týsdagur 11. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 193 - 11. oktober 2005
Mánadagurin tann 10. oktober var altjóða sálar-
heilsudagur. Í flestu norðurlondum hava myndug-
leikar og felagsskapir sett fokus á happing í skúla og
á arbeiðsplássi. Í okkara grannalondum verður nógv
gjørt fyri at fáa happingina burtur úr skúlunum. Vit
kunnu t.d. nevna, at í Noregi hevur sitandi forsætis-
málaráðharrin sett seg á odda í virkseminum hjá tí
almenna til tess at fáa broytt huglagið í fólkaskúlan-
um, har happingin er ein sera stórur trupulleiki. Eft-
irmaður hansra ætlar at halda fram við hesi ætlan.
Eisini her í Føroyum er ljós varpað á happing í
fólkaskúlanum. Í seinasta Skúlablaði er stórt tema
um happing. Her verður gjørt vart við, at happingin
framvegis er ein stórur trupulleiki í føroyska fólka-
skúlanum. Hetta er ikki hugaligur lesnaður. Her eru
tungar persónligar lagnur, har dagligur ágangur
máar alt sjálvsálit hjá barninum burtur. Samstundis
verður gjørt vart við, at bert hendinga skúli ger ítøk-
ligar royndir fyri at koma óskilinum til lívs. Hetta er
bæði synd og skomm!
Felagið Sinnisbati hevur eisini rópað varskó. Í leyg-
ardagsblaðnum høvdu vit samrøðu við forkvinnuna
í Sinnisbata í sambandi við tiltakið Nei til happing.
Ja til lívið, sum felagið hevur sett í verk á altjóða
sálarheilsudegnum. Samrøðan við forkvinnuna í
Sinnisbata gevur somu mynd sum temaið í Skúla-
blaðnum. Happing er ein burturtagdur trupulleiki,
og avleiðingarnar eru álvarsamar hjá tí, sum er fyri
happing. Tey happaðu fáa sálarligar trupulleikar
seinni í lívinum og gerast so sinnilsiga skadd, at tey
illa fáa virkað í gerandisdegnum - ja, summi royna
enntá at taka seg av døgum orsakað av happingini!
Vit vita frá kanningum í okkara grannalondum, at
happing er ein sera stórur trupulleiki serstakliga í
fólkaskúlanum. Tað gongur eisini fram av sama
tema í Skúlablaðnum, at tað ber til at bøta um henda
álvarsama trupulleika. Í okkara grannalondum t.d. í
Noregi verður gjørt eitt miðvíst fyribyrgingar-
arbeiði. Hetta verður gjørt við lóggávu eins væl og
við verkætlanum í skúlunum. Tað gongur tíverri
greitt fram av báðum hesum sera viðkomandi og
álvarsomu samrøðum, ið vit her hava víst til, at lítið
og einki verður gjørt í Føroyum. Hetta økið er heilt
einfalt ikki raðfest. Hetta kann føroyski almenn-
ingurin ikki góðtaka! Tað er, sum blaðstjórin á
Skúlablaðnum sigur, at einki er meira týdningarmik-
ið, enn at føroysk skúlabørn hava tað gott. Happing
kann ikki góðtakast, og tí mugu avvarandi myndug-
leikar taka seg um reiggj og skipa fyri, at nakað
munagott verður gjørt við hendan trupulleika bein-
anvegin. Vónandi kann tiltakið á Alheims Sálar-
heilsudegnum verða eitt stig á hesi leið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nei til happing -
ja til lívið!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Gunnleivur Dalsgarð
At stjórin á Menningar-
stovuni tók greinina í
Starvsblaðnum (nr. 4 2005)
at sær, kunnu vit bert fegn-
ast um, men svarið hann
kemur við er uttanumtos, tá
talan er um tað, sum
greinin snúði seg um.
Vit eru yvaleyst samdir
um, at umráðandi er, at
føroyskt vinnulív og virkir
mennast, bæði við virksemi
her og í øðrum londum,
men treytin eigur at vera, at
hetta verður gjørt í góðum
samstarvi
millum
allar
partar og ikki leggur upp til
at útnytta eina vánaliga
støðu fólk í viðkomandi
landi hava, og at hetta eisini
beinleiðis kastar av sær til
at menna virksemi heima.
