týsdagur 11. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
NØVN Í VIKUNI
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Tað kendist sum at koma
til eina listaframsýning, tá
opið hús var í heiminum
hjá listamanninum Amariel
Norðoy í Lambagerði 1 í
Havn leygardagin, nú hann
fylti 60 ár. Næstan tapetis-
eraðir veggir við vøkrum
og fjølbroyttum málningum
eftir ymsar føroyskar lista-
málarar skaptu hesa kenslu
um somu tíð sum tú var
komin fyri at heilsa uppá
henda blíða og heita lista-
mannin á 60 ára degnum.
Nógv fólk stukku inn á
gólvið í sjáldsama góðveðr-
inum leygardagin, og blíð-
skapurin var stórur. For-
vitn-isligt var hjá gestunum
at vitja nýggja atelierið hjá
Amariel, sum nýliga er
fluttur og hevur fingið
góðar
arbeiðsumstøður.
Myndirnar eru frá móttøk-
uni í nýggja heiminum hjá
Amariel og Marionnu.
Mong heilsaðu Amariel á 60 ára degnum
Amariel og Marianna saman
við soninum
og abbasoninum
Høvdingar hittast. Zacharias Heinesen og Amariel Norðoy
Knút og Sólrun heilsaðu føðingardagsbarninum
Nógv kend andlit vitjaðu. Her klædnakongurin úr Vági
Astrid gleddi listafelagan við turkaðum springarakjøti og
grønmeti
Eli og Amariel her saman við Frimod
Heimið minnir ikki sørt um eitt listasavn