Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 11. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Orkupolitikkur vinnumálaráðharrans Kristian Holm Stórhamar Eg má siga, at tað er nógv vatn runnið í ánna síðan eg sat úti á loftinum á El- deildini á Tekniska Skúla fyrst í 1993. Hevði valt at læra handverk og fara í læru eftir at verða troyttur av at ganga í skúla. Eftir at leiðin varð gingin til Havn- ar har nýggjur kappitul í lívið mínum byrjaði, minn- ist eg serliga aftur á undir- vísing í matematikk við Bjarna Djurholm. Minnist ein av fyrstu tímunum, har Bjarni hugtók meg við at rista úr ermuni og grifla talvuna fulla av cosinus, sinus og eindarcirklinum, alt uttan so mikið sum at skeita í bók. Hann grifflaði og greiddi frá á ein hátt, at eg fekk samanhang og skilti trigeometriina. Minn- ist komin suðuraftur henda fríggjadag, at eg segði mammuni frá um hendan fantastiska læraran og royndi at forklára henni, hvat eg hevði lært! Nú 12 ár seinri má sigast, at eg ikki eri líka impon- eraður av matimatikklærar- anum av Tekniska Skúla. Ivist onkuntíð í, tá eg við áhuga lesi onkra viðmerk- ing ella grein um Tekninska Skúla og umstøðurnar har, um Bjarni man hava gloymt sína fortíð og starvsfelagar í Smiðjugerði. Nakað sum er nógv uppi í tíðini í dag er orka og orkupolitikkur! Og fyri at seta gongd á hetta kjakið, hevur Bjarni sent boð eftir Bjørn Lomborg og seinni Svend Auken. Haldi tað er skilagott, at man setur hol á hesa diskutión, og tað er uppá tíðina, at vit fara at hyggja eftir hvussu vit framleiða orku, um vit nú brúka orkuna skilagott, um- framt at taka meiri atlit til nattúruna. Men haldi ikki Bjarni nýtist Auken ella at leita við luppi fyri at vita, hvat hann kann gera fyri at spara orku. Haldi at Bjarni kundi byrja við egnum málsøki. Sum vinnumálaráðharri varðar Bjarni av Lands- verki. Ein av deildunum hjá Landsverki er asfaltverkið. Og verður tað gjørt uppi í Hundsarabotni, hvat eg haldi er høpisleyst! Um vit hyggja eftir, hvat innihaldi er í asfalti, er tað í høvðusheitum, skervur, bikumen og sement. Skervurin er úr Noregi ella verður framleiddur úr grótið av Skørðunum í Porkeri. Tað vil siga, at alt ella mesta tilfarið verður silgt til Kollafjarðar antin úr suðri ella úr útlandinum. Tá hetta tilfarið er komi á kajuna í Kollafirði, verður tað koyrt til fjalls fyri at verða blandað, fyri síðani at verða koyrt omanaftur. Og í ring- asta føri, verður lidna asfalt- ið kanska siglt aftur til Suð- riar og kanska koyrt niðan aftur á Skørðina í Porkeri fyri at verða lagt á vegin har. At koyra stórt sæð alt til- fari niðan á fjallatindarnar bert fyri at blanda tað, fyri síðan at koyra tað oman aft- ur, vil eg kalla "at troðsa nattúrulógirnar". Og man kann spyrja, hvar er logikk- urin? Tað er væl skiljandi, at aðrir framskygnir menn síggja møguleikar í at kapp- ast við slíka framleiðslu! Eg haldi, at tað er uppá tíðina, at Landsverk endur- skoðar hesa prosess, og vil eg mæla til at henda fram- leiðsla verður flutt oman á slætt og helst lagt á eina kaj. Og hví so ikki flyta asfaltverkið til Suðriar, har einasta rávørugrundarlagi er til slíka framleiðslu. As- faltið kann siglast norður um fjørðin, tá tað er liðugt. Á henda hátt gerst fram- leiðslan munandi bíligari. Man skal eisini hugsa um, at grótið, sum verður silgt norður í dag, er ikki liðugt knúst, tað vil siga, at man