorm’
har
offur,
happari og meklari koma
við sínum hugskotum um,
hvussu man skal bera seg at
framyvir.
Turið
Debes
Hentze
hevur sjálv nógvar royndir
sum meklari í sínum starvi
sum løgfrøðingur. Hon
greiðir í hesum sambandi
frá, at nógv mál ongantíð
áttu at verið endaði í rættin-
um, júst tí tey væl kundi
verðið loyst við mekling,
áðrenn tað kom so langt.
Við øðrum trætum eins og
við happing, snýr mekling
seg ikki minst um, at
partarnir læra seg at síggja
hvønn annan sum menn-
iskju, so teir kunnu byrja at
tosa saman og fáa reinsa
luftina, so viðurskiftini
kunnu fáast í rættlag.
Skúlamekling - ein gongd leið
Turið Debes Hentze,
løgfrøðingur og meklari,
heldur at skúlamekling kundi
verið ein gongd leið at steðga
happing