týsdagur 11. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 193 - 11. oktober 2005
VIÐMERKINGAR
Vallógin
Hjørleif Waag
Høgnesen
Klaksvík
Eg fari við hesum at loyva
mær at siga nøkur orð um
vallógina.
Fyrst vallógin sum var
inntil 1970-ini. Hon segði,
at veljast skuldu 20 valum-
dømisvaldir + 10 eyka-vald-
ir tilsamans 30 tingmenn.
Hetta royndist rættuliga
væl. Men so kom monnum
til hugs, at um tað kom
soleiðis fyri, at tað varð
ikki brúk fyri eyka-monn-
um. Hvussu mangir máttu
so úr stólinum.
Í hesum sambandi skriv-
aði eg tá til nevndina, íð
hevði við val at gera, um
bara at gera fylgjandi ein-
faldu broytingar.
1. Gera tingmannatalið til
ólíka tal - til dømis 31.
2. Hetta, íð átti at verið
gjørt fyri 70 árum síðani:
Tað eigur ikki at standa í
vallógini
at
eykamenn
kunnu
veljast, men tað
eigur at standa at eykamenn
verða valdir hvørja ferð -
allir 11. Og legg til merkis
allir 11 verða býttir út
hvørja ferð. Sjálvandi, so
tingmannatalið altíð verður
tað sama, soleiðis sum tað
er í øðrum londum.
Við øðrum orðum sagt,
kundi lógin verði rættað við
einum einasta orði - so
einfalt. Men hetta fekk
onga undurtøku.
Ístaðin bleiv broytingin
gjørd við at hækka talið á
valumdømisvaldum ting-
monnum til 27 + 5 eyka-
menn. Hetta var heilt burt-
urvið og tað kom eisini at
vísa seg í roynd fleiri ferðir,
tíverri.
Síðan hevur verið talað
og skrivað av og á um
skeivleikarnar í hesi lóg.
Men nógv av tí hevur ikki
sannført meg um nakað
serligt. Hetta málið er og
eigur at vera einfalt.
Men! Í Sosialinum 10
aug. og 21 sept 2005 hevur
Jógvan Sundsstein í Havn -
nú DK, tvær framúr skila-
góðar greinir um vallógina.
Hann sigur alt tað sum
sigast skal, greitt, einfalt og
djarvt, og tøkk skal hann
hava fyri tað. Eg fari at
mæla øllum áhugaðum at
lesa hesar greinirnar væl og
virðiliga. Sjálvur taki eg
undur við hesum sjónar-
miðum av fullum huga.
Jógvan Sundsstein hevur
ein samandrátt í grein síni,
sum stóð í Sosisalinum
21.09 og loyvi eg mær at
endurtaka hendan, íð er
soljóðandi!
CITAT BYRJAÐ
Mítt uppskot.(J.S.)
Høvuðsinnihaldið í mínum
uppskoti er, at verandi val-
dømi verða varðveitt, at
smáu valdømini varðveita
sínar umboðanir, ein lækk-
ing av umboðunum í stóru
valdømunum, ein hækking
til 33 tingumboð tisamans
og at eykavaldu umboðini
vera 9 í staðin fyri nú 5.
Henda skipanin tryggjar
øllum valdømum umboðan,
eisini teimum við lítlum
fólkatali. Hinvegin vilja tey
stóru valdømini, sum lut-
fallsliga fáa færri valdøm-
isvaldar, fáa teir flestu av
teim eykavaldu. Við fleiri
eykavaldum verður tryggj-
að, at tann politisk/idelog-
iska umboðan verður lut-
fallsliga røtt, tað vil siga, at
flokkarnir fáa lutfalsliga
tingmannatal eftur sínum
samlaðu atkvøðum fyri alt
landið, meðan teir umdøm-
isvaldu í smærru valdøm-
unum tryggja lokalu áhuga-
málunum góðar umstøður.
