Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 193 - 11. oktober 2005 Anfinn Kallsberg sigur, at sum fíggjarnevndarfor- maður er hann ikki nøgdur við, at hall er á fíggjarlógini, og málið má vera at fáa hallið burtur sum skjótast, samstundis sum ansast má eftir, at tingini verða avvigaði skilagott FÍGGJARLÓGIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Uppskotið til fíggjarløg- tingslóg hevur verið til fyrstu viðgerðar á tingi og er nú beint í fíggjarnevnd- ina, har Anfinn Kallsberg er formaður. – Sambært tingskipanini hevur fíggjarnevndin longu sent allar teir partar av upp- skotinum, sum viðvíkja ymisku málsøkjunum, til viðkomandi nevndir í ting- inum til ummælis. Anfinn Kallsberg sigur, at saman við uppskotinum, hevur fíggjarnevndin eisini viðlagt eitt bræv, har víst verður á, at freistin at um- mæla ymisku játtaninar er sett til 21. oktober. Realitetsviðgerð – Tá ið vit hava fingið hesi ummælir aftur, fer fíggjar- nevndin undir sjálva real-it- etsviðgerðina av uppskotin- um og teimum ummælum, sum fíggjarnevndin vænt- andi fær aftur. Fíggjarnevndarformaður in sigur, at við broytingum í tingskipanini fyri nøkrum árum síðani kom við í skip- anina, at uppskotið til fíggj- arlóg skuldi sendast út til viðkomandi nevndir. – Vit hildu tað ikki vera rætt, at vit hava nakrar faknevndir á tingi, sum ikki hava møguleika at seta síni fingramerkir á arbeiði. Við hesi skipan hava løgtings- nevndirnar møguleikan at koma við øðrum prioriter- ingum, hugskotum og upp- skotum. Ivaleysa stórt Anfinn leggur dent á, at fíggjarnevndin í viðlagda brævi til nevndirnar er samd um, at hallið á upp- skotinum til fíggjarlóg fyri 2006 er ivaleysa stórt. – Vit hava eisini gjørt vart við, at um so er, at nevndirnar hava uppskot til umraðfestingar á økinum, eiga nevndirnar at hava tað fyri eyga, at samlaðu útreiðslurnar ikki verða størri enn í verandi upp- skoti. Tað merkir, at møgu- ligar aðrar raðfestingar skulu vera útreiðsluneutral- ar. Anfinn sigur, at fíggjar- nevndin hevur viðmerkt hetta í brævinum, tí annars er hugsandi, at nevndin fær ein langan ynski-lista, sum nevndin ikki kann brúka til nakað sum helst. Sambært uppskotinum um løgtingsfíggjarlóg fyri 2006 verður samlaða hallið 219 miljónir krónur, og fíggjarnevndarformaðurin sigur, at við hansara vilja verður hallið ikki størri, enn tað er í verandi upp- skoti. Hann vísir á, at fíggjar- lógin er nógv tað størsta málið, sum fíggjarnevndin hevur til viðgerðar, og tí væntar hann, at tað fer at krevja sín mann og sína nevnd at náa undir land við fíggjarlógini. – Fíggjarlógarviðgerðin er altíð ein trupul »prosess«, har hvør einasta játtan verður havd á lofti og verður viðgjørd, leggur hann aftrat. Men sambært brævinum hjá fíggjarnevndini til løg- tingsnevndirnar, er fíggjar- nevndin samd um, at hallið á fíggjarlógini fyri komandi ár ikki verður størri enn í verandi uppskoti. Skilagóð avviging Anfinn vísir á, at sum fíggjarnevndarformaður er hann ongantíð nøgdur við, at hall er á fíggjarlógini, og málið má vera at fáa hallið burtur sum skjótast, sam- stundis sum ansast má eftir, at tingini verða avvigaði skilagott. – Vit mugu eisini hava fyri eyga, at fíggjarlógin ikki leggur stein oman á byrði í tíðum sum hesum, har ilt er at spáa um, hvønn tað fer at bera búskaparliga. Hann sigur, at samstund- is, sum lønargjaldingarnar í almennu tænastuvinnuni og í tænastuvinnuni annars veksa, minka lønargjald- ingarnar í primervinnuni, og soleiðis hevur gongdin verið seinastu 2-3 árini. – Hetta kunnu vit ikki vera nøgd við í longdini, og eg vóni, at gongdin í primervinnuni fer at kvinka uppeftir aftur, sigur Anfinn. Hann heldur, at tað er torført at spáa um gongdina í løtuni, men ábendingar eru um batar, samstundis sum vit í øðrum førum missa. – Upsaprísurin hevur ver- ið frægari, enn hann var, men samstundis hava vit mist rækjuflotan, og smátt um smátt kunnu vit vænta, at alivinnan fer at reisa seg aftur úr øskuni. Ein annar trupulleiki er gongdin í hækkandi oljuprísum, sum órógvar vinnuna. Samanfall Anfinn sigur, at hann hevur ikki sæð uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum til eina alternativa fíggjarlóg – annað enn tað, sum fjøl- miðlarnir hava borið fram frá tí tíðindafundi, sum flokkurin skipaði fyri. – Men soleiðis, sum eg havi skilt, liggja sjónarmið- ini hjá Tjóðveldisflokkin- um ikki langt frá uppskot- inum hjá samgonguni. Eg haldi, at her er í fleiri førum samanfall millum uppskot- ið hjá Tjóðveldisflokkinum og samgonguni, sigur hann og vísir á, at Tjóðveldis- flokkurin honum kunnugt ikki hevur lagt upp til nak- rar stórar lógarbroytingar í hesum sambandi. Anfinn Kallsberg sigur at enda, at realitetsviðgerðin av uppskotinum til fíggjar- lóg fyri 2006 byrjar síðst í hesum mánaðinum. Fíggjarnevndarformaðurin: - Við mínum vilja verður hallið á fíggjarlógini ikki størri enn tað er – Vit mugu hava fyri eyga, at fíggjarlógin ikki leggur stein oman á byrði í tíðum sum hesum, har ilt er at spáa um, hvønn tað fer at bera búskaparliga, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevnd løgtingsins Herfyri fekk Magnus Heinason eina metstóra hýsu á Føroyabanka MEGA HÝSA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið havrannsóknarskipið hjá Fiskirannsóknarstovuni, Magnus Heinason, gjørdi yvirlitstrolingar á Føroya- banka í døgunum, 7.-13. september í ár, fingu teir eina velduga stóra hýsu í trolið. Hýsan vigaði 7.150 gramm, var 83,2 cm. long og 12 ára gomul. Á Fiskirannsóknarstov- uni siga tey, at hýsurnar á Føroya banka veksa skjót- ari enn hýsurnar á land- grunninum annars. – Miðallongdin á Føroya- banka-hýsuni í ár var um 45 cm. og miðal konditiónsfaktorurin, sum tað verður rópt, var 0,94. Á Fiskirannsóknarstov- uni siga tey, at konditións- faktorurin sigur okkum, hvussu feitur fiskurin er. – Jú hægri talið er, feitari er fiskurin. Kondtións- faktorurin á hesi stóru hýsuni var 1,24. Longsta hýsan, ið menn vita um, sum gingin er, var 112 cm. long, siga tey á Fiskirannsóknarstovuni. Hýsan, sum Magnus Heinason fekk á Føroya- banka í september, er tann størsta, sum finst í dátu- grunninum hjá Fiskirann- sóknarstovuni. Mega hýsa fingin á Føroyabanka