Men mín atfinning til
leiklutin hjá Menningar-
stovuni at stuðla undir at
seta á stovn virkir í Balta-
londum, júst hevur til
endamáls, at gera sær
»dælt« av lágu og vánaligu
fíggjarligu støðuni, vinn-
andi fólki hevur í hesum
londum og soleiðis at vinna
sær størri avkast, og sum
harumframt als ikki hava
nakra skyldu at nýta av-
kastið til at menna okkara
egna vinnulív í Føroyum.
Tvørturímóti hoyrdu vit í
fjølmiðlunum, at fiskur
varð keyptur undan vinnu-
møguleikunum í Føroyum
til at virka í »láglønarpara-
dísinum«.
Og tað er her, at vit tala
at, at almenna føroyska
vinnuamboðið
stuðlar
undir hesa veiðuferð í
einum láglønarlandi. Og
hetta meti eg er átaluvert, tí
almennu Føroyar eiga ikki
at blástempla hetta rákið,
men meira kritiskt kanna,
hvat er tað, sum ætlanin er,
og hvørjar avleiðingarnar
eru, tá stig verða tikin at
seta á stovn vikrir í øðrum
londum. Ikki bara vinn-
ingshungurin eigur at verða
avgerandi,
men
eisini
grundleggjandi moralsk at-
lit mugu takast.
Kanska er tað skilbetri, at
krákan situr heima og
roynir at lívbjarga sær við tí
hon hevur, heldur enn at
hon fer á veiðuferð inn á
onnur at tiltuska sær rovini,
tey stríðast við at hjúkla um
at varðveita og menna.
VIÐMERKINGAR
Fíggjarlógin, ið hækkar skattin á lægri inntøkum
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Hóast stórt undirskot stað-
festir
fíggjarlógin
fyri
2006, at nógv umtalaði
skattalættin hjá samgong-
uni stendur við. Men fyri
lægri inntøkurnar fer fíggj-
arlógaruppskotið at merkja
eina skattahækking.
Greitt er, at fyri árið 2006
er talan um ein skattalætta á
60 mió. kr. og verður, hesin
sum partur av samlaða
skattapakkanum á 240 mió.
kr. yvir 4 ár, fyrst og fremst
latin til hægri inntøkurnar.
Undir 1. viðgerð av
fíggjarlógaruppskotinum er
víst á, at hesin skattalætti
fyri komandi ár skal skiljast
sum endurgjald fyri:
- At barsilsskipanin og
harvið 36 mió. kr. eyka nú
verða løgd út á arbeiðs-
marknaðin.
- At barnaverndarøkið er
lagt til kommunurnar at
umsita, og hesar sostatt
helst mugu hækka komm-
unuskattin um 30 mió. kr.
Hetta merkir eina avlag-
ing av verandi býti av skatt-
ligu byrðunum.
Tí barsilsgjaldið hækkar
við sama %-tali fyri allar
borgarar, og somuleiðis
hækkar kommunuskatturin
við sama %-tali fyri allar
borgarnar í viðkomandi
kommunu. Tvs. talan verð-
ur um proportionala skatta-
hækking, ið vil raka lægri
inntøkur lutfalsliga harðari
enn hægri inntøkur. Eisini
kann nevnast at eitt nú
vektgjaldið hækkar við 25
mió. kr., og rakar hetta flest
allar føroyingar hart.
Hartil kemur, at sokall-
aða endurgjaldið á 60 mió.
kr. í skattalætta nærum bert
verður latin til hægri
inntøkur.
Hetta vil geva eitt mun-
andi skeivari býti av skatt-
ligu byrðunum, til vansa
fyri føroyingar við lægri
inntøkum - og til vansa fyri
teir borgarar, ið búgva í
smærri kommunum í útjað-
aranum, ið verða noyddar
at hækka kommunuskattin
meira fyri at rinda fyri
barnaverndarøkið,
enn
stóru kommunurnar, ið eru
væl fyri.
Mælt verður staðiliga frá
hesi loysn.
Tí ætlanin um eina
skatta- og avgjaldshækking
til øll, meðan hægri inntøk-
urnar fáa endurgjald um-
vegis skattalætta, er ikki
ein serliga solidarisk loysn.
Tá heldur finna loysn, ið
tryggjar at fíggjarligu byrð-
arnar ikki gerast enn tyngri
hjá føroyingum við lægri
inntøkum.
Uttanumtos, Kjartan