týsdagur 11. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • týsdagur • 11. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Henrik Larsen helt
eftir dystin, at Rógvi
Jacobsen var dagsins
maður hjá føroying-
um. Men søgan um
misnýttu kjansirnar
slapp tíverri at endur-
taka seg enn einaferð
VENJARIN
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at tað
var ein skelkandi byrjan,
sum føroyingar fingu í
dystinum.
Og
sjálvur
ásannaði Henrik Larsen
eisini, at hetta kundi verið
dýrt.
- Fyrst og fremst, so helt
eg meg kenna støðuna aft-
ur. Í útidystinum móti
Týsklandi komu vit eisini
aftur um alt fyri eitt, og tað
er sjálvandi einki serligt. Tá
kann tað væl vera, at tú fært
ein ordans umgang, men
hinvegin, so hava vit jú fyrr
víst, at vit klára at reisa
okkum.
- Men hinvegin, so haldi
eg, at vit komu fantastiska
væl aftur. Ikki minst, um tú
hugsar um, at vit eisini heilt
skjótt verða noyddir at
fremja eina útskifting.
- Hvør sum ein stríddu
spælararnir seg aftur í
dystin, og Jákup spælir seg
eisini væl uppaftur, so tann
partin fái eg illa verið
annað enn nøgdur um.
Fingu pláss
Undan dystinum varð tosað
um, at ísraelska liðið kundi
fáa trupulleikar, nú teir
helst skuldu vinna dystin
við nógvum málum, og
Henrik Larsen helt eisini, at
tann spádómurin hevði víst
seg sum rættan.
- Teir eru jú eitt kontra-
lið. Hesa ferð noyddust teir
at koma longur niðan á
vøllin, tí teir skuldu trýsta
okkum, og tað høvdu teir
trupulleikar av. Teir høvdu
tríggjar mans á toppinum,
sum royndu at trýsta, men
restin av liðnum megnaði
ikki at fylgja við upp, og tí
fingu vit gott pláss, tá
bólturin kom á miðvøllin.
Tað hóvaði so ikki teimum
nakað serligt. Áskoðararnir
róptu at teimum, heldur enn
at stuðla, og vit kundu eins
væl havt skorað, tá Rógvi í
tveimum atløgum fekk
møguleikan. Ein góðan
dag, so hevði hann í øllum
førum skorað upp á annan,
men tað skal eg ikki lasta
honum fyri. Eg haldi, at
skal nakar takast framum á
okkara liði í dag, so er tað
júst Rógvi. Hann vann eina
rúgva við høvdinum, og
hyggur tú at arbeiðsøkinum
hjá honum, so rann hann
ófatuliga nógv.
- Men tað kostar so eisini
kreftir at hava bóltin. Síðstu
løtuna undan steðginum var
hetta sjónligt, og eisini móti
dystarloki vóru okkara
menn møddir. Og tað er
kanska ikki annað enn
náttúrligt, at hinir skora
móti dystarenda.
Men vit fáa so seinasta
málið í dystinum, tá Símun
skorar upp á nakað, sum
kanska als ikki er ein
møguleiki.
- Tað er so tað. Vit skaptu
aftur í dag nógvar møgu-
leikar, sum vit tíverri ikki
fáa gagnnýtt. Og eisini
kundu vit skapt enn fleiri
møguleikar, um seinastu
sendingarnar
vóru
nóg
neyvar. Og so kemur eitt
slíkt mál mest sum úr tóm-
ari luft.
Trupul bólkur
Tá tikið verður saman um
lidnu kappingina, heldur
Henrik Larsen, at vit sum
heild eiga at vera nøgd um
úrslitini hjá føroyska lið-
num.
- Eg haldi, at bólkurin
hevur verið sera trupul. Har
eru fleiri tekniskt sterk lið,
og tað er ikki akkurát tað,
sum okkum dámar best. Vit
trívast nokk betri, tá tað eru
lond sum Ísland og Skot-
land, sum standa hinu-
megin miðlinjuna.
- Men saman um, so
haldi eg meg vera nøgdan.
Men eg iðri meg um, at vit
ikki hava skotið fleiri mál.
Tí tað hava møguleikarnir
so heilt avgjørt verið til,
staðfesti hann at enda.
Sunnudagin var talan
um sanna marru, tá
ið Fremad Amager
tapti 7-0, og lands-
liðsspælarin ætlar sær
ikki aftur at vera
partur av tveimum
dystum í tveimum
londum innanfyri
sekstan tímar
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Í gjár bar tað ikki til hjá
Andrew av Fløtum at seta
beinini undir seg. Eftir
landsdystin í Tel-Aviv leyg-
arkvøldið og 1. deildar-
dystin í Sundby Idrætspark
á middegi sunnudagin var
hann ógvuliga moyrur, og
tað kendist ikki serliga
hugaligt, tí sunnudagin
tapti Fremad Amager 7-0
móti Fredericia:
- Í landsdystinum leygar-
kvøldið fekk eg ein stoyt í
lærið. Men eg var kortini á
vøllinum móti Fredericia. Í
steðginum bað eg um at
verða skiftur út, og tað var
eg, tá ið 2. hálvleikur var
átta minuttir gamalur. Eg
eri ikki væl fyri í dag, men
eg vóni, at tað fer at bera
mær til at spæla aftur í
vikuskiftinum, tí tað stend-
ur ikki væl til við fólki,
segði Andrew av Fløtum úr
Keypmannahavn fyrrapart-
in mánadagin.
