týsdagur 11. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2005
13
Tøkk
Øllum tykkum sum á ymiskan hátt gleddu
meg á 100 ára føðingardegnum 10.
september, takki eg hjartaliga.
Ein serstøk tøkk til Eysturoyar Ellis- og
Røktarheim og Fuglafjarðar kommunu fyri
tykkara stóra beinasemi.
Karin Joensen v/fam.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Rita Gúnther fer til
gravar úr Marstal kirkju
á Ærø mikudagin 12.
oktober klokkan 12.
Tey, ið vilja minnast
Ritu kunnu lata Zarepta
eina gávu. Konto í
peningastovnunum.
Kistan við Jóhannu
Katrinu Debes, vanliga
nevnd Janka, Oyri fór
frá
Landssjúkrahús-
kapellinum mánadagin
klokkan 17. Jarðarferð-
in verður úr Norðskála
kirkju týsdagin klokkan
14. Tey, ið vilja minnast
Janku við blómum ella
kransi kunnu í staðin
lata eina peningagávu
til Norðskála kirkju.
Daisy Elttør andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
hóskvøldið 6. oktober,
71 ára gomul.
Jarðarferðin var úr
Betesda
mánadagin
klokkan 13:30.
Í staðin fyri blómur
ella kransar kann gávu
latast til Føroya Felag
móti Krabbameini.
Andlát og jarðarferðir
Hetta skal vera ein lítil
heilsan til Frits Joensen ( á
Dunga) í Sandavági, sum
10. oktobur fylti níti.
Tá tú sært Frits, gitir tú
ikki, at hann kann vera 90,
men sambært kirkjubókina
slepst ikki uttan um tað.
Hann koyrir bil enn og er av
og á í Havnini og vitjar
vinkonuna. Ongantíð lat
hann seg smíða í Hymens
leinkjur, ikki tí at hann ikki
hevði kvinnutekki, men
hann valdi so tað, kanska tí
at umstøður og stundir ikki
vóru til tess.
Sum so mangur annar
unglingi tá í tíðini, byrjaði
Frits við vaðbeini, og var
tað við strandingunum um-
borð á Knørri. Síðan sigldi
hann við øðrum skipum eitt
langt áramál, m.ø. Vestur-
varða undir krígnum, flekj-
ari
vi
týskum
trolara
o.s.fr.v.
Mong ár var hann eisini
við beiggjanum, tí kenda
skiparanum Dunga-Jákupi,
sum førdi skip í ein mans-
aldur. Frits var eisini av
dúgligastu útrórarmonnum,
bæði frá skipi í Grønlandi
og á heimaleiðum. Eitt
tíðarskeið
koyrdi
hann
lastbil, sum hann sjálvur
átti, og var hann millum teir
fyrstu, sum átti privatan
persónbil. Tá nógva salt-
fiskaarbeiði á landi fór
fram, helst hevur tað veri í
hálvtrýssunum, var hann
arbeiðsformaður hjá Eivind
Rasmussen.
Mest síggi eg Frits fyri
mær við flekiborið á trol-
ara, rokárini í Grønlandi,
hann var hendinga kvikur
vi flekinívinum, so tað var
tætt við, at tveir fiskar vóru
í luftini ísenn á veg niður í
vaskipavnin.
Ikki at gloyma hevur
Frits eisini fingist við seyð
og var røktingarmaður eitt
langt áramál.
Ikki var ætlanin, at hetta
skuldi vera ein lívssøga, tí
tað hevði verið alt ov drúgt,
men óiva hevði hon verið
ivaleysa so áhugaverd, sum
mangar aðrar, hóast Frits,
av einari ella aðrari orsøk,
ongantíð gjørdist skipari.
So eg ynski tær alla
eydnu á føðingardegnum,
Frits, og framhaldandi góð
ellisár. Takk fyri løturnar.
Skipsfelagi
Á tí lítla sjúkrahúsinum í
Sisimiut við 16 seingja-
plássum, hevur hin sang-
káti økislæknin, Ove Ros-
ing Olsen sína dagligu
gongd. "Vit góvust at
roykja, og keyptu okkum
sangbøkur í staðin", sigur
hann við einum brosi, með-
an hann vendir bókablað-
num. "Nummar 52", kunn-
ger hann fúsur og ferðugur,
og leitar síðani eftir tón-
anum. Og brátt rungar
sangurin aftur. Læknar,
skrivarar,
sjúkrasystrar,
vaskarífólk,
reingerðar-
konur, tolkar, ja alt, sum
kann ganga á tveimum
beinum og er til arbeiðis
henda
fríggjamorgunin,
hevur leitað sær innar í
kantinuna fyri at syngja
saman við hinum.
"Eg
havi
starvað
á
mongum
sjúkrahúsum",
letur í einum donskum
eygnalækna, sum er komin
higar á 14 daga starvs-
vitjan, "men eg havi ongan-
tíð upplivað nakað, sum
líkist hesum nakrastaðni.
Og hitt grønlendska málið
er fyri so vítt ongin forðan.
Royni sum frægast at fáa
úttaluna so nøkulunda",
leggur hann læandi afturat.
Og fljótt tónar aftur frá hes-
um fródligu kvæðakemp-
unum, sum hvønn fríggja-
morgun kl. 8.30 leita saman
í ein hálvan tíma.
Stríðsøksin liggur helst
undir grønutorvu. Hvør fær
tikið lógvatak við starvsfe-
lagarnar og vagga frá høgru
til vinstru, meðan sangurin
rungar - uttan so at
viberatiónirnar eru góðar?
Nei- tað ber slettis ikki til!
"Henda síðsta starvs-
dagin í vikuni treingja vit
øll til ein uppstrammara",
letur í einari eldri kvinnu.
"Sangurin í morgun gevur
okkum júst hetta tiltrongda
piftið... og so hevur ein
eisini yvirskot til at taka
vikuskiftið við storm",
letur í henni við einum
skálkabrosi.
"Tosað verður nógv um
smittuvandan við fugla-
krími. Hesir kátu grøn-
lendsku
sangfuglarnir
smitta hvør annan so tað
forslær, og teir smittaðu
eisini meg", sigur M.C.
Restorff, sum gleðiliga lat
seg feingja av sangkæti
henda fríggjamorgunin í
útnorði.
Sangfuglarnir verða at
hoyra í sendingini "M.C. á
ferð" í Lindini, týsdagin kl.
15 og mikukvøldið kl. 23.
Frits á Dunga 90
Góvust at roykja
– keyptu sangbøkur í staðin
Dagurin
11. oktober. Nikatius. Grikki, sum í 2. øld boðaði
evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og
saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann
og ein av monnum hansara, Probus, sum eisini hevur
staðið í álmanakkanum, vóru tiknir av døgum av
uppøstum heidningum.
Nólsoyar Páll varð doyptur hendan dagin í 1766
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Komandi dagarnar fer 3’arin í SMS undir eitt nýtt og
spennandi tiltak. Tað er í sambandið við at Jenny Weihe
verður útlærd, at hon skipar fyir at taka andlitsmyndir. Til ber
at taka myndir av einum ella fleiri persónum. Myndirnar
kunnu útvegast í litum, svørtum/hvítum ella brúntónaðar. Til
ber eisini at fá átta myndir í ymiskum støddum og eina fløgu.
Andlitsmyndir í 3’aranum