Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 193 - 11. oktober 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Omma mín, Maja Dalsgarð, fór heilt óvæntað herfrá týsnáttina 16. august. Men áðrenn hon fór, upp- livdi eg nakað, sum vísir hvussu væl Gud fylgir við, og hvussu hann hevur hond um okkum øll. Mánakvøldið 15. august, meðan omma heima í Føroyum hevði sítt síðsta kvøld í hesi verð, hendi tað í Århus, at eg skuldi fara at lesa úr barnabíbliuni fyri soninum, Jó- hannes. Men hetta kvøldið fekk eg tað hugskot, at eg skuldi gera nakað annað ístaðin. Eg segði við hann, at nú skuldi eg fara at lesa nøkur vísdómsorð úr bíbiuni fyri honum, nøkur orð, sum omma mín læs fyri mær fyri skjótt 18 árum síðani, tá eg væntaði tvillinga- systrar hansara, og hon eina tíð var í Århus hjá okkum. Hetta var frá orðtøkunum 3. kap.: „Sonur mín! (Og omma segði: Dóttir mín!) Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni! Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli. Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. Lít á Harran av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og vík frá illum! Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni". Tá omma hevði lisið hetta, legði hon hendurnar á meg og bað fyri mær. Hetta mánakvøldið næstan 18 ár seinni, vóru ommusa orð, sum samstundis eru Guds orð, givin víðari til næsta ættarlið, og eins og omma bað fyri sínum børnum, bað eg fyri mínum barni, at hesir kvalitetir, sum eru skrivaðir um her, máttu eyðkenna hann, at hann mátti líta á Harran av øllum hjarta sínum so Hann kann leiða hann og lata lívið eydnast. Næsta morgun ringdi mamma og segði, at omma var farin um náttina - og hetta kom heilt óvæntað, hóast omma var 89. Alt tað okkara kæru hava sagt og gjørt verður meira týdningarmikið fyri okkum tá tey eru farin. Men at hesi orð, sum eg í áravís havi goymt í mínum egna hjarta, gjørdust so livandi og vóru givin víðari júst sum omma, uttan at vit vistu tað, fór til hvíldar fyri síðstu ferð, upplivdi eg sum eina heilt serstaka hending. Mitt á nátt komu einglarnir eftir henni. Tá vit tvær vikur áðrenn omma fór, komu aftur til Danmark- ar úr Føroyum, var klokkan á vegginum hjá Heidi og Charlotte steðgað, og hon vísti tríkorter til fýra. Onki merkiligt í tí, men nakrir dagar seinni steðgaði Johannes`sa klokkuradio - eisini á tríkorter til fýra. Tað var heldur løgið, og eg hevði kensluna av, at okkurt fór at henda skjótt á hesum tíðspunktin- um. Tá mamma so ringdi og segði, at hon var vaknað eitt sindur í fýra týsnáttina, og tá hon fór niðan, lá omma deyð, men enn heit, ja, so visti eg, at tað hevur verið umleið tríkorter til fýra at hennara tíð var komin at enda, og hon av einglu- num var borin inn í ævinleikan. Nú er tað so okkara uppgáva at taka stafettina upp, har sum omma slepti, og geva hana víðari. Takk fyri alt omma. Halda Í dag, týsdagin 11. oktober, verður Rúna Sivertsen 50 ár. Hon er ættað úr Klaks- vík, býr nú í Streymnesi og hevur seinasta tíggju ára skeiðið verið aktiv á landspolitiska pallinum. Foreldrini hjá Rúnu eru Hansa og Benjamin Joen- sen ella Benni, sum hann altíð hevur verið nevndur. Tey búgva í Klaksvík. Hansa er ættað úr Fugla- firði. Foreldrini hjá henni vóru Henrikka og Victor Danielsen, sum bæði vóru úr Søldarfirði. Benni er úr Gerðum. Foreldrini hjá honum vóru Malvina og Jacob Joensen. Hon var úr Árnafirði, og Jacob á Geilini ella Sterki Jakku, sum hann ofta varð nevnd- ur, var bóndi í Gerðum. Hansa og Benni eiga fýra børn - Rúna, Gudny, Victoria og Jákup. Rúna býr í Streymnesi, Gudny og Jákup búgva í Klaksvík, og Victoria býr á Viðareiði. Eftir skúlagongdina hevði Rúna ymisk fyri- fallandi arbeiði. Frá 1977 og fýra ár fram høvdu hon og maðurin hvítvøruhandil í Klaksvík. Eitt