Ein liðfelagi hjá Andrew
var leikbannaður sunnu-
dagin, og fýra sótu uttanfyri
orsaka av skaðum. Teir
fyrstu ellivu hava spælt
liðið at vera millum tey
fremstu í næstbestu deild-
ini, men tað er lítið at taka
av. Tað sást sunnudagin, tá
ið Fremad Amager legði
rygg til eyðmýkjandi tap á
heimavølli.
- Tað var ræðuligt. Vit
vóru hampuliga væl við í 1.
hálvleiki, tá ið vit vóru
óhepnir at vera aftanfyri 2-
0. Beinanvegin eftir steðgin
mistu vit tveir spælarar.
Annar fekk seinna gula
kortið, og hin sá reytt fyri
hevnisøku. Tað stóð fram-
vegis 2-0, tá ið eg fór út,
men so gekk skjótt. Nú
mugu vit royna at reisa
okkum, men tað verður
torført, tí nú verða hesir
báðir, sum sóu reytt, leik-
bannaðir, staðfestir Andrew
av Fløtum, sum í 1. hálv-
leiki sá gult.
Fyritreytirnar hjá And-
rew vóru einki serligar. Eft-
ir strævna landsdystin varð
hann - eins og liðfelagarnir
á landsliðnum - útpurraður
áðrenn klokkan trý sunnu-
náttina. Hinir ferðaðust
umvegis Zürich, meðan
Andrew fleyg umvegis
Frankfurt og til Keyp-
mannahavnar, har hann
lendi klokkan 11.30 sunnu-
dagin. Hálvan annan tíma
seinni var hann á vøllinum í
Sundby!
- Tað vóru ikki stundir til
stórvegis upphiting, og sum
heild var talan um so vána-
ligar fyritreytir hjá mær, at
eg hevði ikki viljað endur-
tikið hetta, sigur Andrew av
Fløtum.
Christian
Lamhauge
Holst og Lyngby vunnu 1-0
á heimavølli móti botn-
liðnum Brønshøj. Christian
var millum teir fyrstu
ellivu, og hann varð skiftur
út eitt korter undan leik-
loki. Tá hevði hann stutt
frammanundan sæð gula
kortið.
Nú er Lyngby á fimta
plássinum við nítjan stig-
um, og Fremad Amager er á
sætta plássinum við átjan
stigum.
Lyngby ætlar sær at flyta
upp aftur í bestu deildina,
sum teir fyri nøkrum árum
síðani orsaka av fíggjar-
ligum óskili vóru varpaðir
úr. Lyngby hevur sett full-
tíðar venjara frá 1. januar,
og teir ætla at fáa nýggjar
spælarar á liðið.
Andrew av Fløtum vónar,
at Fremad Amager fer at
vera við í kappingini um at
flyta upp, og hann droymir
um at spæla í superliguni.
- Um vit sleppa undan
leikbannum og skaðum, so
er møguleiki fyri hjá okk-
um at vera við í kappingini
um at flyta upp. Men tað
verður torført.
Sáttmálaskeiðið
hjá
Fremad Amager og Andrew
verður liðugt 1. desember í
ár. Felagið hevur víst áhuga
fyri at skriva undir nýggjan
sáttmála, og tað er sannlíkt,
at nýggj avtala verður gjørd
um ikki so langa tíð. Men
Andrew hevur valt at bíða
eitt sindur við at skriva
undir.
- Eg havi havt tað gott í
Fremad Amager, men sjálv-
andi hevði eg viljað fingið
møguleikan at royna meg í
superliguni. Næstu vikur-
nar fara at vísa, um vit fara
at halda tørn um plássið í
toppinum. Um tað eydnast,
so verður tað hugaligt at
vera í Fremad Amager. Um
vit detta longri niður, so
verður tað ikki so hugaligt.
Hevur tú tilboð aðra
staðni frá?
- Tað hevur gingið væl,
og higartil í hesum kapp-
ingarárinum havi eg skorað
sjey mál. Um tað hevði
eydnast at fingið okkurt
málið afturat næstu vikur-
nar, so hevði tað sjálvandi
verið góð reklama. Í síðsta
enda snýr tað seg um peng-
ar, og í tí sambandinum eru
feløgini í høvuðsstaðnum -
sjálvandi burtursæð frá
FCK og Brøndby - ikki so
væl fyri, sum feløgini í
Jyllandi eru tað, og flestu
feløgini eru í Jyllandi. Ein-
asta superligu felagið her -
umframt tey bæði stóru - er
FC Nordsjælland, vísir
Andrew av Fløtum á.
Sambært skránni skuldi
Frem havt spælt á heima-
vølli móti Herfølge, men
uppgerðin var útsett til 26.
oktober. Tað komst av, at
Jón Rói Jacobsen og Gunn-
ar Nielsen vóru við før-
oyska landsliðnum í Ísrael.
Komu fantastiska
væl aftur
Andrew droymir um superliguna
Sum heild eiga vit at vera nøgd um avrikini í undan-
kappingini heldur nú fyrrverandi landsliðsvenjarin