siglur eisini nakað av av- falli norður um fjørð. Tað kundi verið áhuga- vert at lagt asfaltfram- leiðsluna við síðuna av El- verkiðnum hjá SEV í Vági, og nýtt avlopsorkuna til at gjørt asfalt; so kundi man fingið tvær flugur við ein smekk! At flyta asfaltblandingina til Vágs, vil eisini geva nøkur hart tiltrongd ar- beiðspláss og vildi eisini verið í tráð við útjagarapol- itikkin hjá samgonguni. Um Bjarni fær asfalt- verkið oman á slætt, verður eisini meiri rúm á fíggjar- lógini fyri einari hart til- trongdari útbygging av tekninskaskúla! Um Lomborg og Auken verður ofta sagt, at teir hava mótsattar meiningar um orkupolitikk, men ivist ikki í, teir vildu verið sera samdir um at asfaltbland- ingin hjá Bjarna sum hon er í dag, ikki hevði fingið grøna stemplið. PS. Anna dømi um at Landsverk ikki altíð ar- beiðir í rættari hæddar- kurvu er hovstunnilin! Bjørn Patursson Nevndarformaður, Bóndafelag Føroya Landsstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djur- holm hevur fleiri ferðir roynt at gera broytingar í lóg um landsjørð. Næstan hvørjaferð hevur løgtingið sent honum uppskotini retur tí, háttvirda ting vil hava eina heildarætlan um, hvat man vil við almennu jørðini og landbúnaðinum. At enda máttu so broyt- ingar gerast, tí landsgrann- skoðarin talaði at, soleiðis sum støðan við Jarðar- ráðnum var. Ein arbeiðsbólkur situr júst við hesum spurningi Hesin sami landsstýris- maðurin er so avgjørt tann effektivasti, ið verið hevur í mong ár fyri landbúnaðin, tí hann gjørdi skjótt av at seta ein bólk til at gera eftir ordra løgtingsins um at gera eitt uppskot til ein landbúnaðarpolitik og struktur fyri landsjørðina soleiðis, at tingfólk og onn- ur sum hava áhuga, greitt vita, hvussu politikkurin og hvør struktururin í land- búnaðinum verður í fram- tíðini. Arbeiðsbólkur er farin til verka, og fyrsta málið á skránni er júst struktururin í landsjørðini. Her eru nógvir og eymir spurningar at taka støðu til, men nevndin hevur sett sær fyri at arbeiða effektivt og skjótt undir leiðslu av Búnaðarstovuni. Sum ketta upp úr høvdatrog Hetta lógaruppskotið kem- ur nú sum eitt ógvuliga for- stýrandi element, meðan arbeiðsbólkurin situr og leggur út í kortið júst so- leiðis, at løgtingslimir skulu fáa væl undirbygt og strukturerað tilfar at taka støðu til. Tá hetta er fram- lagt var tað meir mansligt av Sjálvstýrisflokkinum at komið við broytingarupp- skoti, um hann ikki var nøgdur. Panikkur í fyri at skava inn undir seg Men hvat ger løgtingið nú! Jú uttan um landsstýris- mannin verður lógarupp- skot lagt fram um at selja traðirnar frá festunum, soleiðis at nøkur fá kunnu ríka seg upp fyri alment tilfangi. Hetta mál er júst sum fiskurin eitt alment tilfangi, sum nú skal for- erast nørkum fáum bert við einum endamáli og tað er spekulasjón. Tí um tað ikki var so, hvat er so galið við leigitraðunum? Nú er aftur hesin vina- og kennigapol- itikkurin komin í hásætið. Nú mugu vit skunda okk- um at fáa krámað alt sum kann krámast, áðrenn ein heildarætlan kemur á borðið. Hendan vanliga nalvaskoðanin. Vælsignaðir gevið eitt sindur av toli aftrat Gevið arbeiðsbólkinum tíð og ein tjans einaferð með alla at koma til ein kon- sensus, sum landsstýris- maðurin síðani kann bera niðan í tingið. Tá fær tingið nakað at tosa út frá og taka støðu til. Nú kom jørðeldur í vina- og kenningapolitikkin hjá løgtingslimum