skifti var Rúna heimagangandi hús- móðir, og fyrra partin av níti árunum arbeiddi hon innan eldra økið. Í 2002 fór Rúna at fáast við journalistikk. Millum annað hevur hon skrivað fyri Sosialin. Eitt nú hevur hon í samrøðum lýst ger- andisdagin, soleiðis sum hann hevur verið og er hjá vanliga føroyinginum, og hon hevur dugað væl - bæði í orðum og myndum - at lofta serligu løtunum, tá ið skip koma og fara, og fiskimannafamiljur siga farvæl og hittast aftur. Rúna hevur eisini gjørt samrøður á Rás 2, har tað serliga hava verið lívssøgur og lagnur, sum hava verið í fokus. Tíðliga í hesum árinum fór Rúna undir journalist- útbúgving. Hon lesur fjar- lestur á NKS, ið er norskt útbúgvingarstað, sum er knýtt at Høgskolen í Oslo. Fyrsta politiska ábyrgd- arsessin fekk Rúna í 1988, tá ið hon varð vald í skúla- nevndina í Klaksvík. Hon sat í nevndini í tólv ár. Í 1990 varð hon vald í nevndina fyri Norðoya Fólkafloksfelag, har hon í fýra ár var kassameistari. Í 1995 varð hon vald í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og hon sat í tí sessinum, inntil hon fór í Løgtingið. Eftir løgtingsvalið í 2002 varð Rúna vald í ráðið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og har er hon formaður. Í apríl 2003 varð Rúna vald til for- mann í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Á løgtingsvalinum 7. juli 1994 fekk Rúna næstflestar atkvøður á fólkaflokslist- anum í Norðoyggjum. Hon var fyrstu ferð í tinginum í oktober 1995, og tá ið An- finn Kallsberg á sumri í 1996 gjørdist landsstýris- maður, tók Rúna sæti í tinginum, og har var hon fram til valið 30. apríl 2002. Rúna, sum er so vilja- sterk, at hon næstan kann fara gjøgnum heilt, tá ið hon stríðist fyri søk, ið hon heldur vera rætta, umboð- aði Fólkaflokkin í trivn- aðarnevndini og rættar- nevndini, og hon var fram- søgufólk hjá Fólkaflokkin- um í trivnaðarmálum og flestu rættarmálunum. Rúna nýtti hvørt høvi í tinginum at minna á krøv og ynskir, sum høvdu við Norðoya valdømi at gera. Hon telist millum tey mest sjálvstýrissinnaðu í Fólka- flokkinum. Í etiskum, moralskum og sosialum spurningum er hon kon- servativ. Tey seinnu árini hevur hon saman við kvinnum úr mest sum øllum øðrum politiskum flokkum arbeitt tiltøkum at frama, sum kunnu vera við til at økja kvinnuumboðan- ina í Løgtinginum og polit- iska lívinum yvirhøvur. Hetta síðsta hevur ikki verið so væl dámt av meiri konservativum pørtum av flokkinum. Sum ung sang Rúna í kóri, og 1988-1993 hevði hon barnakór í Betesda í Klaksvík. 28. desember 1976 giftist Rúna Birgiri Sivertsen úr Klaksvík. Rúna og Birgir eiga fimm børn - Hansa, Sylvia, Randi, Bogi og Birgit. Hansa býr í Norðra- gøtu, Sylvia í Keypmanna- havn, Randi í Klaksvík, og Bogi og Birgit búgva í Streymnesi. Rúna eigur seks ommubørn. Føðingardagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjó- mansheimi, har øll eru væl komin frá klokkan 18 í kvøld. Rúna Sivertsen 50 ár Til minnis um Maju Dalsgarð 4. juni 1916 - 16. august 2005 Í september 1975 varð ein nýggjur 15 tons útróðrar- bátur, sum varð bygdur í túninum hjá Árna Brekku í Sílagøtu í Havn, fluttur gjøgnum Havnargøtur om- an á Kongabrúnna, har hann varð flotaður. Tað vóru teir báðir Árni Brekku og grannin Petur Højgaard Simonsen, sum bygdu bátin og áttu hann saman. Báturin, ið er 36 føtur langur og 3,34 m breiður, varð bygdur í frí- tíðini, og arbeiðið stóð upp á í 3 ár. Fyri 30 árum síðan: 15 tons útróðrarbátur í Havnargøtum Í september 1975 varð hesin 15 tons útróðrarbáturin fluttur gjøgnum Havnargøtur oman á Kongabrúnna, har hann varð flotaður. Sum tað sæst, verður báturin sleipaður av eini Caterpillar gravimaskinu. Her er báturin staddur í N.Finsensgøtu við Kondittaríið Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1975