Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 193 - 11. oktober 2005 Jens Martin Knudsen. Drúgvasti maðurin í før- oyska landsliðshópinum. Líka frá Páll Guðlaugs- son til Henrik Larsen: - Fyrst og fremst var munurin millum Allan Simonsen og Henrik Larsen, at vit fingu nógv leysari teymar. Allan vildi hava kekk á øllum smálutum, meðan tað hjá Henrik hevur verið nógv meira upp til einstaka spælaran, og tað er kanska eisini munurin á teimum báðum sum per- sónum. - Tað hevur so eisini havt við sær, at hann hev- ur flutt nógv av ábyrgdini yvir á spælararnar, sum á tann hátt í størri mun eru slopnir at prógva sítt veruliga virði. Tað tekur kanska longri tíð at vinna fram á tann hátt, men í longdini vil eg meta, tað er meira mennandi fyri spælararnar í longdini. Tú fært spælarar, sum betri tora at spæla. Tað verða vit so revsaðir fyri onkra tíð, tá vit hava flutt ov nógv fólk niðan, men so læra vit tað á egnum kroppi, heldur enn bara at læra tað á eini taktik- talvu. - Tað hevur eisini broytt um okkara spæl, at vit nú spæla 4-4-2. Vit eru nógv oftari í álopi og við nógv meira fólki, enn vit vóru fyrr, og tað er mennandi í longdini. - Hinvegin trúgvi eg, at royndirnar hjá Henrik vóru lítlar, tá hann kom, og tí síggja vit ein nógv betri venjara í dag, enn vit gjørdu fyri trimum árum síðani. Hann hevur so eisini tikið fleiri venj- araskeið, síðani hann byrjaði við landsliðnum, og eg beri ongan ótta fyri, at Henrik ikki fer at fáa venjarastarv í fram- tíðini. Hvørjar eginleikar metir tú, at tann næsti landsliðsvenjarin skal hava? - Eg haldi, at vit nú skulu hava fakliga sterk- an venjara, sum kann føra gongdina enn víðari. Vit fingu eisini eitt »boost«, tá Henrik varð settur, tí allar broytingar vilja jú hava nakrar av- leiðingar við sær hjá spælarunum. Millum annað broytti tað nógv hjá okkum, at karmarnir hjá spælarunum brádliga gjørdust víðari. Í summ- um førum var tað kanska í lagi, at nøkur ting vórðu strammað uppaftur, so eg rokni við, at ein venjari, sum í persónligheit ligg- ur onkra staðni millum Allan og Henrik, vildi verið tað rætta valið hjá FSF nú. Óli Johannesen. Fastur liðskipari undir Henrik Larsen og metmaður á landsliðnum segði so- leiðis um nú fyrrverandi landsliðsvenjaran: - Henrik hevur fyrst og fremst hildið fast um linjuna, sum Allan Sim- onsen byrjaði. Nevnliga at vit støðugt skuldu ar- beiða við at fáa meira spæl, tá vit høvdu bóltin. - Og so hevur hann alla tíðina trúð upp á okkum. Eisini hóast úrslitini ikki alla tíðina hava verið so øgiliga góð. Tað hevur havt við sær, at vit eisini støðugt hava arbeitt eftir hansara leisti, og tann eginleikin er helst tann allar besti hjá Henrik. - Hartil hava venjingar- nar verið fínar, og sum heild hevur alt verið gott. Somikið gott, at eg ikki kann siga nakað keðiligt um Henrik Larsen sum landsliðsvenjara. -mørk Henrik Larsen heldur ikki, at landsliðið hevur uppiborið allan kritikkin, sum liðið til tíðir hevur fingið. Men hann leggur samstundis dent á, at hann hevur trivist væl sum landsliðs- venjari hesi seinastu góðu trý árini VENJARAPRÁT Jákup Mørk Tað var nóngv skrivað og sagt, tá Henrik Larsen á sumri 2002 gjørdist før- oyskur landsliðsvenjari. Tað varð sagt alment, at um danska felag hansara. Ølstykke, kundi vissa sær uppflyting undan seinastu dystunum, so skuldi venj- arin alt fyri eitt koma til Føroya, men tað kom hann kortini ikki. Og tá hann so eisini byrjaði tilveruna sum landsliðsvenjari við at halda summarfrí í tvær vikur, kókaði yvir fleiri staðni. Góð úrslit geva frið Í august mánaði kom venj- arin tó til landið, og efti teir báðar fyrstu dystirnar, mundu tey flestu kortini hava fyrigivið honum. Ein sigur á Liktenstein var eitt, men javnleikurin á Svanga- skarði móti Skotlandi var nakað heilt annað. Og tað gjørdist ikki minni av, at Føroyar í veruleikanum høvdu sigurin uppibornan. Júst tann dysturin var kanska eisini tað, sum mill- um manna púrasta broytti áskoðanina mótvegis nýggja landsliðsvenjaran- um. Men hvussu stóran týdning heldur Henrik sjálvur, at hetta hevði fyri sín persón? - Tað vórðu skrivað fleiri ting í miðlunum, og langt ífrá øll av hesum vóru røtt. Trupulleikin var, at eg hevði ein sáttmála í Øl- stykke. Eg royndi at sleppa úr hesum, tá uppflytingin var veruleiki, men tað slapp eg ikki. Og sáttmálin við FSF byrjaði altso ikki fyrr enn 1. juli tað árið, so tað var ikki so øgiliga nógv at gera við tað. - Men sjálvandi var tað týdningarmikið, at vit alt fyri eitt fingu somikið góð úrslit. Tað gevur altíð betri arbeiðsfrið, tá so er, so á tann hátt var úrslitið helst sera týðandi. - Hinvegin, so setti eg nøkur mál, tá eg tók við, og tey allar flestu av hesum haldi eg meg eisini hava rokkið. Og tann partin eri eg nøgdur um í dag, og tað hevur so ikki gjørt tað verri, at vit hava spælt hampuliga góðan fótbólt til tíðir. Men hevur tú kent teg órættvíst viðfarnan í før- oysku miðlunum? - Eg haldi ikki, at spælar- Óli um Henrik: Hevur alla tíðina stuðlað okkum Jens Martin um Henrik: Hann gav okkum frælsi at mennast Kritikkur hevur ik Henrik Larsen væl grundaðu longur, um hi