Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 11. oktober 2005 17 maersk-skibsoffi cer.dk "Jonathan, skibsoffi cersstuderende Det er fedt, at du i tre måneder kan koncentrere dig 100% om dit arbejde og så bagefter har tre måneder, hvor du har fri." Vi søger 100 studerende til skibsoffi cers- uddannelsen. Start 9. januar Du er klar til en uddannelse, der udfordrer både dine boglige og tekniske færdigheder. Som hurtigt giver dig muligheden for at prøve kræfter med dit fremtidige job i en af verdens største handelsfl åder. Og som kræver, at du kan fastholde det store overblik såvel som fokus på detaljen. Læs meget mere om uddannelsen og jobbet på maersk-skibsoffi cer.dk, hvor du også kan bestille informationsmateriale og ansøgningsskema samt sende din ansøgning online. Kommer du i betragtning, modtager du herefter indkaldelse til en optagelsesprøve. Du kan også ringe til os på +45 3398 7000. Gør tanke til handling allerede i dag! Vi afholder optagelsesprøve den 3. november 2005 i Thorshavn. Anfinn Kallsberg: Tað sum tingmenn gera er tað bera putl - Tað, sum eg segði, tá ið uppskotið um broytta valskipan var til viðgerðar á tingi, var mín persónliga áskoðan, og eg meini tað, sum eg segði, sig- ur Anfinn Kallsberg TINGARBEIÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið uppskotið hjá Sjálv- stýrisflokkinum um broyt- ingar í valskipanini herfyri var til viðgerðar á tingi, segði Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum og formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, at tað, sum tingmenn gera, er bara putl. Vit hava spurt Anfinn Kalsberg, hvat liggur í hesum. - Tað, sum eg segði, var mín persónliga áskoðan, og eg meini tað, sum eg segði, tí við verandi valskipan – og fyri so vítt eisini, um Føroyar verða eitt valdømi, verður tað, sum tingfólk fyritaka sær, tað bera putl. Kompromis-loysnir Anfinn vísir á, at tá ið val er, fara flokkarnir út til val við eini valskrá, men so skjótt valið er av, sessast teir saman við øðrum flokkur at snikka saman eitt samgonguskjal. - Mong ymisk sjónarmið skulu fáast at hanga saman, og neyðugt er við nógvum kompromis-loysnum. Hetta merkir, at tað mesta av tí, sum tú hevur lovað yvirfyri tínum veljarum, fellir til jarðar, og tí haldi eg, at ver- andi valskipan undirgrevur demokratiið. Anfinn sigur, at við verandi skipan fært tú ong- antíð ein politiskan flokk, ið ger tað, sum hann lovar yvirfyri sínum veljarum. - Eftir hvørt val fáa vit eitt samgonguskjal millum høgra og vinstra – ella mill- um loysing og samband, sum hvørki er fuglur ella fiskur. Tú fært ongantíð framt nakran "reform", sum Anfinn tekur til, og tí kann veljarin ikki, tá ið val er aftur, rættiliga geva tær undirtøku – ella sekta teg fyri tað, sum gjørt er ella fyri tað, sum ikki er gjørt. Hann sigur, at sum polit- iskur flokkur ella løgtings- limur kanst tú ikki fremja tínar politisku ætlanir í verki. - Tú kanst flyta um upp á nøkur ting, men tú kanst ongantíð fremja tað, tú lovaði yvirfyri tínum velj- arum. Tað er hetta, sum eg kalli putl, sigur Anfinn Kalsberg. Hann sigur, at honum kunnugt, eru tað serliga tveir persónar, sum eru stuðlar av, at vit skulu hava eina valskipan við líka nógvum valdømum sum tinglimum. - Talið nýtist ikki endi- liga at verða 32; tað kann líka so væl verða 20. Prin- sippið er, at ein tinglimur verður valdur í hvørjum valdømi. Enska skipanin Anfinn vísir til ensku val- skipanina, har tú antin hevur eina høgra stjórn ella eina vinstra stjórn. - Í slíkum førum hevur tú stórar flokkar, sum hýsa nógvum ymiskum mein- ingum, men munurin her er tann, at stríðið um ymisk- um málini í nógv størri mun verður innanfloks enn ímillum flokkar, sum vit síggja tað í Føroyum. Í ensku skipanini hava vit fáar flokkar, og har noyðist hvør flokkur at samskipa síni sjónarmið innanhýsis, men neyðugt er ikki at gera kompromis frá ytsta høgra til ytsta vinstra – ei heldur millum samband og loys- ing, sigur Anfinn. Hann leggur dent á, at trupulleikin við valskipan- ini í Føroyum er, at ein flokkur sleppur ikki at royna tann politikk, hann er farin út til sínar veljarar við. - Høvdu vit havt eina slíka skipan, sum ta ensku, kundi ein flokkur antin verið stuðlaður ella vrakað- ur fyri tað, hann hevur framt í einum valskeiði. Sum nú er, kann flokkurin "umskylda" seg við, at neyðugt var at gera kom- promis-loysnir í einum samgonguskjali, sigur An- finn Kallsberg. - Sum løgtingslimur kanst tú flyta um upp á nøkur ting, men tú kanst ongantíð fremja tað, tú lovaði yvirfyri tínum veljarum. Tað er hetta, sum eg kalli putl, sigur Anfinn Kalsberg