Annars skal eg eisini við-
merkja, at eg dugi ikki at
síggja, at ein broyting frá
d`Hondts
roknihátti
til
Sainte-Lagues gevur nakra
serliga meining og skuldi
væl veri óneyðug.
CITAT ENDAÐ.
Alt rætt og gott. Men tó. Í
hesum førinum var brúk fyri
8 av 9 eykatingmonnum.
Um vit hugsa okkum, at ein
flokkur fær eini 30 til 40%
av atkvøðunum á einum løg-
tingsvali - Fólkaflokkurin
fekk á Bartalsmessuvalinum
í 1943 oman fyri 40% - so
fara vit óivað at renna okk-
um í hetta 9 - tals loftið. Tá
hevði hesin SEINTE-LAG-
UES roknihátturin komið
væl við, tí hann í sínum
eginleika minkar um tørvin
á eykatingmonnum. Og so
tað sama sum eg havi nevnt
áður, at allir eykamennirnir -
í hesum føri 9 - verða býttir
út hvørja
ferð, so ting-
mannatalið verður altíð 33.
Orðið eykamaður
Ein eykamaður er hann,
sum fer inn á ting, tá hinum
fasta tingmanninum berst
frá. Tað er ikki tað, sum ein
eykavaldur tingmaður ger.
Hann fer ikki inn á ting fyri
ein annan, men sum sjálv-
støðugur tingmaður. Tí er
heitið eykamaður í hesum
høpi ikki brúkbart, og tað
setur eisini hesi tingfólk á
eitt lægri støði. Men tey eru
í veruleika líka nógv verd og
vird sum hini valumdøm-
isvaldu. Eg haldi tí, at hesi
heldur eiga at verða kallaði
javnsbjóðisvald tingfólk.
Men at enda skal sláast
fast, at tað stóra brekið við
vallógini er, at tað eru ov
nógvir valumdømisvaldir
tingmenn og ov fáir javn-
bjóðisvaldir. Hava ting-
menn dirvi til at broyta
hetta - tað er spurningurin.
Framtíðin
Um eini 10 til 15 ár kunnu
vit rokna við, at størri helm-
ingurin av føroyingum býr í
Suðurstreymi. Hvat gera vit
so? Skal eitt valdømi valda
hinum seks? Hetta má
umhugsast skilagott!
Vónandi fáa vit eina
góða og rúmsátta vallóg.
Uppskotið sær soleiðis út:
Norðoya valdømi
4 valdømisvaldar
Eysturoya valdømi
4 valdømisvaldar
Norðstreymoyar valdømi
2 valdømisvaldar
Vága valdømi
2 valdømisvaldar
Suðurstreymoyar valdømi
6 valdømisvaldar
Sandoyar valdømi
2 valdømisvaldar
Suðuroyar valdøm
4 valdømisvaldar
Tilsamans
24 valdømisvaldar
Harafturat koma í mesta lagi
9 eykavaldir
Hetta gevur tilsamans max.
33 tingmenn
Um hendan skipanin hevði verið nýtt við seinasta væl í 2004 hevði úrslitið verið hetta.
2004
A
B
C
D
E
H
Total
Norðoya valdømi 1.434
602
741
264
849
148
4.038
2
1
1
4
Eysturoya vald.
1.217
2.012
1.254
529
1.254
466
6.732
1
1+1
1
+1
1
+1
4+3
Norðstr. valdømi
531
663
489
60
582
78
2.403
+1
1
1
2+1
Suðurstr. vald.
2.041
2.638
2.267
527
3.076
788
11.337
1 + 1
2 + 1
1 + 1
2
+1
6 + 4
Vága valdømi
532
663
373
39
263
79
1.949
1
1
2
Sandoya valdømi
259
105
326
22
285
26
1.023
1
1
2
Suðuroya vald.
516
818
1.471
20
581
74
3.480
1
2
1
4
Total
6.530
7.501
6.921
1.416
6.890
1.659
30.962
5 + 2
6 + 2
6 + 1
+1
7 + 0
+2
24 + 8
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Hvat er eitt fullveldisríki?
Tað er eitt ríki sum hevur
evsta vald yvir øllum viður-
skiftum í egna ríki. Síðani
kunnu vit spyrja, hvat ríki
hevur evsta vald yvir egnum
viðurskiftum? Finst nakað
tílíkt ríki? Svarið er eitt klárt
og greitt "NEI". Tíðin er
farin frá "Nationalstatinum"
(fullveldisríkjum) sum í
gomlum døgum lítið og
einki samband høvdu við
onnur lond, og sum høvdu
aðrar stýrisskipanir enn tær,
vit kenna í dag.
Tá spurt verður, um nak-
að land er, sum er ment at
útinna evsta vald, so var
fyrr ofta hugsað um gamla
Sovjetsamveldið og USA.
Men sum øllum kunnugt so
syndraðist Sovjetsamveld-
ið, og í dag verður sagt, at
USA er tað einasta landið
sum kann kallast at verða
ført fyri at útinna evsta
vald, bæði í heimligum og
uttanríkisviðurskiftum.
Hinvegin kunnu vit spyrja,
hvar evsta valdið í loft-
rúminum hjá USA var tann
11. september 2001, tá tann
syrgiliga yvirgangsatsøknin
gjørdist verðuleiki? Ella
hví meta amerikumenn tað
vera neyðugt at nýta billi-
ardir til at gera ein missil-
skjøldur, sum skal girða
landið inni, soleðis at tað
verður vart móti yvirgangi?
So lat okkum sláa fast, at
sjálvt ikki USA er ført fyri
at útinna evsta vald, ella
verja sínar borgarar ella
teirra rættartrygd út í æsir.
Hví sita til dømis íslend-
ingar og normenn og um-
seta ES lógir? Hví er
meginparturin av øllum
lógum hjá fullveldunum
Íslandi og Noreg í dag ES
lógir? Sjálvandi tí at hesi
lond hava sæð, at uttan at
harmonisera og gerða fel-
ags lógargrundarlag, so
megna londini ikki í nóg
stóran mun at skapa frælsið
fyri tað fólk sum har býr, og
íslendingar og normenn
vita at síðani teir byrjaðu at
umseta ES lógir til at vera
ráðandi í teirra londum, og
síðani teir fingu sáttmála í
lag við ES, so hevur bú-
skaparvøksturin
verði
søguliga stórur.
ES londini hava staðfest,
at um tey ikki standa saman
um Evropa, so verða tey
eftirbátar í kappingini um
globaliseringina og um
búskaparvøksturin í heim-
inum. Evropeisk lond í
2005 eru ov smá og ov veik
til at útinna fullveldi hvør
sær, og tí hava hesi lond
brúk fyri hvørjum øðrum,
fyri at skapa tann neyðuga
búskaparvøksturin,
tað
neyðugu trygdina og tað
neyðuga frælsi fyri sínar
borgarar.
Tað var einaferð ein vísur
maður sum segði, at um
ikki vørur og vøruhandil
fáa loyvi at fara um landa-
mørk, so vilja hermennirnir
gerða tað. Her vil eg loyva
mær at siga, at um ikki
kapitalur sleppur um landa-
mørk, so steðgar menn-
ingin.
At kalla eitt land full-
veldisríki ella nationalstat í
2005, er ein skeiv tulking
av veruleikanum. Men tað
er ringt at koma burturúr tí
sum fyrr var, og tað tekur
tíð at venja seg við og góð-
taka tann nýggja veru-
leikan.
Hvat er tað sum ger, at
480 mió. fólk meta seg at
hava størri frælsi í eini
ríkisfelagsskaps-lýknandi
sikpan, meðan færri enn
48.000 fólk meta seg at
hava størri frælsi við ikki at
vera við í hesum felags-
skapi?
Fullveldisríki fara í søguna
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.